Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ] meistaraheitinum H71 síðsta kappingarár, so vest­menn­ing­ar vóru ræt­ti­li­ ga væl brynjaðir til dystin. Hjá Kyndil kom tað eisini væl við, at Hjalti Jacobsen var blivin til dystin fús. Hann sat uttanfyri við skaða í fyrsta dystinum. Ein av jokarunum hjá VÍF, Johnny Joensen, var í­mill­um teir fyrstu sjey, sum byrjaðu á vøllinum. John­ny hevur altíð verið kend­ur fyri sín stríðsvilja og sítt góða verjuspæl, og hann var eisini settur at mans­ver­ja Høgna Klein frá fyrs­ta bríksli, og hetta tó­k­ tist vera ein góð avgerð hjá Lars Nedergaard. Sjálvt um ferðin var høg og spælið til tíðir rættiliga gott fyrstu løtuna, so tóktist Kynd­il vera nakað nervað av, at Høgni ikki var við í á­lops­part­inum. Teir tóku of­ta skeivar avgerðir í á­lops­ part­in­um, og hetta gav vest­ menn­ing­um góðar fyritrytir at taka leiðsluna, og teir tó­ku gleðiliga av mø­gu­leik­ an­um. Tað var nevniliga VÍF, sum kom betri frá byrjan. Teir høvdu eina sterka ver­ ju, og so riggaði álopið sera væl fyrstu løtuna. Teir komu ei­si­ni á odda 2-0 mest sum alt fyri eitt, og tá 10 minuttir vó­ru farnir, høvdu teir økt upp í 6-3. Vestmenningar só­tu á tí mesta, og um mið­jan hálvleikin hevði VÍF lagt seg á odda við fýra mál­um, og nú var líkt til, at teir kun­ du fara frá Kyndli. Rókur innstillaði kan­ón­ina So líðandi tóktist Kyndil tó ko­ma inn í dystin. Serliga í ver­ju­part­inum fingu teir bet­ur fatur á VÍF, og hetta gjør­di samstundis, at álopið ei­si­ni fór at koyra betur. Teir ótu eitt mál fyri og ann­ að eftir inn á VÍF, og tá fimm minuttir vóru eftir av fyr­ra hálvleiki, stóð brád­li­ ga á jøvnum 13-13. Nú var tað Kyndil, sum hev­ði yvirvág í spælinum, og vestmenningar tóktust han­ga nakað við høvdinum. Ser­li­ga ein spælari hjá Kynd­li hevði nú brádliga fing­ið fatur á rætta en­da­ nu­m. Eftir eina heldur keðiliga byr­jan, har hann sendi fleiri skot fram við málinum, so tók­ti­st Rókur Akralíð ve­ru­li­ ga at hava innstillað kan­ón­ ina síðstu 10 minuttirnar av fyr­ra hálvleiki. Hann fekk hei­li fýra mál hesa løtuna, og hetta var ein av hø­vuðs­ grun­dun­um til, at Kyndil tók tryggu leiðsluna hjá VÍF aftur. Við Høgna Klein úti av spælinum hevði tað ei­si­ni alstóran týdning fyri Kynd­il, at Rókur kom í gongd. Sjálvt um Kyndil hevði fing­ið fatur á rætta endanum síð­sta korterið av fyrra hálv­ lei­ki, so var tað tó VÍF, sum fór til hálvleiks við eini eitt máls leiðslu, men har var slett einki avgjørt enn. Gott spæl og spen­n­ing­ur Spælið hevði verið sera gott un­d­­an steðginum. Ferðin var høg, og tað sást á øllum brøg­d­um, at báðir partar vil­ du vinna dystin. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki helt góða spælið fram. Spælið bylgjaði úr ein­um enda í annan, og sjálvt um liðini sjálvandi gjør­du ávísar feilir, so spæl­ du tey til tíðir sera góðan og skjótan hondbólt. Tað var eisini týðiligt fyrs­ta korterið av seinna hálv­lei­ki, at hvørki av lið­un­ um vildi geva seg. Tey góvu seg fult út, og hetta gjørdi ei­si­ni, at dysturin bleiv sera spen­n­an­di. Liðini skiftust um at skjóta mál, men tá át­ta minuttir vóru farnir eft­ ir steðgin, megnaði Kyndil at leggja seg á odda fyri fyrs­tu ferð í dystinum. Het­ ta hildu teir líka til seinni hálv­leik­ur var hálvrunnin, so steðgaði fullkomiliga upp í eina løtu. Kyndil bleiv rakt av