mánadagur 23. apríl 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Myndin er tikin á keiuni í Klaksvík
í sambandi við móttøku av Fisher
Heinesen í 1955. Hetta var undir
læknastríðnum. Vit síggja gomlu 8-
kantaðu kioskina og fleiri bilar. Bilarnir
fremst á myndini eru ein Standard
Vanguard frá uml. 1954 og ein Morris
Oxford frá 1952 (við føroyskum flaggi).
Við kioskina stendur ein Austin A30
Úr myndasavninum hjá Manna W. Høgnesen:
Gamlar myndir úr Klaksvík
Myndin er tikin tá Bilstøðin Bil í Klaksvík
byrjaði í 1964. Bilarnir eru f.v.: Morris Oxford,
Simca Aronde, Opel Kaptain, Ford Zephyr og
Peugeot 404
Í 1975 løgdu støðirnar Bil og Auto í Klaksvík saman og bygdu hesa nýggju støðina. Bilarnir
eru f.v.: Toyota Crown, Ford Taunus, Toyota Crown, Mazda 929, Toyota Crown, Toyota
Crown, og Fiat 132. Sum tað sæst á myndini er meira enn helmingurin av bilunum av
merkinum Toyota Crown. Støðin hevði telefon nr. 55555.
Ein kranabilur hjá Hugo Gardar, sum
hivar eina maskinu uttanfyri Klaksvíkar
Dampvaskarí í 1969. Bilurin er ein Ford
Thames Trader (nr Fø.452)
Fyrsta nýggja ambulansan í Klaksvík: Ein
Mercedes-Benz nr. Fø.5581
Soleiðis var flutningurin av bilum í
gomlum døgum. Myndin er tikin í
Klaksvík í 1968, tá “Gardar” sigldi yvir
um fjørð. Ein hvítur Mazda 1500 er
júst hivaður umborð