mikudagur 28. februar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 41 - 28. februar 2001
gult cyan magenta svart
-Vit hava kent okkum
sum slept uppá fjall,
nú fleiri royndir at
fáa føroyskar politik-
arar til Bretlands eru
miseydnaðar sigur
Louis Wilson, for-
maður í FISC, sum
fegnast um, at fyrst
Jóannes Eidesgaard,
formaður Javnaðar-
floksins og nú eisini
Anfinn Kallsberg,
løgmaður vitja í
Bretlandi
FØROYAR OG
BRETLAND
Jan Müller úr London
Nú løgmaður er á al-
mennari vitjan í Bretlandi
verður helst eisini høvi til
at hitta føroyingar, sum eru
búsitandi har. Tað er annars
ikki oftani, at føroyskir
politikarar vitja í Bretlandi.
Nøkur ár herfyri varð for-
mansskapurin á tingi boðin
at vitja bretska parlament-
ið, men hann gjørdi av ikki
at taka av innbjóðingini, tí
hetta var júst um tað mund-
ið, tá føroyingar og bretar
samráddust um markið.
Men stutt fyri jól varð
formaðurin í størsta and-
støðuflokkinum á tingi og
fólkatingsmaðurin Jóannes
Eidesgaard boðin at vera
gestarøðari á árligu sam-
komuni hjá føroyska felag-
num í Bretlandi, FISC, sum
merkir “Faroe Islands So-
lidarity Committee”. Hetta
er sum so ikki eitt før-
oyingafelag men meira ein
áhugabólkur, sum roynir at
gera sítt til at betra um
umdømi Føroya í eitt nú
grindamálinum við at lata
sakliga upplýsing til miðlar
oo.
Til árliga døgurðan hjá
FISC í november í fjør var
Jóannes Eidesgaard boðin
at halda røðu sum annað av
føroysku fólkatingsumboð-
unum. Samkoman varð
sum vanligt hildin í donsku
kirkjuni í Regent´s Park.
Umframt fitt av føroy-
ingum vóru eisini innbod-
nir bretskir Føroyavinir.
Eftir væleydnaðu sam-
komuna skrivar ein av
bretsku gestunum, Brian
Hague í tíðindabrævi til
limirnar í FISC, at Jóannes
Eidesgaard
helt
eina
undirhaldandi røðu, har
hann greiddi frá, hvussu
bond vórðu knýtt millum
Føroyar og Bretland upp
gjøgnum árini. Hann minti
okkum á mongu hjúna-
løgini, sum vórðu úrslit av
bretsku hertøkuni av Før-
oyum undir seinna heims-
bardaga. Hann fegnaðist
eisini um at síggja nøkur
hjá hjúnaðarfeløgunum til
døgurðan.
Brian Hague skrivar, at
hetta var ein frálík løtu við
bert einum “kiksara”. Og
tað var føroyska ølið frá
Føroya Bjór, sum ikki
náddi fram til tíðina.
Louis Wilson er formað-
ur í FISC og hevur skipað
fyri fleiri slíkum “Føroya-
kvøldum” á hávetri. Hann
sigur við Sosialin, at tað er
sera hugaligt at síggja før-
oyskar politikarar í Lond-
on, líka mikið hvønn flokk
teir umboða. Hann fegnast
um at síggja løgmann á
vitjan.
Á samkomuni í fjør beyð
hann
annars
føroyska
fólkatingsmanninum
og
løgtingsmanninum
væl-
komnum. – Føroyska sam-
felagið her í Bretlandi
kennir seg eitt sindur
gloymt, nú tað er so torført
at fáa umboð fyri Føroyar á
vitjan í Bretlandi. Fyrst var
tað ein løgtingsnevnd, sum
varð boðin at vitja bretska
parlamentið,
men
sum
gjørdi av ikki at koma.
