Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Ford Cortina kom fyrstu ferð á marknaðin í 1962. Bilurin var í stødd millum táverandi Ford Anglia og Ford Zephyr – sum eisini vórðu gjørdir í Onglandi. Vanligi Ford Cortina hevði 1,2 litur motor við 49 hk, meðan Lotus útgávan, sum tann hjá Joachim prinsi, hevur 1,6 litur motor við 165 hk. Umframt hesar gjørdu teir eisini ein Cortina Super við 57,5 hk og ein Cortina GT við 75,5 hk, báðir við 1,5 litur motori. Ford Consul Cortina kom fyrstu ferð á marknaðin í 1962. Seinni fall navnið Consul burtur, og teir vóru bert nevndir Ford Cortina Ford Cortina kom á marknaðin í 1962 sum rallykoyrari Teir fýra í Cortina Racing Team: Joachim prinsur, Martin Berner, Oscar Davidsen Siesbye og pápin Adam Siesbye Bilarnir verða fluttir í Kentwort lastbilinum, sum er bygdur um til endamálið. Á triðju myndini eru bilarnir hjá Cortina Racing Team inni í forteltinum til lastbilin