mikudagur 28. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 41 - 28. februar 2001
gult cyan magenta svart
– Vit mugu út á
privata marknaðin og
heita á byggifeløgini
um at koma við
alternativum loysn-
um, tí vit noyðast at
ásanna, at kommunan
ikki einsamøll megn-
ar at ganga øllum á
møti sum ynskja eina
bústaðarloysn, sigur
Jan Christiansen,
býráðsformaður í
Havn
BÚSTAÐARTROT
Turið Kjølbro
Rættiligur gravgangur er
eftir grundstykkjum í Tórs-
havnar kommunu. Í dag
bíða 330 fólk eftir grundøki
og hvønn dag koma nýggir
umsøkjarar á listan. Út-
stykkingarnar í Hoyvíks-
haganum fara skjótt í
gongd, og umframt tað hava
fleiri byggifeløg ætlanir um
at fara undir størri sethúsa-
bygging.
Í Hoyvíkshaganum verð-
ur talan um 170 nýggj
grundøki. Fólk kunnu velja
ímillum 300, 400 og 500
fermetrar
stór
stykki.
Íroknað eru eisini randar-
hús, sum verða bygd eftir
sama leisti sum Millum
Gilja og Inni á Gøtu.
– Upplendið rundan um
Havnina er ikki óavmarkað.
Tí mugu vit gera smærri
grundøki
eisini.
Fólk
ynskja ymiskar búloysnir,
og tey, sum ynskja tað,
skulu hava møguleikan at
keypa eitt minni grundøki.
Hyggja vit í miðbýin í
Havn eru nógv smærri hús
bygd á smá stykki. Í dag
hava vit nakrar ásetingar
sum eitt nú siga, at tú skalt
halda teg 2,5 metrar frá
mark, tá ið tú byggir. Á
teim smæstu grundøkjun-
um í nýggju útstykkingini
er ætlanin, at byggjast skal
heilt út til veglinju og til
mark hjá grannanum øðru-
megin, sigur Jan Christian-
sen,
býráðsformaður
í
Havn.
Bústaðarmynstrið
broytast
Við tí vøkstri sum er í høv-
uðsstaðnum í løtuni verður
um fá ár trupult at finna øki
til útstykkingar. Bústaðar-
mynstrið má tí broytast,
heldur býráðsformaðurin.
Hann ásannar eisini, at
kommunan
einsamøll
megnar ikki at ganga øllum
á møti sum ynskja eina
bústaðarloysn.
– Vit mugu út á privata
marknaðin og heita á
byggifeløgini um at koma
við alternativum loysnum.
Tað veri seg samanbygd
hús, íbúðarblokkar, tvíhús
ella annað. Á Berjabrekku
verða nógv hús bygd aftur-
at og ein onnur útstykking
afturat verður í Hoyvíks-
haganum, sigur Jan Christi-
ansen.
Her sipar hann til byggi-
felagið Guttesen & Staks-
berg, ið ætlar at stykkja út
við Løgmannabreyt. Talan
verður um eini 100 bústað-
areindir eftir nøkulunda
sama leisti sum húsini á
Berjabrekku.
– Byggifeløgini banka
uppá nú og vilja sleppa í
gongd, og vit kunnu ikki
annað enn taka væl ímóti.
Einasta kommunan skal
gera er at lata lendi og góð-
kenna byggiætlanina.
Arbeiðið bjóðast út
Tíðarætlanin yvir útstykk-
ingarnar í Hoyvíkshagan-
um sigur, at ráskitsan yvir,
hvussu økið skal síggja út,
skal verða liðug 1. mars.
Miðskeiðis í apríl verða
grundstykkini lutað út.
Høvuðsverkætlanin
skal
verða liðug í juli mánaði.
Eigarafelag skal setast á
stovn um sama mundið, og
síðani verður arbeiðið boð-
ið út seinast í juli mánaði.
Tá yvirtekur eigarafelagið
arbeiðið. Miðskeiðis í aug-
ust byrjar arbeiðið.
– Tíðarætlanin er kanska
nakað bjartskygd, men í
heyst skuldi arbeiðið verið
byrjað, sigur Jan Christian-
sen.