Løgmaður er so vorðin
bjóðaður at vitja av Tony
Blair fyri nøkrum árum
síðani, og vit bíða fram-
vegis eftir at síggja Anfinn
Kallsberg her. Vit hava
roynt at fáa út boðini til
bretar, at Føroyar eru næsti
granni Bretlands fyri norð-
an, men hetta hevur torført
við at festa seg í hugaheim-
inum hjá bretum, um føroy-
ingar halda fram við at
ignorera grannan fyri sunn-
an.
Louis Wilson helt tað tí
vera kærkomið høvi at fáa
ein føroyskan løgtings- og
fólkatingsmann til London
at vera gestarøðari á sam-
komuni hjá føroyingum
har. Nú er so aftur hol sett á
hetta ynskið við tað at
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur í hesum døgum er gestur
hjá bretsku stjórnini.
FØROYINGAFELAG Í
BRETLANDI
Jan Müller úr London
– Tað er mær ein stórur
heiður at sleppa at halda
hesa røðu fyri tykkum
føroyingum, sum hava gjørt
av at búleikast í Bretlandi
segði Jóannes Eidesgaard,
tá hann legði fyri sum
gestarøðari á føroyakvøld-
inum í London fyri góðum
tveimum mánaðum síðani.
Hann greiddi frá barna-
árum sínum á Tvøroyri í
50- og 60-unum, tá Tvør-
oyri bert var ein lítil fiski-
bygd.
– Í dag er nógv broytt har
við eini nútímans havn og
stórum fiskiskipum. Fyrr
vóru gomlu sluppirnar, sum
vórðu keyptar úr Bretlandi,
at síggja í bygdini og seinni
aftur bretsku og skotsku
trolararnir og línubátarnir.
Fyri okkum smádreingir
var keiin okkara spælipláss.
Har kundi tú rógva, meðan
tú fekst fyrsta sambandið
við hesa fremmandu ment-
anina. “Chocolate” var
fyrsta enska orðið vit lærdu
og vit høvdu sera góð
viðurskifti við sjómenninar
úr Hull, Grimsby og Aber-
deen.
Jóannes
Eidesgaard
greiddi víðari frá, at teir
byrjaðu at læra enskt í
fimta. – Sum nógv er
broytt. Í dag tosa allir
dreingir nærum flótandi
enskt, áðrenn teir fara í
skúla. Og tað er ikki ein-
dømi,
at
næmingarnir
standa seg betur í tí enska
enn lærarar teirra.
Síðani treiv hann í tann
søguliga partin og vísti á, at
írskir munkar vóru fyrstu
niðursetufólkini í Føroyum
og tóku teir við sær seyð,
sum seinni gav Føroyum
navn. Tá norsku víkingarnir
vórðu í velmaktini m.a. í
bretsku oyggjunum var
nógv samskifti. Men í
miðøldini minkaði hetta.
Fram móti endanum á 19.
øld fóru føroyingar undir
fjarfiskiskap og keyptu
skip úr Bretlandi. Síðani tá
hevur bretski fiskimarkn-
aðurin verið ein av høvuðs-
inntøkukeldunum.
Ein
beinleiðis
avleiðing
av
hesum er eisini, at mong
Boð eftir føroyskum
politikarum í Bretlandi
Søgulig bond knýta londini saman
Louis Wilson og Marjun King, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at bøta um umdømi Føroya
í eitt nú grindamálinum, fegnast um, at føroyskir politikarar nú eru oftani at síggja í Bretlandi
Mynd Jan Müller
Jóannes Eidesgaard
Framhald á næstu síðu
orð í føroyska málinum
hava sín uppruna frá hesi
tíð, eitt nú skeilett og leyt-
ari.
Jóannes
Eidesgaard
segði, at sambondini vóru
serliga sterk millum 1940
og
45,
tá
túsundtals
bretskir hermenn vóru í
hernaðartænastu
í
Føroyum.
Føroyingar
mettu hetta ikki hesa innrás
sum nakra hertøku men
meira sum eina neyðuga og
vælkomna verju fyri at
halda týskarar burturi.
– Frá hesum tíðarskeiði
komu mong ítøkilig úrslit.
