mánadagur 2. apríl 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 65 - 2. apríl 2007
Fyrsti vinnarin í
kappingini hjá G! og
eg.fo er funnin. Ann
Reynstind Jøkladal
vann fyrsta umfar við
tekstinum ”Og so
segði man”, har hon
fortelur um sína
uppliving av G!
Festivalinum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eg.fo skipar í samstarvi við
G!Festival fyri at kapping
við evninum: Lýs G!, tú
skal lýsa hvussu tú upplivur
at vera á G!?
Ongi mørk eru fyri,
hvussu tú sigur frá. Um tað
er við mynd, grafikki,
teksti, ljóði. Tey, ið duga at
lýsa sínar G!-upplivingar
upp á besta mátan, vinna
eitt festival pláss. Originali
tetur og stuttligur hugsunar
háttur eru leiðbeiningarnar
frá eg.fo og G!, restin er
upp til tey luttakandi sjálvi.
Ann Reynstind Jøkladal
vann fyrsta umfar av kapp
ingini fyri at skriva stuttligt
og erligt um sínar G!-upp
livingar, við orðingum, sum
nú verða brúktar til íblástur
í marknaðarføringini hjá
G!
Øll innkomin uppskot
verða mett, og tað allarbesta
kann enda í lýsingum og
kunning hjá G!
Tað eru fýra undanumfør
yvir tveir mánaðar, og tann
besta, flottasta, stuttligasta
og/ella mest kreativa lýsing
in verður kunngjørd aðru
hvørja viku. Vinningur er
eitt vikuskiftispass til G!
Festival, ið er galdandi fyri
allar festivaldagarnar. Ann
ika skal seinni í finaluni
kappast við hinar tríggjar
finalistarnar um tjaldingar
pláss, merchandise og eina
fløgu við G! bólki
Um tað er hóskandi, verð
ur lýsingin løgd út á G!
heimasíðuna .
2. kappingarumfar er nú
byrjað, og vilt tú vera við í
tí, skal lýsingin sendast inn
á eg@gfestival.fo í seinasta
lagi fríggjadag 6. apríl.
Tað ber eisini til at senda
lýsingina við postinum á:
G! Festival
Att: Kapping á eg.fo
Við Ánna 72
FO-512 Norðragøta
Ann vann fyri bestu lýsing av G!
Pet Shop Boys
spæla í Bergen
TÓNLEIKUR OG FERÐING
Tíðindaskriv
Seinastu tíðina hevur tað eydnast at fingið nógv stór nøvn
til Bergen. Seinasta stóra navnið, sum nú fer at vitja Berg
en, eru popplegendurnar Pet Shop Boys.
Teir báðir Neil Tennant og Chris Lowe góvu mitt í
80´unum út slagarin West End Girls, og síðan hava teir,
við sínum heilt serliga stíli, framleitt slagara eftir slagara.
Tey flestu munnu kenna sangirnar Go West, Rent, Heart,
It´s a Sin og ikki minst Elvis- nummarið Always On My
Mind. Nógv eru á einum málið um, at Pet Shop Boys
útgávan av Always on My Mind er tann besta útgávan av
sanginum nakrantíð.
Í heimlandinum Ongland hava teir ikki havt færri enn 20
sangir á topp 10 listanum seinastu 20 árini.
Teir hava eisini framleitt sangir fyri eitt nú Blur, David
Bowie, Robbie Williams og Tinu Turner.
Í samband við at Pet Shop Boys tann 27. apríl trínur á
pallin í Bergen skipar Smyril Line fyri konsertferð til
Bergen við Norrønu. Farið verður úr Føroyum hóskvøldið
tann 26. apríl og koma til Bergen fríggjadagin tann 27.
apríl.
Fríggjakvøldið kl. 21.00 trína Pet Shop Boys á pallin í
Grieghallen, sum liggur miðskeiðis í Bergen.
Norrøna siglur av Bergen sunnumorgun tann 29. apríl og
er á Havnini mánamorgun 30. apríl.