fríggjadagur 23. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • 23. - 25. mars 2007
Vikuskifti
4
39 ára gamli Jens Martin Knud
sen hevur í nógv ár verið ein av
fremstu málverjunum. Tað er ikki
so langt síðani, at hann gavst á
landsliðnum, og hann spælir enn
við NSÍ í bestu deildini.
Hann var við í Landskrona hin
tiltikna dagin, tá ið Føroyar vunnu
móti Eysturríki. Har spældi hann
ein branddyst, og síðani hevur
hann verið heimskendur fyri sína
topphúgvu.
Tað eru mangir útlendingar,
sum kenna ”málverjan við
topphúgvuni”.
Tað var tó rættiliga tilvildarligt,
at Jens Martin endaði millum
stengurnar.
– Eg havi altíð verið málverji.
Eg minnist, at eg ofta spældi í
Klaksvík, tá ið eg ferðaðist har,
tí at tað var ikki nakar skipaður
fótbóltur í Runavík. Eg kendi ikki
so nógv til fótbólt, og tí varð eg
settur í málið, og har havi eg
verið síðani, sigur Jens Martin.
Topphúgvan orsakað
av heilaskjálvta
Heimskenda topphúgvan hevur
í mong ár sitið á høvdinum hjá
Jens Martini til dystir. Sosialurin
spyr hann, hvussu topphúgvan
kom uppí spælið.
– Húgvan er frámerkið hjá mær,
sigur Jens Martin og flennir.
– Eg spældi sum 14 ára gamal
og fekk ein heilaskjálvta. Eg
fekk forboð fyri at spæla frá
læknanum, men eg var ungur, og
eg legði ikki so nógv í forboðið.
– Læknin segði, at eg kundi
spæla við hjálmi, men tað var ikki
loyvt. Tí smekkaði eg húgvuna
uppá fyri at gera læknan og
mammuna nøgd, sigur Jens
Martin við einum smíli.
Jens Martin valdi tó at lata
húgvuna vera eftir í skuffuni,
tað eina tíðarskeiðið. Hann vildi
kanna, um húgvan møguliga
forðaði honum í at koma longri
sum fótbóltsleikari.
– Tað var gjørt so nógv fjas
burturúr húgvuni. Eg helt kanska,
at tað skaddi meg eitt sindur sum
fótbóltsleikari, at húgvan fekk so
stórt ansni.
– Tí vildi eg vita, um húgvan
var ein forðing fyri at koma víðari
á yrkisleiðini.
Skeiv avgerð
Nú heldur Jens Martin tó, at tað
var ein skeiv avgerð, hann gjørdi,
tá ið hann ”droppaði” húgvuna.
– Tað var ein býtt avgerð.
Húgvan var mítt brand, og eg
hevði kunnað livað við fordómum
frá ávísum fólki, sigur Jens
Martin.
Jens Martin fór sum ungur
niður á fótbóltsskúla, har ið hann
spældi í Frederikshavn. Hann kom
tó upp aftur í 1988, tá ið elsti
sonurin varð føddur.
– Tað gekk væl niðri. Eg kom
so heim, tá ið sonurin varð
føddur. Kanska bíðaði eg ov
leingi við at fara niður aftur. Eg
hevði helst havt møguleikan at
fingið sáttmála við okkurt lið, um
vit høvdu flutt niður tá beinan
vegin, sigur Jens Martin, sum
tó hevur roynt at spæla fótbólt í
útlandinum.
– Eg spældi í Íslandi við Leiftur.
Har gekk væl, og eg varð tvær
ferðir valdur sum ársins leikari
í felagnum, og einaferð var eg
nummar tvey í kappingini um
at gerast ársins leikari í øllum
Íslandi, sigur Jens Martin.
- Eg havi eisini roynt meg í
Skotlandi hjá Ayr United. Har
gekk væl, men eg fekk ein
diskosprolaps, og tað setti meg
aftur. Eg hevði kunnað komið
uppá toppin í Skotlandi, um
Jens Martin Knudsen er kanska okkara
fremsti málverji gjøgnum tíðirnar. Hann er
vorðin heimskendur fyri sína topphúgvu. Jens
Martin greiður í samrøðu frá upprunanum til
topphúgvuna, væl eydnað fótbóltsupplivilsir
og mistar møguleikar
Jens Martin
um skúlan
Mær dámdi ótrúliga væl at ganga í skúla.
Eg havi nógv góð minnir frá skúlatíðini.
Jens Martin um
Jákup Mikkelsen
- Vit báðir hava fylgst allan vegin. Hann var við fyrsta
dystin í 1988, men bleiv síðani burtur úr myndini. Eg haldi,
at hann fór at spæla úti. Hann kom við aftur, tá ið hann
fór niður og spældi við Herfølge. Vit hava havt ein dyst til
strikuna alla tíðina um at standa millum stengurnar. Vit
eru góður vinnmenn, men tosaðu ikki saman beint eftir, at
valið var tikið
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Ein heilaskjálvti førdi