Onkur av teimum sita við
borðið her í kvøld. Mong
væleydnað hjúnarløg mill-
um bretskar hermenn og
føroyskar gentur, børn og
abba- og ommubørn teirra
eru gleðiligar avleiðingar
frá hesum turbulentu árun-
um segði hann og helt
fram:
– Meðan kríggið var
uppá tað harðast fluttu
djarvir føroyskir fiskimenn
fisk úr Føroyum og Íslandi
til Bretlands. Íslendingar
veiddu fiskin men hildu
seg
aftur
at
fara
í
fíggindasjógv, og bretsku
hermenninir
vórðu
í
bardaga. Tí tóku føroyskir
fiskimenn á seg at tryggja
ein javnan flutning av fiski
til hart rakta bretska fólkið.
Tíðin kom at merkja eina
búskaparliga framgongd í
Føroyum men ikki uttan
miss av bæði fólki og skip-
um. Einki land undir kríg-
num misti lutfalsliga so
nógv fólk sum Føroyar. Tí
var tað heldur einki løgið í
tí, tá Churchill takkaði
okkum við orðunum, at
hetta
sum
føroyingar
høvdu gjørt fór ongantíð at
verða gloymt.
Í 90-unum var ferju-
samband millum Tórshavn
og Aberdeen. Vit føroy-
ingar tóku hetta til okkara
hjørtu.
Føroysk
virki
kundu keypa bíligari vørur
enn úr Danmark. Haraftrat
gjørdust
Ongland
og
Skotland
vælumtókt
feriupláss hjá føroyingum.
Hesi vøkru londini og
serstaka mentanin og ikki
minst blíða fólkið dró.
Tíanverri steðgaði hetta
ferjusambandið men eg eri
sannførdur um, at tað er
bara ein spurningur um tíð,
til tað verður latið upp-
aftur. Tit eru okkara næsti
granni segði Jóannes Eid-
esgaard og vísti á, at Før-
oyar eru við at gerast ein
oljutjóð, og tað er eingin
ivi um, at vit fara at njóta
væl av royndunum hjá okk-
ara grannum. Hann vísti
eisini á góðu marknav-
taluna,
sum
tað
varð
eydnast at fáa uppá pláss.
Hann vónaði annars, at
samstarvið millum londini
fer at mennast enn meira í
tíðini, sum kemur og ynskti
øllum føroyingum í Bretl-
andi
alt
tað
besta
í
framtíðini.
∆
Fyri fyrstu ferð í
søguni er ein før-
oyskum løgmaður á
almennari vitjan í
Bretlandi
ALMENN VITJAN
Jan Müller úr Bretlandi
Mánadagin byrjaði Anfinn
Kallsberg, løgmaður fyrstu
almennu vitja nina hjá ein-
um føroyskum løgmanni
nakrantíð í Skotlandi og
víðari til Onglands týsdag-
in. Við løgmanni er eisini
konan, tvey embætisfólk í
Tinganesi, Marjun Hanus-
sardóttir, løgmansstjóri og
John Rajani, løgmansskriv-
ari, Árni Olafsson, serkøn-
ur í føroyskum viðurskift-
um í danska uttanríkisráð-
num og Sofus Poulsen,
føroyskur umboðsmaður í
Aberdeen. Undir vitjanini í
London er eisini danski
sendiharrin, Ole Lonsmann
Poulsen við.
Mánadagin vitjaði løg-
maður ymisk pláss í
Abeerdeen, oljufeløg og
almennar
myndugleikar.
Løgmaður nýtti høvi at
hitta umboð fyri býráðið í
Aberdeen, og hann var
eisini gestur hjá fleiri av
oljufeløgunum, sum hava
leitiloyvi við Føroyar, eitt
nú BP, Agip og Amerada
Hess. Vitjað var eisini á
“Briggs Marine Environ-
mental Services”.
Seinnapartin gekk leiðin
til Edinæburgh, har løg-
maður og fylgi vóru boðin
til døgurða saman við um-
boðum fyri skotska parla-
mentið og tingið í Hetlandi.