Býráðsformaðurin rokn-
ar við, at grundstykkjaprís-
urin fer at liggja um slakar
300.000 krónur fyri eitt øki
á 500 fermetrar.
Stóra tilgongdin til høv-
uðsstaðin trýstir ikki bert á
bústaðarmarknaðin. Bíði-
listin eftir dagstovnaplássi
veksur tilsvarandi, og skúl-
arnir í høvuðsstaðnum eru
um at verða fyltir nú. Í út-
stykkingini í Hoyvíkshag-
anum skulu dagstovnur og
skúli byggjast, og Jan
Christiansen roknar við, at
um ikki so langa tíð verður
farið undir at gera ein
barnaskúla.
– Okkum dámar sjálvsagt
væl at kommunan veksur
og hevur tað gott, men risa-
stóri vøksturin, sum er í løt-
uni, leggur eitt ógvuliga
stórt trýst á kommununa.
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
FERÐSLUTRYGD
Gonguteigar vanta
Hvussu ber tað til, at eingin
gonguteigur er til skúla-
børnini, sum skulu tvørtur
um landavegin at taka
bussin, sum koyrir út móti
Havnardali?
Hesin spurningur er eisini
beindur til teknisku deild
hjá Tórshavnar Býráð.
Svarið er, at ásannað verð-
ur, at tað er sera óheppið at
gonguteigar
vanta
á
Landavegnum – í Kina-
brekkuni – og eisini í
Mattalág. Vónandi verður
trupulleikin loystur, um
ætlanin við at gera rund-
koyring her verður framd.
Fyribils er eitt skitsuprojekt
í gerð.
Frælsið ótrygt
Nær hendir ein vanlukka í
ferðsluni uttan fyri Venj-
ingarskúlan? Eg spyrji, tí
eg beri ótta fyri henni, nú
alt er í einum eljuroki, tá
børnini fara í skúla á
morgni – bilar og børn
hvørt um annað. Hetta kann
ikki halda fram leingi aftrat
uttan at onkur vanlukka
hendir. Hvat ger Ráðið fyri
Ferðslutrygd fyri at loysa
henda trupulleika?
Nær ein ferðsluvanlukka
hendir, ber ikki til at siga.
Hinvegin mugu vit ásanna,
at ferðsluviðurskiftini á
Frælsinum við Venjingar-
skúlan eru ikki góð, um vit
hugsa um tey, sum skulu
yvir um vegin. Nógvir eru
bilarnir, sum koyra eftir
hesum vegi, og av tí at hann
er beinur og slættur, hava
bilførarar lyndi til at koyra
skjótari enn væl er. Frælsið
er sambindingarvegur mill-
um býarpartar og tí koyra
her nógvir bilar, sum ein-
ans vilja sleppa ígjøgnum,
og tað skjótast til ber. Um-
framt at fleiri skúlar eru í
økinum, er eisini ein nógv
vitjað bensinstøð. So tað
sigur seg sjálvt, at foreldur
kenna ótta á sær, tá ið børn
teirra skulu krossa vegin.
Tað ber sjálvsagt til at gera
broytingar í vegnum, so-
leiðis at annaðhvørt verða
børnini, tey “bleytu vega-
farandi” og bilarnir skildir
at, ella kann so verða skip-
að fyri, at bilarnir ikki
koyra skjótari enn t.d. 30
km/t. á teimum støðum, har
mest sannlíkt er, at børnini
fara yvir um vegin. Hvussu
hetta kann verða gjørt, skal
ikki verða komið inn á her.
Upp á spurningin, hvat
Ferðslutrygd ger fyri at
loysa trupulleikan skal
verða svarað, at vanliga fer
Ferðslutrygd ikki inn í
serstøk mál, men arbeiðir
meira generelt.
Spurningurin er eisini
settur Býráðnum og svarið
er, at tað er sera óheppið at
“bleyt vegfarandi” verða
blandað saman við ferðslu,
men hetta er ikki bara ein-
dømi við Venjingarskúlan.
Spurningurin verður lagd-
ur fyri ferðslunevndina í
næstum.
