fríggjadagur 9. mars 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti 23
parlamentariska grundarlagið
undir heimamarknaðarverju og
isolasjón frá útlendskari kapping.
Fleiri politikarar hava be
dýrað okkum, at føroyski
fíggingarmarknaðurin er “fult
liberaliseraður” og at ein og hvør
útlendskur banki kann koma á
føroyska marknaðin, bara hann
hevur hug. Men hvussu vita teir
tað? Hvussu mátar man tað?
Og man má so eisini spyrja: var
føroyski fíggingarmarknaðurin
ein fríur marknaður, hví skal søl
utilgongdin so leggjast soleiðis
til rættis, at hon í frægast
møguligan mun skal forða fyri
at ein útlendskur banki fær
fótafesti her heima sum vanligur
innskotsbanki? Er tað ein liber
alur marknaður við fríum niður
seturætti?
Tað kann heldur ikki standa
ósvarað, at Annfinn Kall sberg sig
ur – ”Tað vildi verið til óbótaligan
skaða fyri føroyska samfelagið,
um til dømis ein útlendskur íleg
gjari setti seg á avgerðandi mei
rilutan av partabrøvunum. Hetta
kundi sum fráleið sett okkum í
eina monopolstøðu, sum í síðsta
enda hevði gjørt, at kappingin á
peningamarknaðinum hvarv.”
Eitt minsta mark av skili má
vera í. Um onkur eigur meirilutan
í Føroya Banka, so hevur tað als
onki við monopolisering av føro
yska fíggjarmarknaðinum at gera.
Um viðkomandi var útlendingur
ell a føroyingur, er rætt og slætt
irrelevant.
Monopoll íknandi støðu og
monopoll íknandi prísir kunnu vit
saktans fáa um tveir stórir bankar
á marknaðinum kunnu gera sátt
um stóran rentumarginal ell a
høgar kostnaðir. Tveir bankar,
sum hóast eina ávísa kapping um
kundarnar, megna at gera sær
lívið lætt við tigandi avtalum um
príslegu og marknaðarpart. Hetta
hendir uttan mun til um eigarin
er føroyskur ell a útlendskur.
Man kundi enntá freistast til at
hildið, at møguleikin fyri slíkum
var minni, um annar eigarin var
útlendskur.
Um føroyski fíggingarmarknað
urin líður undir monopoll íknandi
brekum, kann ikki lesast av lóg
artextum. Álitið á at vit hava ein
”fult liberalan fíggingarmarknað”,
kann ikki grundast á eitt lógarverk
eina. Um skil er á kappingini á
fíggingarmarknaðunum, kann
einans metast út frá um prísirnir,
viðskiftafólkið skal gjalda, eru
kappingarførir við umheimin. Van
din fyri monopolisering er altíð
til staðar um ein ell a tveir bankar
fáa ov fast tak á marknaðinum,
og tað er støðan, uttan mun til
hvør ið eigur bankan.
Útlendingar eru ikki verri enn
onnur fólk.
Hermann Oskarsson er stjóri á Hag
stovu Føroya. Hann er búskaparfrøð
ingur og fyrrverandi formaður í
Búskaparráðnum
rligir?
Privatir skora milliónaupphæddir
“Føroyingar all ir” ell a “Føroya fólk” fær bara ágóðan á ein hátt – og tað er um mest møguligt
fæst fyri bankan í fríari sølu. Men, verður bankin seldur eftir gald andi leisti, fáa nakrir privatir
kapitalsterkir føroyskir grunnar ein møguleika at skora upphæddir í fleirfalda milj ónklassanum,
meðan ein vælbjálvað miðalstætt við pengum á kistubotninum fær hinar vælkendu silv
urpengarnar fyri at verða eiðsvorin. Fyri at vera tigandi parlamentariska grundarlagið
undir heimamarknaðarverju og isolasjón frá útlendskari kapping.
- Eitt minsta mark av skili má vera í. Um onkur eigur meirilutan í Føroya
Banka, so hevur tað als onki við monopolisering av føroyska fíggjarmar
knaðinum at gera. Um viðkomandi var útlendingur ella føroyingur, er rætt
og slætt irrelevant, sigur Hermann Oskarsson