Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 28. februar 2001 11 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Leiðarin á venjingar- miðstøðini, Fragd og Fimi, í Havn heldur ikki, at føroysk ítróttafólk sum heild gera nóg nógv við styrkisvenjing. Hon er eisini sannførd um, at nógvir fyrimunir eru at vinna, um reglulig styrkis- venjing er ein partur av venjingini hjá hesum STYRKISVENJING Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Tað verður javnan ført fram, at føroyskir ítrótta- íðkarar eru alt ov illa fyri kropsliga, tá vit taka lut í altjóða kappingum. Ikki minst hevur hetta verið ført fram, nú hond- bóltslandsliðini hava verið í altjóða eldinum, men eisini innan aðrar ítróttagreinar verður hetta ofta ført fram sum størsta forðing okkara. Spurningurin er so, um hetta ikki er eitt øki, sum í mong ár hevur ligið á láni hjá íðkarunum. Kropsliga styrkin er sum so einasta eginleikin, har vit onga umbering hava, fyri ikki at vera nóg væl fyri. At ta- lentið ikki er til staðar í eins stórum nøgdum, sum í londunum kring okkum, er ikki so nógv at gera við, men júst viðvíkjandi styrki- svenjingini er sum so eingin umebering. Hetta er eitt øki, har tað bert er ein spurningur um venjing, og líkt er til, at alt ov lítið verður gjørt við hendan partin. Fá ítróttafólk Størsta venjingarmiðstøð í landinum er uttan iva Fragd og Fimi í Havn, og dagligi leiðarin, Jana Eidesgaard Thomsen, er eisini púra samd í, at ov lítið verður gjørt við hendan partin. – Tað eru rættiliga fá ítróttafólk úr t.d. hond- og fótbóltsfeløgum, sum eru her niðri og venja. Megin- parturin av kundunum eru heldur tað, sum vit kunnu kalla motiónsíðkarar. Altso fólk, sum eru her, tí teimum dámar at røra seg eitt sind- ur, og ikki sum liður í eini miðvísari styrkisvenjing til komandi kappingar. – Akkurát hesa tíðina av árinum eru tó nóg so nógv, sum venja regulera styrkis- venjing, men hetta kemst av, at kappróðrarfólkini gera nógv við hendan part- in av venjingini. Hvat er neyðugt Spurd, um hetta ikki eisini kann komast av, at eitt nú hond- og fótbóltsleikarar eru moyrir, tá tey hava lagt eitt drúgt kappingarár aftur um seg, sigur Jana, at sjálv- andi kunnu tey tá vera troytt. Hon leggur tó sam- stundis dent á, at styrkis- venjingarnar, sum liggja í steðginum millum kapp- ingarárini ikki nýtast at vera so nógvar í tali, sum venjingarnar í kappingarár- inum. – Tað er nóg mikið við einum trimum til fýra venj- ingum meðan kappingin liggur still, til at íðka eina veruliga miðvísa styrkis- venjing, sigur Jana. Hetta kann tykjast nógv hjá íðkarum, sum kanska hava sama tal av venjingum í kappingarárinum, men minnast skal tó til, at styrkisvenjingin ikki er eins bundin og vanliga venjing- in saman við liðfeløgunum. Venjingartíðirnar kunnu tillagast, so tær á bestan hátt sampakka við arbeiði og privatlív, og harumframt eru heldur ikki dystir, sum tyngja um skránna, meðan kappingin liggur still. Umframt hetta vísur Jana eisini á, at fyri at fáa sum mest av nyttu burtur úr styrkisvenjingini, er eisini neyðugt, at nakað verður vant meðan kappingin stendur við. Einar tvær ferðir um vikuna heldur hon vera hóskandi til hetta. Nógvir fyrimunir Umframt, at kropsligur veikleiki aloftast er ein bági, tá kappast verður í altjóða høpi, so vísir Jana eisini á, at talan er um fleiri aðrar fyrimunir við styrkis- venjing. – Tá farið verður undir vanligu venjingina, eru íðk- arar sjálvandi betri fyri, og tí verður vandin fyri skað- um væl minni. Ikki minst tí vøddar og liðbond tá eru von við at arbeiða hart. Í hesum sambandi kann eg vísa á, at seinastu tíðina er tað vorðið alt meira vanligt, at fólk, sum ætla sær á skí- feriu, koma at venja her, áðrenn farið verður avstað. – At standa á skí er ógvu- liga hart fyri liðbondini í knøunum, og eru liðbond- ini ikki von við at verða toygd, er skjótt, at skaðið kann standast av hesum. – Tað er sum so tað sama, sum er galdandi við øðrum ítróttafólki. Fótbóltsspæl- arar hava eitt nú ótrúliga ofta skaða í lærkrikarnum (lúskuni). Hetta kemst al- oftast av, at síðuvøddarnir í lærinum ikki