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
330 bíða eftir grundstykki í Havn
Nýggjasta ráskitsan yvir útstykkingarnar í Hoyvíkshaganum
– Við tí vøkstri sum er í høv-
uðsstaðnum í løtuni verður
um fá ár trupult at finna øki
til útstykkingar. Bústaðar-
mynstrið má tí broytast, sigur
Jan Christiansen, býráðsfor-
maður í Havn.
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroyar eru á skránni
bæði í dag og í
morgin í
Fólkatinginum, har
Poul Nyrup
Rasmussen skal
greiða frá um
undirgrundaravtalun
a og nýggjastu
útmeldingina úr
Føroyum um at
avlýsa
fólkaatkvøðuna.
SAMRÁÐ
Magnus Dam,
Keypmannahavn
Meira enn 1000 síður við
skjølum, frágreiðingum og
metingum
um
undir-
grundaravtaluna frá 1992
skulu í dag og í morgin við-
gerast í Fólkatinginum.
Forsætisráðharrin skal í
dag svara einari røð av
spurningum frá Peter Ska-
raup úr Danska Fólka-
flokkinum, og í morgin skal
Nyrup á fund við Føroya-
nevndina og Politiskt-Bú-
skaparligu nevndina um
undirgrundaravtaluna og
ætlanina hjá løgmani at av-
lýsa fólkaatkvøðuna í mai.
Peter Skaarup hevur mill-
um annað spurt forsætis-
ráðharran, um tað ikki er
so, at allur tann danski stat-
urin eigur oljuna og gassið,
sum møguliga er í undir-
grundini undir danska rík-
inum, sum hann málber
seg. Hann spyr eisini, um
avtalur, har hetta ikki ger
seg galdandi, eru ógyldug-
ar. Hesin spurningurin er
settur á skránna fyri fundin
í dag, og har skal forsætis-
ráðharrin greiða frá, um
hann er samdur ella ósamd-
ur við hesum sjónarmiðun-
um.
Peter Skaarup hevur eis-
ini sett forsætisráðharran-
um eina rúgvu av øðrum
spurningum
um
undir-
grundaravtaluna, og um
møguleiki er fyri at broyta
hana, og hesir verða helst
svaraðir í næstu viku.
Samráð í tveimum
nevndum
Tað er nógva skrivingin
seinastu
vikurnar,
sum
hevur fingið limir í Fólka-
tinginum at seta spurnar-
tekin við undirgrundar-
avtaluna. Hesar seinastu
dagarnar hava embætisfólk
leita í skjalagoymslunum
hjá donsku ráðharraskriv-
stovunum, og meira enn
1000 síður eru býttar út til
limir í Politiskt-Búskapar-
ligu nevndini og tí serligu
Føroya-nevndini.
Tær báðar nevndirnar
fara í morgin at sláa seg
saman í eina, og klokkan
9.30 kemur forsætisráð-
harrin at greiða frá inni-
haldinum í teimum mongu
skjølunum og støðuni ann-
ars hjá donsku stjórnini til
undirgrundaravtaluna.
Tað eru serliga teir
smærru flokkarnir í Fólka-
tinginum, sum seta spurn-
artekin við avtaluna, meðan
teir stóru flokkarnir ikki
halda, at stjórnin kann
nerta við avtaluna, nú
meira enn átta ár eru liðin,
síðani hon varð undirskriv-
að.
Hvørja støðu stjórnin
hevur, fæst at vita eftir
samráðið í morgin.
Frágreiðing um
fólkaatkvøðuna
Tað er kortini ikki bara
olja, sum verður á skránni í
morgin. Nú løgmaður hev-
ur boðað frá, at hann ikki
tekur undir við at halda
eina fólkaatkvøðu 26. mai,
so vilja fólkatingslimirnir
eisini hava eina frágreiðing
um hetta.
Fleiri teirra hava kallað
avgerðina hjá løgmanni fyri
eina klóka avgerð, men for-
sætisráðharrin vil ikki enn
gera viðmerkingar til út-
spælið hjá løgmanni. Á tíð-
indafundi í gjár segði Nyr-
up, at tað ikki er hansara
uppgáva at geva løgmanni
karakter, men hann stað-
festi, at vit nú enn einaferð
hava eina nýggja støðu.
Hesa
støðuna
hevur
Føroya-nevndin biðið um
eina frágreiðing um, og
hana skal Nyrup koma við í
samráðnum í morgin.
