týsdagur 3. apríl 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 66 - 3. apríl 2007
TÓNLEIKUR
dagfinn@sosialurin.fo
Tað var av røttum eitt VIP
flogfar, ið lendi í Vágum
seinnapartin í gjár. Naser
Khader og føroyski bólkurin
200, Guðrun og Guðrun og
so sjálvandi countrylegand
an Kris Kristoffersson.
Og hóast fylgið av vernd
armonnum var til staðar í
samband við nøkur av
nevndu nøvnum, so svaraði
Kris fryntliga spurningum,
tá hann kom í Vága Flog
havn.
So ymisk og tó, nevndi
M. C. Restorff einaferð
eina útgávu. Og hesi orð
kunnu nýtast í samband við
hetta flogfarið flogfarið.
Tað var so ymiskt, hvørjum
bíðað varð eftir; Khader
ella vinum ella familju. Ella
Kris!
Eitt hitt størsta navnið
við flogfarinum var tó í
hugaheiminum hjá mongum
Kris Kristoffersson. Ein
hetja innan film og country
tónleik.
Kris
svaraði
fryntliga
teim spurningum, ið stundir
vóru at seta honum, innan
hann fór við føroyska mót
tøkufylginum av fyrireikar
um.
Veðrið var av tí fagrasta í
gjár, og hann segði seg fegn
ast um at koma til Føroya
og um konsertina í kvøld
var at siga, at tað verða tey
góðu og gomlu løgini, ið
verða at hoyra.
Seyðahunda
kapping við Gjógv
Leygardagin 14. apríl verður skipað
fyri seyðahundakapping norðuri við
Gjógv. Hetta er fyrstu ferð at skipað
verður fyri slíkari kapping við
Gjógv.
Kappast verður í øllum trimum
klassunum. Í klassa 1 eru teir yngstu
hundarnir, sum ikki eru so nógv
vandir. Í klassa 2 luttaka hundar sum
eru nógv vandir, men sum framvegis
hava ymiskt eftir at læra. Í klassa 3
eru bestu hundarnir í landinum.
Hetta eru hundar sum eru ógvuliga
væl vandir og sum kunnu sendast
langt eftir seyði. Í kappingini við
Gjógv verða teir sendir 400 – 500
metrar.
Byrjað verður miðskeiðis í Gjáar
dali klokkan 10.00. Fyrstu hundarnir
sum kappast eru teir í klassa 3, ella
teir allar bestu hundarnir. Tey sum
ynskja at síggja hesar hundarnar
mugu møta stundisliga klokkan 10.
Steyp og heiðursmerkir verða latin
til nr. 1,2 og 3 í hvørjum bólki.
Steypini eru latin av Føroya Shell.
Steypini verða handað á Gjáargarði
eftir lokna kapping. Í samband við
steypahandanina verður okkurt leski
ligt at fáa undir tonnina.
Dómari verður Hans Joensen.
Blíður Kris Kristoffersson
komin til Føroya
Kris Kristoffersson svaraði høviskur spurningum, meðan hann helt leiðina mót móttøkufylginum av fyrireikarum, ið komnir vóru
at føra hann til Havnar
Mynd: Jens Kr. Vang
- vit vita
VOL.17
HITS FOR KIDS
169,-
SHOCK VALUE
TIMBALAND
169,-
SMS
35 35 35
STEP UP
19995
TIBERIUM WARS
C&C III
499,-
VANGUARD
MEDAL OF HONOR
595,-
ERAGON
19995