eini út­vís­ing, og hetta dugdu vest­menn­ing­ar at revsa til ful­nar. Teir tóku aftur yvir dys­t­in, og tá Kyndil aftur var fullmannað, var tað VÍF, sum var á odda við tveim­ um. Lítla løtu seinni reyk enn ein kyndilsmaður út, og enn eina­ferð blivu teir revsaðir hart av VÍF. VÍF fekk tvey mál upp í slag, og tá Kyndil aft­ur bleiv fullmannað, við bert fimm minuttum eftir at spæ­la, førdi VÍF við trimum mál­um, og dysturin tóktist ve­ra avgjørdur. Útvísingar kostaðu Sjálvt um fleiri í høllini helst mundu halda, at tey nú aftur máttu fara ein túr til Vestmanna sunnudagin, so vildu spælararnir hjá Kynd­li tað øðrvísí. VÍF bleiv rakt av tveimum út­vís­ ing­um innan ein minutt ímóti endanum av dystinum, og hesar blivu hart revsaðar av Kyndli. Tá báðir vestmenningarnir vó­ru komnir á vøllin aftur, stóð á jøvnum 29-29, og nú lík­tist Kyndil einum meis­ta­ ra. Teir vóru sera tendraðir he­sa løtuna, meðan vest­ men­n­ing­ar tóktust vera held­ur fjálturstungnir. Teir mis­nýt­tu eisini møguleikan at leggja seg á odda aftur, og so fór Kyndil í álop í hin­ um endanum. Teir megnaðu ei­si­ni at leggja seg á odda 30-29 við knøppum minutti eft­ir at leika, og so var lið­ ugt. Kyndil var á meis­ta­ra­ kós. VÍF gjørdi tó eina síðstu roynd, men misnýttu enn ei­na­ferð møguleikan, og so takk­aði Kyndil fyri og skor­ aði eisini síðsta málið í dyst­ in­um. Kyndil vann 31-29, og so tustu viðhaldsfólkini hjá høvuðsstaðarfelagnum inn á vøllin í einum gleð­i­s­ rú­s­i. Kyndil hevði vunnið meis­ta­ra­heit­ið annað árið á rað. Fyri tveimum vikum síð­ ani gav Suni Merkisstein bók út um fyrstu 50 árini hjá hondbóltsfelagnum Kyn­ d­­li, og longu nú, bert tvær vikur seinni, hava kynd­ils­ leik­ar­arnir lagt enn ein kapittul afturat glæsiligu søg­­uni hjá sigursvanda fel­ ag­num. 30. meistaraheitið í søg­uni var vorðin ve­ru­lei­ ki. VÍF-Kyndil 29-31 (16-15) Málskjúttar: VÍF: Sámal Joensen 8 (4), Áki Olsen 7, Ingi Olsen 7, Áki G. Olsen 5, Harald Joensen 1, Johnny Joensen 1 Kyndil: Rókur Akralíð 11, Ragnar Stakksund 5, Hans Áki Dal Christiansen 5 (5), Hjalti M. Jacobsen 3, Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 2, Ken Zachariassen 2 Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 5 Útvísingar: VÍF 5, Kyndil 2 Reytt kort: VÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA Brøndby skoraði trý brotsspørk Tá ið Brøndby sunnudagin fekk vitjan av Vejle í superliguni, skoraði Brøndby ikki færri enn trý brotssparksmál. Dysturin endaði 4-0 til heimaliðið. Fyrst var tað svenski Martin Ericsson, ið skoraði frá 11 metra blettinum. Stutt fyri steðgin fekk Brøndby aftur brotsspark, og hesaferð var tað Per Nielsen, ið fekk heiðurin at skjóta brotssparkið í málið. Eftir steðgin fingu teir gulu enn eitt brotsspark, og hesaferð var tíðin komin at royna okkurt nýtt. Ericsson rullaði brotssparkið ein metur til vinstru, har Morten Rasmussen kom við rúkandi ferð og setti bóltin í netið til 3-0. Ericsson skoraði seinasta málið. Súni millum teir fyrstu ellivu Eftir drúgvan skaðasteðg eydnaðist tað sunnudagin Súna Olsen at endurvinna plássið millum teir fyrstu ellivu á superliguliðnum hjá AaB. AaB spældi í Odense, har úrslitið millum OB og AaB varð 1-1. Bæði málini vórðu skorað beinanvegin. Súni Olsen var høgri vongverji alla tíðina, og hann tók sær av fríspørkunum hjá AaB. Jón Rói Jacobsen var ikki á vøllinum