eru nóg sterkir. Fremri og aftari lærvøddin er hinvegin sera væl fyri, men til tess at minka um vanda fyri skaðum, ræður um at skapa eina javnvág í kroppinum. Ymsar skráir At skírennarar skulu styrkja knøðini, fótbóltsleikarar lærsíðurnar og aðrir íðkarar okkurt triðja slag av vødd- um, ger sjálvandi eisini, at tað eru ymsar venjingar, sum ymsu ítróttafólkini hava tørv á. Hetta er Jana eisini full- greið um, og hon vísur eisini á, at hon ofta hjálpir til, tá serstakar skráir skulu leggjast. – Tað er, sum tú sigur, ymiskt, hvønn tørv ymsu ítróttafólkini hava, og tað finnast eisini hópatals venj- ingarskráir, sum eru skræddaraseymaðar til ymsu greinarnar. Eisini er talan um ymsar skráir, alt eftir nær á árinum talan er um, soleiðis at eitt nú rógvarar venja øðrvísi, um talan er um tungu várvenj- ingina, ella um tað meira løttu heystvenjingina. Sjónlig úrslit Tá vit soleiðis hava tikið saman um, hvat er neyðugt, fyri at ein verulig styrkis- venjing skal fremjast, er sjálvandi eisini nærliggj- andi at spyrja, hvørja nyttu íðkarin fær av hesum, tá veruliga stendur á. Tá kappingar eru í heimligum og altjóða høpi. Til hetta sigur Jana, at tað sjálvandi kann vera torført at máta, akkurát hvørja nyttu tey íðkandi fáa úr hesum, men at tað hjálpir, er hon ikki í iva um. Omanfyri hava vit nevnt, at kappróðrarfólk gera nógv við hendan partin av venjingini, og í hesum sam- bandi hevur Jana serliga hug at vísa á tveir bátar. – Kvinnurnar á Jarnbardi og menninir á Argjabát- inum hava talst millum støðugastu manningarnar her niðri, og úrslitini hjá teimum tala nokk eisini fyri seg, sigur Jana við einum smíli. Hon leggur tó afturat, at tað nokk ikki bert er styrkisvenjingin, sum hev- ur skapt úrslitini hjá hesum, men at hetta er ein partur, er hon ikki í iva um. Sostatt er helst nakað um tosið, tí júst hesar báðar bátsmanningarnar hava helst veri tær mest støðugu seinnu árini. Tær á Jarn- bardi fingu eisini sera gott úrslit, tá tær fyri knøppum ári síðani vóru á Scilly- oyggjunum, og í hesa ferð sleppa teir á Argjabátinum at royna seg í heimsmeist- arakappingini. Alt ov lítil av styrkisvenjing Jana Eidesgaard Thomsen heldur, at føroysk ítróttafólk gera alt ov lítið við styrkisvenjing Fyri at fáa fulla úrtøku úr venjingini, er neyðugt at javnvág er millum ymsu vøddarnar Fýra hondbóltsdystir eru á skránni í kvøld, og millum hesar eru tveir milum fremstu liðini hjá VÍF og Kyndli HONDBÓLTUR Jákup Mørk Miðvikuumfar er aftur í hondbólti, og meðan menn- inir hava fulla dystarskrá, er talan bert um ein dyst hjá kvinnunum, sum skal av- greiðast í kvøld. Misjavnar hjá Kyndli Einsamalli kvinnudysturin er í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Kyndli, og at tær á heimaliðnum eru favorittar, er einki at ivast í. Higartil hevur eingin staðið teimum kurl, og hóast missurin av Nicoletu helst verður svárur at bera hjá VÍF, so er ikki væntandi, at Kyndil megnar at gera nakað við oddaliðið. Tó so. Avrikini hjá Kyndli hava verið sera misjøvn seinastu dystirnar. Millum annað mundu tað eydnast teimum at koppa Stjørnuni í Klaksvíik, fyri síðani at spæla javnleik móti Tjaldri. Tey 30 málini móti VB boða eisini frá, at álopið kann gera nógv um seg, men hinvegin vitna 40 málini hjá VB um, at nógv skal gerast við verjupartin. Kanska verður talan tí ikki um nakran keðiligan dyst í Vestmanna kortini. Javnir dystir Hjá monnunum er, sum nevnt, fult umfar, og eisini her verður dystur í Vest- manna millum VÍF og Kyndil. Eins og hjá kvinnunum er VÍF her at rokna sum favo- rittar, men favorittleiklut- urin tykist tó ikki at vera eins greiður her. Seinastu dystirnar hevur spælið hjá oddaliðnum als ikki verið nakað serliga flótandi, men teir hava so kortini fingið fulla úrtøku úr dystunum. Hjá Kyndli hevur heldur ikki hilnast so væl eftir vetrarsteðgin, men í løtum sýndu teir móti Tjaldri herfyri, at teir framvegis eru førir fyri at spæla skjótan og ágangandi hond- bólt. Fáa teir hetta spæl fram, samstundis sum VÍF ikki kemur á rætta støðið, kann væl verða talan um ein sera truplan dyst hjá oddaliðnum. Í Havn hevur Neistin