mikudagur 28. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 41 - 28. februar 2001
gult cyan magenta svart
Tað hevur gingið so
mikið væl við vega-
gerðini hjá J&K
Petersen, at vegurin
til tunnilsmunnan í
Vágum varð latin
NCC ein mánað fyri
tíðarfreistina
TUNNILSGERÐ
Edvard Joensen
á Reynsbakka:
Fyrsta skotið fyri undir-
stjóvartunnlinum
undir
Vestmannasundi Vágameg-
in, verður skotið týsdagin
27. februar 2001 klokkan
14.30. Borað varð fyri
skotinum mánadagin.
Kavi er, og glerpípurnar
hanga síðar niður úr hamr-
inum, sum gjørdur er við
inntakið. Tað er kortini væl
koyrandi eftir arbeiðsveg-
num suður av Fútakletti.
Lastbilarnir hjá Byggife-
lagnum J&K Petersen ferð-
ast aftur og fram við tilfari
til vegin. Ein gravimaskina
stendur í Marknaánni og
leggur oman yvir stálrørið,
sum gera skal brúnna um
ánna. Og longur suðuri er
ein onnur maskina í ferð
við at slætta tilfarið, lastbil-
arnir leggja eftir seg.
Suðuri móti inntakinum
stutt norðan fyri Kálvadalsá
eru menn í ferð við at
smíða. Teir gera skúrar av
samansettum
bingjum.
Sum skilst, skal hetta líka-
sum vera høvuðsstøð hjá
NCC, nú farið verður at
bora.
Ein bláur jeepur kemur
norður eftir vegnum. Tað er
bossurin hjá J&K, sum
hevur verið og hugt at,
hvussu stendur til har
suðuri við endan.
– Jú, tað gongur væl,
letur hann at. Vit skuldu
lata vegin til NCC tann 5.
mars, men lótu hann longu
tann 7. februar, sigur John
Petersen. Sostatt kunnu teir
skjóta væl fyrr, enn væntað.
Og teir eru við at gera
klárt til fyrsta skotið, sum
skjótast skal týsdagin 27.
februar.
Ein stór maskina við
trimum borum stendur og
borar inn í bergið. Fyrsta
tekinið til, at nú verður av
álvara farið undir boringina
hesumegin. Og gongur eftir
ætlan, fara teir at koma
saman undir Sundinum í
hesum árinum. Metingar-
nar siga, at tað verður um
mánaðarskiftið november/
december.
Tað rekur suður við land-
inum. Æðurnar liggja og
andøva út fyri. Tær tykjast
líkasum hava vant seg við
larmin. Tær munnu vera
vanar við eitt sindur av
hvørjum her fram við
landinum suður frá Oyrar-
gjógv.
Tað tjúknar norðuri í
Sundinum. Enn eitt kavaæl
er á veg, so best er at fáa
tikið eina mynd, áðrenn ov
tjúkt verður, og so bara
sleppa sær norður aftur á
vegin og upp um hálsin.
Í morgin verður neyvan
so rúmligt her suðuri.
Ivaleyst verða tá fleiri, sum
eru boðin at koma framvið
at síggja, tá fyrsta skotið
verður latið av fyri tunnils-
boringini úr Vágum undir
Vestmannasund.
Teir bora á Reynsbakka
Norðoya Fornminna-
savn hevur sett peng-
ar av til at gera
grevsturin niðri í
Toftum á
Borðoyarvík lidnan.
Arbeiðið byrjaði í
1969
FORNMINNI
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Fríggjadagin
hevði Norðoya Fornminna-
felag aðalfund, og á hesum
fundi vórðu nýggj fólk vald
í nevndina.
Jógvan Lützen og Heðin
Jóhannesen avloysa Símun
Petur Sólheyg og Símun
Dahl.
Umframt teir eru Hanus
Poulsen, Bjarni Ziska Dahl
og Mildrid Petersen í
nevndini. Nevndin hevur
ikki skipað seg enn, men
Hanus Poulsen var formað-
ur.
Norðoya Forminnafelag
eigur og rekur Norðoya
Fornminnasavn, har tveir
savnsvørðar starvast.
Grava á Borðoyavík
Í rakstrarætlanini fyri 2001
eru pengar settir av til at
gera grevsturin niðri í Toft-
um á Borðoyarvík lidnan.
Har eru toftir frá miðøldini
at finna.
Arbeiðið byrjaði í 1969
og helt í fyrstu syftu fram
til 1972. Síðani var einki
gjørt fyrr enn í 1989 og
1990, og nú ætlar Norðoya
Fornminnasavn, at grevst-
urin skal gerast liðugur í ár.
Tað er Føroya Fornminnis-
savn, sum stendur fyri ar-
beiðnum, men Norðoya
Fornminnasavn er sinnað at
verða við í arbeiðnum fyri
at fáa tað liðugt.
Ætlaðu at tyrva
Í fjør fekk Norðoya Forn-
minnasavn annars at vita
frá Føroya Fornminnis-
savni, at ætlanin var at
tyrva útyvir toftirnar niðri í
Toftum, og harvið enda
rannsóknirnar har.