Vestlax og harvið
eisini PanFish ger í
løtuni útbyggingar á
smoltstøðini við
Laksá í Oyndarfirði.
Hendan støðin kann í dag
virka umleiðs tvær mill-
iónir smolt árliga og ætl-
anin er at økja hetta til
fimm milliónir árliga
Ein nýggj stór høll verð-
ur bygd í løtuni og hendan
skal tryggja Vestlaks smolt
í framtíðini. Panfish er
størsti útlendski eigarin í
Vestlaks samtakinum. Vest-
laks er í dag størsta alifyri-
tøka í landinum og hon
veksur skjótt.
je
Skotski fiskiflotin
stendur fyri eini
nýggjari avbjóðing.
Fyrst og fremst hava
teir sama trupulleik-
an at dragast við sum
allar aðrar fiski-
vinnutjóðir, nevniliga
ov lítlar kvotur, men
nú eru manningar-
trupulleikarnir við at
vaksa upp um oyri.
Skotar tíma ikki at sigla
longur og hetta kemst av at
framtíðin er ikki trygg hjá
fiskimonnum.
Óvissan
stavar fyrst og fremst av, at
tað er ikki longur lætt av
vera fiskimaður, tí skriv-
stovuveldi hevur tikið yvir,
kvoturnar verða minkaðar
og leiðir verða stongdar.
skrivar norska netsíðan
Intrafish.
Fyrr hevur tað verið so-
leiðis, at sonur hevur fylgt
pápa í yrkinum, men hetta
er broytt og nú er tað olju-
vinnan sum lokkar. Tá
skeið fyri fiskimenn vóru
hildin fyrr í ár var tað ongin
sum teknaði seg úr teimum
báðum týdningarmiklastu
fiskihavnunum í Skotland,
Peterhead og Fraserburg.
Trupulleikin er so
stórur í Skotlandi, at bátar
og skip liggja tí teir einki
fólk hava.
Dáma ikki sjólívið
Vestlax víðkar á Hellunum
Gólvuppboðssølan
Knappliga 11 tons vórðu seld á gólvsøluni hjá
Fiskamarknaðinum mánadagin, og høvdu í alt 15 bátar
landað hesa nøgd
Syslu–
nummar Skipanavn
Reiðskapur
kilo
FD 79
HAVØRNIN
SNELLA
76
FD 101
STRANDINGUR
LÍNA
69
FD 492
KLETTUR
LÍNA
281
TG 300
LÍÐARBRØÐUR
V/H. JOENSEN
SNELLA
3.546
TG 349
TRÝ DRANGUR SNELLA
512
TG 628
ALIS T
LÍNA
4
TG 670
VÍKABERG
SNELLA
850
TN 483
ÆGIR
LÍNA
4.134
TN 485
SNÆVAL–
HEYGGUR
LÍNA
152
VA 132
LÍV
SNELLA
58
VA 164
NIKLÁI
SNELLA
115
VA 28
ÁLITIÐ
SNELLA
180
VA 324
SKARVUR
SNELLA
172
VN 405 KRABBIN
SNELLA
300
VN 408 JÓNVØR
SNELLA
507
– Men skulu vit vera
við, skal nýggj sam-
gonga skipast. tað
frægasta hevði verið
at havt nýval til Løg-
tingið, sigur Jóannes
Eidesgaard, formaður
javnaðarfloksins
FULLVELDI
Áki Bertholdsen
–Tað er einki at ivast í, at
tað, sum løgmaður nú hev-
ur gjørt, minkar um hansara
trúvirði. Men kortini haldi
eg, at hann hevur tikið eitt
klókt stig.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
javnaðarfloksins,
staðfestir, at tað er hend ein
øgilig broyting í fullveldis-
tilgongdini hjá landsstýrin-
um.
Men hann fegnast um, at
fólkaflokkurin hevur lagt á
annan bógv og hevur
ásannað, at tann breiða
semjan, hann hevur sóknast
eftir, ikki kundi finnast
innanfyri teir karmar, sum
upprunaliga vórðu lagdir
fyri fullveldistilgongdini.
