fríggjadagur 30. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 64 - 30. mars 2007
tíðindi
Í ávísum førum ber
tað til at seta upptø
kutól upp fyri at ansa
eftir fólki, sigur Dátu
eftirlitið
Brotsverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað kann ikki útihýsast, at
tað ber til at seta upptøkutól
upp ymsastaðni at ansa eftir
fólki. Men tað skal vera inn
anfyri heilt ávísar karmar.
Tað sigur Ingunn Eiriks
dóttir, stjóri í Dátueftirlitin
um.
Hon sigur, at spurningurin
um at ansa eftir fólki við
upptøkutólum er lógarfest í
ymsum lógum. Vit hava
bæði persónsupplýsingar
lógina, lógina um “forbud
mod privates tv-overvågn
ing” og harumframt hevur
eisini revsilógin reglar um
hesi viðurskifti.
- Reglurnar eru ymiskar
alt eftir hvør tað er, sum
ansar eftir og hvør útgerð
verður nýtt. Men yvirskipað
kann sigast, at privat kunnu
ikki hava eftirlit við fólki á
almennum plássum.
- Verða treytirnar í lógina
hildnar kann tað ikki útihýs
ast, at eftiransing við upptø
kutólum ber til fyri at tæna
ávísum sakligum endamál
um.
Men hon leggur dent á, at
hetta er eitt stórt inntriv í
privatlívið hjá fólki.
- Verða upptøkutól sett
upp, verða øll skrásett, sum
eru á plássinum, sum upptø
kutólið er á og tað er eitt
álvarsligt inntriv í privatlív
ið.
- Tí er tað ein treyt, at eitt
slíkt inntriv hevur sera stórt
samfelagsligt gagn.
Men hon heldur eisini, at
eitt so stórt inntriv eigur
altíð at vera seinasta loysn
in, sum bara eigur at royn
ast, tá ið allir aðrir møgu
leikar eru troyttar til fánýt
is.
Skal vera sakligt
Hon sigur, at hon kann ikki
siga nakað um ítøkilig mál,
ella ítøkiligar ætlanir. Tí tos
ar hon bara um málið yvir
skipað.
- Er endamálið við einum
upptøkutóli at uppklára
brotsverk, er hetta eitt sak
ligt endamál, men tó má
umhugsast um endamálið
ikki kann røkkast á annan
hátt, eitt nú við at løgreglan
er sjónligari í býnum.
- Hetta er eitt so stórt inn
triv í rættartrygdini hjá fól
ki, at tað eigur ikki at vera
sett í verk, fyrrenn allir
møguleikar eru troyttir fyri
at røkka endamálinum á
annan hátt.
Tað heldur Dátueftirlitið
hevur eina størsta týdning í
slíkum føri.
Hinvegin sigur Ingunn
Eiriksdóttir, at tað kunnu
eisini hugsast at vera dømi,
har ágóðin er so mikið stór
ur, at fólk eiga at tola, at
tey verða eftiransað við upp
tøkutóli.
- Men verða upptøkutól
sett upp, skulu reglar gerast
um trygdina hjá teimum,
sum verða eftiransað. Ì hes
um sambandi er tað altíð
ein treyt, at skelti eru sett
upp, har tað stendur, at økið
verður eftiransað við upptø
kutóli, og tað er eisini ein
treyt, at upptøkutólið skal
ikki geva fleiri upplýsingar
enn neyðugt.
Ì hesum sambandi nevnir
hon, at eitt mál hevur verið
uppi í sambandi við eitt vev
myndatól hjá Strandferðslu
ni á kajøkinum í Klaksvík.
Snýr tað seg um vevmynda
tól, er treytin vanliga, at
fólk skulu ikki kennast aft
ur á myndini, uttan so at tey
hava givið samtykki.
Í málinum um Strand
ferðsluni var endamálið at
síggja, hvussu nógvir bilar
bíðaðu eftir at sleppa við
strandfaraskipunum.
- Ì hesum føri metti Dátu
eftirlitið, at tað var nóg mik
ið at síggja bilarnar og ikki,
hvør var í teimum. Tí setti
eftirlitið sum treyt, at mynd
in skuldi zoomast út og at
myndin skuldi vera svørt/
hvít og so kornut at persón
ar ikki kundu kennast aftur.
Men hvør skal so meta
um, hvussu neyðugt tað er
at seta upptøkutól upp.
- Tað má vera tann, sum
setir upptøkutólið upp, men
frammanundan mugu tey
so hava gjørt sær greitt, at
treytirnar í lógini eru hild
nar.
- Men ein og hvør, sum
verður avmyndaður, kann
gera vart við seg hjá tí, sum
hevur sett upptøkutólið. Er
talan um eitt øki, sum er
fevnt av Dátueftirlitinum,
ber til at gera vart við seg
hjá eftirlitinum og annars
ber altíð til at melda ella
royna málið í rættinum.
Men hon leggur afturat,
at er ætlanin at fara út um
tað, sum lógin loyvir til,
verður neyðugt at broyta
lógirnar.
