mánadagur 23. apríl 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Bilasøla
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er sum at koma inn í ein fíggjar
stovn at koma inn í móttøkuhølið hjá
Auto Service við Oyggjarvegin í
Havn. Samstundis sum starvsfólkini
sita við teldurnar og avgreiða kundar,
eru tey til reiðar at veita teimum,
sum koma inn á poleraðu gólvini eina
góða tænastu.
Síðan vit byrjaðu okkara virksemið
við P/F Auto Service í november
2005, hava vit arbeitt miðvíst við at
umbyggja og nútímansgera
fyritøkuna soleiðis at vit á øllum
økjum kunnu liva upp til tað, sum
starvsfólk og kundar okkara eiga at
vænta av eini nútímans fyritøku,
sigur Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto
Service.
Fólkini í kundamóttøkuni arbeiða
saman sum eitt team. Umframt
kundamóttakara eru eisini fólk frá
eykalutagoymsluni, verkførarar og
tekniski leiðarin har. Tey eru til reiðar
at hjálpa kundanum við einum
hvørjum fyrispurningi - um bilurin
skal á verkstað, keyp av eykalutum
ella annað í hesum sambandi. Øll
sum sita har hava ábyrgd av, at
kundin verður avgreiddur.
Filosofiin aftanfyri hetta konseptið
er, at kundin altíð skal kenna seg væl
at koma inn til Auto Service – hann
fær eina góða tænastu og verður
avgreiddur beinanvegin, sigur Árni
Rasmussen.
Virka sum ein eind
Tvær høvuðsinngongdir eru inn í
bygningin, ein í ovaru hædd, sum er
beinleiðis til kundamóttøkuna til
bilverkstaðin, eykalutagoymsluna og
skrivstovuna, og ein til bilasøluna,
sum er í niðaru hædd.
Auto Service skal
Fyri viðskiftafólk, sum vitja fyritøku okkara, skal
tað kennast sum ein verulig uppliving, bæði
tað tey síggja, og tænastan tey fáa, sigur Árni
Rasmussen, stjóri í P/F Auto Service
Framsýningarhøllin hjá Auto Service er
ein tann størsta av sínum slagi í landinum
– ljós og innbjóðandi við plássi fyri 18 – 20
bilum. Á myndini eru f.v. sølumenninir Páll
Danielsen og Heðin Weihe. Umftamt teir
báðr eru Otto Andreasen John P. Wilhelm
eisini sølumenn hjá Auto Service
Mynd: Álvur Haraldsen