Hetta skuldi gerast, tí so
long tíð var liðin, síðani
toftirnar vóru rannsakaðar,
og eisini tí at økið mátti lat-
ast eigarunum aftur.
Norðoya Fornminnasavn
mótmælti, at útgrevsturin
varð tyrvdur, áðrenn øll
rannsókn var liðug.
Í samrøðum víðari við
Norðoya Fornminnasavn,
hevur Norðoya Fornminna-
savn fingið at vita, at tyrv-
ingin
møguliga
verður
slept, og at rannsóknin
helst verður uppafturtikin
og gjørd endaliga liðug í ár.
Nólsoyar Páll
Norðoya Fornminnasavn
setti seg í fjør í samband
við Føroya Fornminnissavn
og Klaksvíkar kommunu
fyri at kanna, um møguleiki
var at loysa bátin Nólsoyar
Páll frá savninum á ein ella
annan hátt.
Bæði Føroya Fornminn-
issavn
og
Klaksvíkar
kommuna ynsktu, at Norð-
oya Fornminnasavn fram-
haldandi hevði bátin undir
sær, og hesir stovnar vilja
hjálpa til, um báturin gerst
ov tung byrða fyri savnið.
Í fjør varð nýggjur teym-
ur gjørdur til Nólsoyar Páll,
so hann aftur liggur trygt,
og motorurin hevur eisini
verið gjøgnumgingin og er
í góðum standi.
Pengar til gamlan grevstur
Báturin Nólsoyar Páll fekk í fjør nýggjan teym, so hann aftur
liggur trygt innast á vágni í Klaksvík. Norðoya Fornminnasavn
umsitur og rekur bátin.
Mynd: Jens Kristian Vang
Ferðavinnan í
Norðoyggjum hevur
sett nýggjan leiðara,
og í tí sambandinum
verður almenn
móttøka hósdagin
FERÐAVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Fyrsta dagin í
mars
tekur
Christian
Olsen við starvinum sum
leiðari á Norðoya Kunn-
ingarstovu, og hendan
dagin verður almenn mót-
tøka á Kunningarstovuni í
Klaksvík.
Bygnaðurin fyri Kunn-
ingarstovuna verður sam-
stundis broyttur nakað, og
arbeiðsuppgávurnar verða
meiri fjølbroyttar.
Almenna
móttøkan
verður
hósdagin
frá
klokkan 16.00 til 18.00 í
hølunum hjá Norðoya
Kunningarstovu í býráðs-
húsunum.
Sjónlig
Seinastu dagarnar hevur
Kunningarstovan
verið
afturlatin, meðan onkrar
broytingar hava verið
gjørdar í hølunum
– Nevndin hevur longu
sett út í kortið fleiri ynski
um, hvussu Kunningar-
stovan skal koma at virka
í framtíðini, og vit vóna,
at norðoyingar koma at
taka væl undir við ar-
beiðnum hjá Kunningar-
stovuni, sigur Finn Jo-
hannesen, formaður í
nevndini fyri ferðavinn-
una í Norðoyggjum.
Nevndin ætlar, at Norð-
oya Kunningarstova skal
gerast ein sjónligur partur
av handilslívinum, ferða-
vinnuni, vunnulívinum og
mentanini í Norðoyggj-
um.
Norðoya Kunningarstova
gerast sjónligari
Hósdagin hevur Ferðavinn-
an í Norðoyggjum almenna
móttøku í sambandi við, at
Christian Olsen tekur við
sum leiðari á Kunningar-
stovuni í Klaksvík
PRAKTIKK
Oda Ellingsgaard
Í
mótahandlinum
Vero
Moda, sum liggur inni í
SMS, stendur ein nýggjur
praktikantur,
hon
eitur
Silvia Maria Højgaard.
Hon er úr Runavík, og
gongur í 10 flokki í Runa-
víkar Kommunu Skúla.
Hon byrjaði sum prakti-
kantur í Vero Moda mána-
dagin 19 februar, og skal
vera har í 2 vikur.
Hon valgdi Vero Moda tí
at henni dámar sera væl
klæðir, og vildi prøva ar-
beiðið.
Hiðartil
hevur
henni
dáma sera væl. Arbeiðs-
fólkini hava tikið sera væl
ímóti henni, og hon hevur
longu
lært
nógv
um
handilin.
Hon skal møta hvønn
morgun kl 9.00 og fær fríð
kl 17.30.
Hon byrjar dagin við at
dustsúgva allan handilin,
og síðani skal hon pussa
speglini í umklæðingar-
rúminum, restina av deg-
num gongur hon rundt í
handlinum og ruddar upp í
klæðunum, og tekur fyri frá
kundum.
Sjálvt um henni dámar
hetta arbeiði sera væl, so er
hetta ikki eitt arbeið sum
hon hevði tíma haft í longri
tíð.