– Tí er tað onki at ivast í,
at tað, sum fólkaflokkurin
nú hevur lagt fram, liggur
munandi nærri tí, sum ein
stórur meiriluti av Føroya
fólki kann taka undir við.
Hann sigur, at uppskotið,
sum fólkaflokkurin nú hev-
ur lagt fram, líkist rættiliga
nógv
uppskotinum
hjá
javnaðarflokkinum
um,
hvussu viðurskiftini ímill-
um Føroyar og Danmark
skulu skipast. Sjálvt upp-
skotið hjá fólkaflokkinum
hava vit prentað aðrastaðni
í blaðnum.
–Tey fýra fyrstu punktini
í uppskotinum hjá fólka-
flokkinum, fær javnaðar-
flokkurin ongar trupulleik-
ar við at góðkenna. Tey eru
púra í samsvar við okkara
sjálvstýrislóg.
–Tað fimta punktið, um
at minkað blokkin niður í
onki eftir eini skipaðari
ætlan, eru vit ikki heilt
samd í. Vit halda ikki, at
veitingin skal fella burtur
eftir einum ávísum ára-
máli. Vit halda, at tað er
rættast at minka blokkin úr
Danmark so hvørt føroyski
búskapurin veksur.
Hinvegin
heldur
for-
maður javnaðarfloksins, at
yvirtøkurnar, sum fólka-
flokkurin nevnir í punkti
seks, eru ein spurningur um
politiska raðfesting, sum
eigur at verða nærri við-
gjørd.
–Búskapargrunnin taka
vit undir við. Men vit halda
kortini ikki, at hetta er eitt
mál, sum skal viðgerast í
hesum samanhagninum, tí
tað er eitt føroyskt mál
burturav.
Yvirvaldsrættur ongin
trupulleiki
Eitt, sum tjóðveldisflokk-
urin serliga heftir seg við í
nýggja uppskotinum hjá
fólkaflokkinum, er, at eftir
tí skal danskur yvirvalds-
rættur í Føroyum góð-
kennast. Men tað voldir
ikki
javnaðarflokkinum
trupulleikar
– Nú veldst um, hvussu
veruleikakent, ella veru-
leikafjart, vit uppfata hug-
takið yvirvaldsrættur. Hjá
javnaðarflokkinum er ong-
in ivi um, at vit eru í danska
ríkinum. Eftir okkara tykki
hevur ríkisfelagsskapurin
eitt innihald, tvs, at tað eru
summi málsøki, sum hoyra
ríkinum til og sum verða
umsitin av ríkisfelagsskap-
inum. Tað eru hesi málini,
ið Løgmaður í sínum upp-
skoti nevnir mál, "ið eru
tengd at yvirvaldsrætti ríki-
sins".
– Tí síggja vit ongan
trupulleika at góðkenna
danskan yvirvaldsrætt í
Føroyum á summum økj-
um, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Jóannes
Eidesgaard
nevnir undirgrundina sum
eitt dømi.
– Vit hava fingið lóg-
gávuvaldið og umsitingar-
vald yvir undirgrundini.
Men sjálvan yvirvaldsrætt-
in hava vit ikki fingið.
Men Jóannes Eidesgaard
leggur framvegis dent á, at
Javnaðarflokkurin fer ikki
at vera stuðulsflokkur hjá
samgonguni í hesum mál-
inum.
– Skulu vit taka lut í arb-
eiðnum at umskipa viður-
skiftini ímillum Føroyar og
Danmark, skulu vit hava
eina nýggja samgongu, sig-
ur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at tað rudd-
ligasta hevði verið at havt
eitt løgtingsval, so at veljar-
in fekk høvi at siga sina
hugsan. Ikki minst nú,
løgtingsval skal vera um
eitt ár kortini. Hinvegin er
tað til stóran skaða, at
málið
um
viðurskiftini
ímillum
Føroyar
og
Danmark ikki verður loyst,
tí sum er, tekur tað allar
politiskar kreftir, so at øll
onnur mál liggja á láni. Í so
máta hevði tað verið at
fegnast um, at hetta málið
fekk eina skjóta loysn nú.
Men í øllum førum skal
nýggj samgonga skipast,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Fólkaatkvøða og olja á skránni í Fólkatinginum
Løgmaður hevur borið seg klókt at