Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 41 - 28. februar 2001 gult cyan magenta svart Nr. 41 - 28. februar 2001 13 gult cyan magenta svart Tað eru ikki bert væl trimmaði ítróttafólk, sum finna leiðina fram til venjingar- miðstøðina, Fragd og Fimi. Størsti parturin av viðskiftafólkunum eru fólk, sum snøgt sagt vilja sleppa at røra seg eitt sindur KROPSVENJINGAR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Tá fyrstu venjingarmið- støðirnar komu til Føroya fyrst í áttatiárunum, vóru tað fyrst og frems fólk (nærum bert mannfólk), sum vildu hava stórar vøddar, sum vóru brúkar- arnir av hesum. Bodybuild- ing var ein ítróttagrein í tráð við tíðarandan, og tað vóru fyrst og fremst íðkarar av hesi ítróttagrein, sum gjørdu nýtslu av nýggja venjingarmøguleikanum. Leggur tú í dag leiðina fram við eini venjingar- miðstøð, er sæst tó alt fyri eitt, at tað ikki eru stóru bulmiklu vøddabyggjarar- nir, sum í størstan mun eru at síggja í hølunum. Tá vit báðir, myndamað- urin, løgdu leiðina fram við Fragd og Fimi vóru tað í øllum førum ikki hesi, sum nýttu ymsu tólini, sum eru tøk hjá teimum íðkandi. Tvørtur ímóti var tað at kalla púra vanlig fólk, kløn sum tjúkk, ið fyri tað mesta sóust gera nýtslu av hesum. Broyttur hugburður Jana Eidesgaard Thomsen, sum hevur verið leiðari á venjingarmiðstøðini sein- astu 1994, sigur eisini alt fyri eitt, at tað er farin ein stór hugburðsbroyting fram á hesum øki tey árini, hon hevur starvast á venjingar- miðstøðini. – Fyrst og fremst er tað soleiðis, at tað í dag er nógv meira vanligt, at fólk koma oman at venja so- nevnda motiónsvenjing. Skal ein seta tøl á hetta kann sigast, at tað í 1986, tá eg byrjaði at starvast her, at kalla bert vóru tey, sum vandu styrksivenjing, sum vóru her niðri. Í dag fevnur hesin bólkurin um minsta partin av viðskiftafólkun- um – í mesta lagi ein fimt- ing, sigur Jana. – Eisini er tað soleiðis, at tað í dag eru nógv fleiri konufólk at síggja her niðri. Eg vildi skotið upp á, at í dag er okkurt um helvtin av íðkarunum konufólk, með- an tað í 1986 var í mesta lagi 10%. Hetta hongur eis- ini saman við hugburðs- broytingini, sum hevur ver- ið. Tá varð tað ikki hildið at vera nakað serliga feminint at fara á eina venjingar- miðstøð, men hetta er so eisini broytt, sigur hon smílandi. Meðan vit so- leiðis standa og práta við Janu, kunnu vit heldur ikki annað enn geva henni rætt í, at tað væl ber til at venja og vera feminin. Tólini gera alt lættari Sum sagt, so er talan ikki bert um styrkisvenjing, tá fólk í dag koma oman í venjingarmiðstøðina, og við teimum tólum, sum í dag eru til taks, skuldi hetta so avgjørt ikki verið neyð- ugt. Gomlu – at líta til tungu – maskinurnar eru skiftar út við rennibond, súkklur og trappumaskinur, har allar upplýsingar kunnu lesast á telduskýggja. Eitt av tí, sum hoyrir til hendan teldu- skíggja, er ein pulsmátari, so fylgjast kann við, hvussu hart arbeitt verður. Jana greiðir eisini frá, at hesin parturin so avgjørt er neyðugur, tí tað er ymiskt, hvat fæst burtur úr venj- ingini, alt eftir hvussu hart tú arbeiðir. – Fólk halda ofta, at harðari venjingin er, meira fæst burturúr, men hetta er als ikki rætt. T.d. eiga fólk, sum skulu klænka seg venja við einum lægri in- tensiteti enn tey, sum eru fyri at koma í betri venjing. Feitt forbrenningin er nevn- liga effektivari, um kropp- urin ikki verður overvaður, greiður hon frá. Annars er hon sera fegin um nýggju maskinrnar, sum hon nú hevur fingið til vega. Hesar hava kostað rættiliga fitt av peningi, men Jana er sannførd um, at hetta ger tað bæði lættari og stuttligari at venja. Milum annað tí teldurnar ansa eftir, at vant verður við røttu ferðini, og eisini tí hesar eru somikið væl de- signaðar, at tað nærum ikki ber til at gera skeivar rørsl- ur við teimum. Fyri øll Hetta er eisini viðvirkandi til, at tað so avgjørt ikki er neyðugt, at vera í góðari venjing, áðrenn farið verð- ur oman at venja. – Her kunnu sum so øll koma. Eisini tey, sum so slettis einki orka, sigur Jana. – Eg royni altíð at vera nógv hjá fólki fyrstu venj- ingartímarnar. Bæði fyri at leiðbeina tey í nýtslu av maskinunum, men eisini fyri at ansa eftir, at tey ikki overva seg. Er áhugi fyri tí, geri eg eisini venjingar- skráir, tí hetta er eisini ein fortreyt fyri, at sum mest fæst burtur úr venjingini. Í sama viðfangi leggur hon afturat, at tey, sum koma oman at venja, eru fólk í øllum aldursbólkum, og sum vilja uppnáa full- komuliga ymisk mál við venjingini. – Vit hava klænkiskeið, spinning, styrkisvenjing og ymiskt annað á skránni, og sum heild er undirtøkan fyri hesum stak góð, sigur Jana Eidersgaard Thomsen at enda. Líka mikið, hvørt venj- ingin er ætla til at klænka seg ella til at byggja upp stórar vøddar, so er umráðandi at tilveran uttan fyri venjingarhølini er í samsvar við endamál- ið við venjingini. Jana er útbúgvin øko- noma, og ofta hjálpir hon eisini teimum, sum venja, at leggja matvanar sínar til rættis. Ikki minst, tá talan er um klænkiskeið, er hetta viðkomandi, men eisini hjá teimum, sum venja nógv, er umráðandi at kosturin er rættur, so tey hava neyðugu orkuna at venja. – Fyri tað um tú etur sunt, nýtist tað ikki at merkja, at maturin er keðiligur, ella at talan er um ein kur av nøkrum slag, sigur Jana. – Vilt tú klænka, er kanska neyðugt at broyta onkran óvana, so sum at nýta nógv smør á breyð- num, ella at fáa sær frukt, tá tú hevur hug at eta góðgæti. Aloftast er nóg mikið, at okkurt annað og sunnari verður etið, tá vit vanliga fáa okkum okkurt ábit, sum ikki er so gott fyri vektina, sigur Jana at enda. Kosturin skal vera rættur Øll vilja betra um heilsuna Nýggju venjingartólini eru í stóran mun ergonomiskt væl bygd, og teldur ansa eftir, at vant verður við røttu ferðini Uppskriftin hesa vikuna Gjestal Vestlandsgarn- Superwash Sport Damu og harratroyggjur Tlf. 312727