– Hetta arbeiðisplássi
krevur ikki tað stóra av
einum persóni, og her alt ov
líti av avbjóðingum. Men
hetta er naka sum eg bara
vildi prøva, og tað hevur
verði ordiliga skeg”, sigur
hon.
Tá ið Silvia er ligu við 10
flokk, ætlar hon sær inn á
Kamsdal í student. Hon
roknar við at taka sær eitt ár
fríð aftaná student, kanska
fer hon ein Interrail túr við
einari venindu.
Aftaná eitt ár frí ætlar
hon sær niður at lesa til
djóralækna.
Hon elskar djór, og orkar
ikki fyri at síggja djór
pínast og vil tí verða før
fyri at hjálpa teimun. Hon
heldur eisini, at tað ljóðar
sera spennandi.
Inni í The Body Shop,
stendur eisini ein prakti-
kantur; Sóley Magnussen
úr Lamba. Hon gongur
eisini í Runavíkar skúla.
Hon skal eisini verða í
praktik í tvær vikur. Hon
hevur nú verið í eina viku,
og henni dámar sera væl.
Hon bleiv væl móttikin
fyrsta dagin hon kom, og
tær hava verði sera blíðar
við hana.
Hon valdi at fara í praktik
í The Body Shop, tí at hon
vildi
læra
meira
um
vørurnar sum Body Shop
hevur. Og hon ætlar sær at
verða skurðlækni, og tá
skal ein duga at verða
reinligur, og tað lærur hon
eisini um í The Body Shop.
Síðani hon byrjaði hevur
hon vaska nógv, tí at í The
Body Shop leggja tey
stóran dent á at alt skal
verða reint og ruddeligt.
Hon hevur eisini lært at
smyrja sær sjálvum og
øðrum, hetta heldur hon
verða sera skeg.
– Mær dámar sera væl at
vera her, men hetta er ikki
ordiliga tað sum eg vil.
Men eg haldi at tað gott at
ein kan sleppa út í praktik
og royna ymisk arbeiði.
Men hetta hevur ikki broytt
mína meining, eg vil enn
verða skurðlækni”
Tað er sera gott at fólka-
skúla næmingar kunnu
sleppa út í praktik, tí at tað
hjálpir teimun sum ikki vita
hvat tey skullu, at seta sær
mál, og finna útav hvat tey
vilja við sínum lívið.
KONSERT
Oda Ellingsgaard’
Tann 9 mars verður konsert
við Michael Learns To
Rock í høllini á hálsi.
Atgongumerkir kosta 220
kr, og kunnu fáast í
kunningar stovuni í Havn.
Billettir verða sendar um
alt landið.
Michael Learns To Rock
er uttan iva ein av teimun
bestu donsku bólkunum
nakrantíð, og eru teir eisini
heimskendir. Tí verður tað
sikkurt sera spennandi at
fáa vitjan av teimun.
Michael Learns To Rock
hevur fyrr verið í Føroyum,
og tá dámdi teimun sera
væl her, og teir gleða seg tí
til at koma aftur til hetta
flotta landið, siga teir.
Bólkurin varð stovanaður
um várið í 1988, og longu
sama árið vunnu teir tvær
tónleikakappingar.
Àrið eftir fingu teir eina
plátukontrakt við danska
plátufelagið
Medley
Records, og útgóvu teirra
fyrstu single “The Actor”.
Ì 1991 komu teir so út við
teirra fyrstu fløgu, sum æt
“Michael Lears To Rock”. Í
tveir mánar seldu teir meira
enn 30.000 eintøk av henni.
Í 1993 kom so teirra
næsta fløga út, “Colours”,
sum seldi yvir 1,1 millión
eintøk og bleiv tann best
seljandi
danska
fløgan
nakrantíð.
Ì 1995 kom “Played On
Pepper” út, sum eisini bleiv
ein kanónsukses. Fløgan
seldi uml. 100.000 eintøk í
eitt hálvt ár, og lesarnir av
teimun
báðum
donsku
tónleikabløðunum Mix og
Vi Unge valgdu Michael
Learns To Rock, til ársins
danska bólk 1995, og
“That’s Why” til ársins
donsku single.
Ì 1996 útgóvu teir “Paint
My Love - Greatest Hits”,
og hon seldi meira enn 2,5
milliónur eintøk .
Ì 1999 góvu teir ymisk
Greatest Hits og Remix
fløgur út (umkring) í
verðini.
Michael Learns To Rock
halda fram við at spæla
saman, og teir klára tað
gott, tí at við teirra 5. fløgu
“ Blue Night”, sum varð
útgivin í november í fjør
seldu teir fyrsta dagin t.d
42.000
eintøk
bara
í
Indonesiu.
Michael Learns To Rock eru
sera kendir í Asiu og nú
royna teir at koma á
europeiska marknaðin
Læra at selja smyrsl og klæðir
Sóley Magnussen smyr her Silviu Højgaard, sum er í praktikk í Vero Moda
Mynd: Oda Ellingsgaard
Michael Learns To Rock
í Føroyum