møguleika at nærkast heið- ursmerkjunum, tá StÍF kemur á vitjan. Fyri viku síðani hevði neyvan nakar ivast í at sagt, at StÍF var risafavorittur at vinna hendan dystin, men avrikini síðani hetta hava verið misjøvn hjá liðunum. Neistamenn spældu væl í Vestmanna, har teir vóru óhepnir at tapa, meðan StÍF misti stig á heimavølli móti Tjaldri, so í útgangsstøði tykist talan at vera um ein sera javnan dyst. Seinasti dysturin verður í Runavík, har H71 kemur á vitjan. Talan er um tey bæði niðastu liðini í deildini, og tí er á pappírinum lítil mun- ur á liðunum. Útgangs- støðið tykist tó betri hjá Tjaldri, sum helst eisini hevur fingið nakað av sjálvsáliti eftir javnleikin á Skála. Tað sama kann neyv- an sigast um hoyvíkingar, sum um vikuskiftið taptu sin 10. dyst á rað. Nr. 41 • mikudagur • 28. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Altjóða fótbóltssam- gongan, FIFA, fer í næstum at gera av, um enska reglan við verjugarðinum skal verða galdandi í altjóða høpi FÓTBÓLTSREGLUR Jákup Mørk Undanfarna og inniverandi kappingarár hava onglend- ingar verið eitt slag av royndarkaninum fyri nýggjum fótbóltslógum, sum sonevndi Task-Force bólkurin hjá FIFA hevur arbeitt við. Hetta er ein bólkur, sum arbeiðir við ymsum hugskotum, sum á einhvønn hátt kunnu gera fótbóltsspælið enn meira áskoðaravinarligt. Reglan, sum tað í hesum førinum snýr seg um, fevnir um verju- ella manngarðar- nar, sum verða nýttir, tá mótstøðuliðið fær fríspark. Við nýggju regluni er loyvt dómaranum at flyta bóltin 9,15 metrar fram, um mót- støðuparturin ikki alt fyri eitt førkar seg burtur, tá fríspark verður dømt. Eisini verður reglan nýtt, um so er, at verjugarðurin førkar seg fram, áðrenn sparkað verður. Viðførir hetta, at bólturin skal flytast inn um brotsteigamarkið, er talan framvegis um beinleiðis fríspark. Nakað sum italski framherjin hjá West Ham, Paolo di Canio, var greiður um, tá hann í einum dysti skuldi taka eitt slíkt fríspark. Meðan mótstøðumenninir bíðaðu eftir, at hann skuldi leggja bóltin til onkran viðleikari, gjørdi italiumaðurin ikki mætari enn at langa bóltin í meskarnar. Væl eydnaðar royndir Sum nevnt, so hava bretar nú roynt regluna á nærum tvey kappingarár, og sum skilst hava hesar verið sera væl eydnaðar. Fyrsta árið var talan bert um eina roynd í sonevndu Auto-Windscreen Cup kappingini, men hendan var somikið væl eydnað, at reglan í ár er roynd í øllum bretsku deildunum, um- framt at skotar eisini hava gjørt nýtslu av henni í ein- um av sínum steypakapp- ingum. Sostatt hevur reglan longu staðið sína roynd á høgum støði, og lítið er tí at ivast í, at FIFA fer at góð- taka uppskotið, tá hetta verður lagt fram á árliga stjórnarfundinum, sum verður hin 10. mars. Verður reglan viðtikin, kann roknast við, at før- oyskir spælarar verða noyddir at skikka sær eitt sindur betri eftir summar- steðgin í komandi lands- kapping. Vanligt hevur ver- ið í Føroyum, at reglur, sum FIFA setir í gildi 1. juli verða galdandi alt fyri eitt í Føroyum. Hetta var eitt nú eisini galdandi við nýggju málverjareglunum og nýggju rangstøðureglunum, tá hesar komu í gildi. Við eitt blað í heimlandinum sigur áleyparan seg vera kroystan at geva avboð til landsliðið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í gjár frrættist í donsku miðlunum, at høvuðs- staðarfelagið, FCK, hev- ur lagt trýst á álops- leikaran, Sibosio Zuma, so hesin hevur givið av- boð til komandi dystin hjá Suðarafrika. Í avísini, Sunday Tri- bune, verður Zuma end- urgivin fyri at siga, at hann hevur verið undir stórum trýsti frá arbeiðs- gevara sínum. – Vit eru í løtuni á triðja plássi í superlig- uni, og komandi heima- dystir okkara eru sera týdningarmiklir fyri restina av árinum. FCK hevur longu givið SAFA (Suðurafrikanska fót- bóltssambandinum) boð um, at eg ikki eri tøkur, stendur at lesa í blað- num. Suðurafrika skal spæla HM-undankapp- ingardyst móti Guinea, samstundis sum FCK í superliguni skal spæla Aab. Triði klassikarin So er at akta Zuma noyddur at geva avboð Frá 1. juli í ár verða fótbólts- leikarar í størri mun noyddir at akta dómaran