Týsdagin gekk leiðin til
skotska parlamentið, har
m.a. fyrsti ráðharrin fyri
Skotland, Jim Wallace tók
ímóti. Har nýtti løgmaður
høvi til at tosa við umboð
fyri fiskivinnuumsitingina
og somuleiðis var eisini
spurningurin um størri
sjálvstýri til Skotland um-
røddur. Vitjanin í Skotlandi
endaði við einum túri í tí
søguliga og vakra Edin-
burgh Castle, har løgmans-
hjúnini sóu The Scottish
Crown Jewels.
Seinnapartin gekk leiðin
til London við flogfari hjá
British Airways. Klokkan
18.30 var so stór móttøka á
donsku sendistovuni fyri
umleið 60 innbodnum, eitt
nú umboðum fyri oljufeløg
og bretskt vinnulív annars
og umboðum fyri føroyskt
vinnulív.
Mikudagin skal løgmað-
ur vitja á høvuðsstøðini hjá
British Gas, sum er við í
Amerada Hess samtak-
inum, har eisini føroyska
oljufelagið Atlantic Petrol-
eum er við. Eftir tað skal
løgmaður vitja ráðharran
fyri fiskivinnu og land-
búnað, síðani gongur leiðin
til “House of Parliament”,
har løgmaður fær ein bita í
The Churchill Room saman
við umboðum fyri parla-
mentið. Eftir tað stendur
orku- og ídnaðarmálaráð-
harrin Peter Hain fyri
tørni. Løgmaður verður so
eisini hjástæddur í sam-
bandi við “Questions to the
Prime Minister” og eftir tað
er varauttan ríkisráðharrin,
John Battle vertur. Løg-
maður fer heimaftur hós-
dagin. Men áðrenn tað
gongur leiðin um Keyp-
mannahavn, har Anfinn
Kallsberg skal luttaka í eini
stórari
fjølmiðlasending
um fullveldisætlanina.
ALMENN VITJAN
Jan Müller úr Bretlandi
Tað er ein væl nøgdur løg-
maður, sum eftir fyrsta dag-
in á vitjan síni í Skotlandi,
úttalar seg til Sosialin. –
Hetta hevur verið ein
ótrúliga spennandi dagur,
og nógv áhugavert er fyri
framman. Tað hevur verið
sera gagnligt at hitta og
skifta orð við bæði vinnu-
lívsfólk og politikarar í
Skotlandi og Hetlandi. Eg
kann longu nú siga, at eg
fari at arbeiða fyri at menna
samvinnuna við ikki minst
bretsku oyggjarnar, Het-
land, Orknoyggjar og He-
bridurnar og eisini við
Skotland. Vit eru jú næstir
grannar og tí skuldi tað
verið ein sjálvfylgja og
heilt náttúrligt, at størri
samvinna kom í lag, ikki
bert á tí vinnuliga økinum,
men eisini politiskt, fyri-
sitingarliga og mentanar-
liga.
Løgmaður sigur, at við-
urskiftini á eitt nú fiski-
vinnuøkinum eru so mein-
lík í Føroyum og Skotlandi,
at mugu vit til at halda
meira saman. –Eg fari at
gera mítt til at menna
samvinnuna við hesar góðu
grannar okkara fyri sunnan,
og tá gongd kemur á olju-
leiting og vónandi eisini
framleiðslu á bæði føroysk-
um og bretskum øki, so
verður hetta eisini nakað,
sum náttúrliga fer at skunda
undir samstarvið.
Fyrsta løgmansvitjan
í Skotlandi
Vil knýta tættari bond til bretsku
oyggjarnar og Skotland
Løgmaður skal mikudagin
hitta John Battle (á myndini
saman við Eyðun Elttør,
landsstýris manni) sum í dag
er varautta nríkisráðharri.
Hann var orkumálaráðharri
áðrenn tað
Mynd Jan Müller.
Framhald av síðu 6