Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 64 - 30. mars 2007 miðlahúsið í Vágsbotni Khader-hjúnini í miðlahúsinum www.sosialurin.fo Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01 post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo Naser Khader fer at greiða frá sínum sjónarmiðum um, hvar markið gongur millum átrúnað og fólkaræði: Hvussu nógv eigur átrúnaður at fylla í tí nýmótans samfelagnum? Er tað í lagi at bjóða átrúnaðinum av? Hví eru tær átrúnaðarligu kenslurnar viðkvæmari enn tær demokratisku? Eftir framløguna verður høvi hjá fólki at seta fram spurningar. Naser Khader er 43 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur sitið á Fólkatinginum síðan 2001 fyri Radikala flokkin, og hevur verið virkin í samfelagskjakinum í mong ár. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, eitt nú um islam og fólkaræði. Her í Føroyum kenna vit Nasar fyri mangan bersøgnu, men kortini beinraknu viðmerkingar hansara, eisini um innanhýsis føroysk viðurskifti. Verður kaffi borðreitt við undirskál er tað tekin um viðurkenning. Hetta var bara eitt av mongum, sum danska Bente Dalsbæk lærdi, tá hon forelskaði seg í einum manni við arabiskari bakgrund, og harvið fekk eina muslimska vermóðir úr Sýria. Í fyrilestrinum hjá Bente Dalsbæk, sum ber heitið »Med Underkop«, greiðir hon kjerliga og erliga frá um lívið hjá innflytarakvinnum. Eitt evni, sum vanliga er afturlatið fyri umheiminum. Eisini hugleiðir hon um tætta sambandið millum hana og vermóðrina. – Vónandi verður eisini høvi til eitt gott orðaskifti um leiklutin hjá kvinnum, javnstøðu, um at standa við trúgv sína og samstundis geva pláss fyri øðrum, sigur Bente Dalsbæk. Bente Dalsbæk er 42 ár, útbúgvin løgfrøðingur, og hon starvaðist 10 ár í Fólkatinginum. Millum tvær kvinnumentanir Trúgv og fólkaræði Naser Khader: Mikukvøldið 4. apríl Kl. 19:00 Bente Dalsbæk: Skírisdag 5. apríl Kl. 15:00 Miðlahús og Hotel Tórshavn Bæði tiltøkini við Khaderhjúnunum verða í Miðla­ húsinum, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við Hotel Tórshavn, um fult er í Miðlahúsinum, eisini at brúka fundarhølini hjá grannanum hinumegin Tórsgøtu. Har verður stórskíggi. Atgongumerki 50 kr. lýsingar