Eftiransing við myndatóli
eigur at vera síðsta loysnin
- Verða treytirnar í lógina
hildnar kann ikki útihýsast, at
eftiransing við upptøkutólum
ber til fyri at tæna ávísum
sakligum endamálum. Og at
uppklára brotsverk kann vera
eitt sakligt endamál, men fyrst
eigur at verða umhugsað,
um endamálið ikki kann
røkkast á annan hátt, sigur
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á
Dátueftirlitinum
Tað hevur alstóran
týdning, at arbeiðið
at gera Skálafjarðar
tunnilin ikki dregur
út. Tí skal tunn ilin
hvørki bjóðast út ella
verða almenn ur, siga
tær tríggjar kommun
urnar við Skálafjørð
in
Skálafjarð
artunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið at gera undirsjóv
artunnilin ímillum Skála
fjørðin og Streymoynna,
má undir ongum umstøðum
draga út.
Tað kann Hans Jacob
Lamhauge, borgarstjóri í
Runavík ikki siga nóg
greitt.
Og hann talar ikki bara
fyri seg sjálvan.
Teir tríggir borgarstjórar
nir í Runavík á Nesi og í
Sjóvar Kommunu, hava nú
lagt seg út í kjakið um Ská
lafjarðartunnilin og um
hann skal bjóðast út ella
ikki og um hann skal vera
privatur ella almennur.
Í eini áheitan á politikar
arnar heita teir tríggir staði
liga á teir um at hildið verð
ur fram eftir tí leisti, sum
arbeitt hevur verið eftir nú í
fleiri ár.
Tað merkir, at teir vilja,
at politikararnir skulu lata
privata partafelagið fyri
Skálafjarðartunnilin sleppa
ígongd við arbeiðið.
Og tað skal vera uttan
drál.
Skunda undir
Hans Jacob Lamhauge sig
ur, at tað, tey ræðast allar
mest, er, at arbeiðið upp á
tunnilin verður seinkað.
- Orsøkin til at vit tríggir
borgarastjórarnir gera vart
við okkum, er fyrst og
fremst fyri at skunda undir
ætlanina, sigur hann.
Tí heldur hann, at tað hev
ur stóran týdning, at tað
verður partafelagið, sum
hevur arbeitt við ætlanini
alla tíðina, eisini sleppur at
fullføra hana.
- Verður arbeiðið nú bjóð
að út, fer tað bara at seinka
tunlinum. Og skal hann ver
ða almennur, verður hann
partur í eini raðfesting hjá
landinum Har eru nógvir
tunlar frammanundan og so
veit ongin, hvar í raðfesting
ini, Skálafjarðartunnilin
verður.
- Hetta er eisini ein so
mikið stór verkætlan, at
skal hann verða almennur,
fer hann at binda landsins
fíggjarorku í fleiri ár og
sostatt fer hann at forða fyri
útbyggingum aðrastaðni. Tí
halda vit avgjørt ikki, at tun
nilin skal leggjast undir tað
almenna, sigur Hans Jacob
Lamhauge.
Men verður hann boðin
út, hevði tað so seinkað hon
um í meiri enn eitt ár, ella
so?
Tað vita vit ikki. Verður
pilkað við ætlanina nú, er
ómøguligt at vita, hvørja
lagnu hon fær. Tað einasta,
vit vita, er, at tey, sum hava
arbeitt við tunlinum, eru
komin væl áleiðis og eiga
at sleppa at halda fram fyri
at stígur ikki skal koma í.
Landsverk sigur eisini, at
verður tunnilin privatur, fer
tað at vera væl dýrari at koy
ra ígjøgnum hann, tí kravið
til avkast fer at verða størri,
enn um tunnilin var almen
nur?
- Hatta duga vit ikki at
síggja. Vit duga bara at sígg
ja tað, at verður tað ov dýrt
at brúka hann, fara fólk
bara at koyra tað gomlu
leiðina eftir oyggj ístaðin, tí
tað kostar einki. At vit lon
gu hava eina farleið eftir
oyggj, er best hugsandi prís
tillagingin, sum hugsast
kann, sigur hann.
Annars skulu helst sam
ráðingar verða millum fel
agið, sum skal gera tunnilin
og landið um eina loysn,
sum er so bílig sum gjør
ligt.
- Verður tað ov dýrt, verð
ur tað so undir øllum um
støðum bara tey, sum brúka
tunnilin, sum koma at gjal
da og ikki øll hini, sigur
Hans Jacob Lamhauge.
Hevur stóran skund
Borgarstjórin í Runavík sig
ur, at tað merkja týðiliga, at
bæði privatfólk og vinnulív
bara bíða eftir, hvørja lag
nu, Skálafjarðartunnilin
fær.
- Verður tunnilin gjørdur,
hevur tað ongan týdning at
búgva á Skálafjørðinum og
at arbeiða í Havn, tí tað
verður lítil munur á at búg
va á Skálafjørðinum og at
búgva í Hoyvíkshaganum.
- Tað sama ger seg gald
andi fyri vinnulívið, tí eisi
ni vinnuliga hevur tað
alstóran týdning fyri fram
tíðarætlanirnar at vita, hvør
ja lagnu tunnilin fær.
Hans Jacob Lamhauge
sigur, at fyri framtíðarætlan
irnar hevur tað sostatt stór
an týdning, at ein avgerð
verður tikin um tunnilin
sum skjótast, so at bæði
privatfólk og vinnulív kun
nu leggja til rættis eftir tí.
Skálafjarðartunn il má ikki draga út
Tað, sum borgarstjórarnir við Skálafjørðin ræðast mest, er, at arbeiðið at gera
Skálafjarðartunnilin, verður seinkað. Tí vilja teir hava Løgtingið at lata privata
partafelagið sleppa ígongd við arbeiðið og tað skal vera uttan drál