týsdagur 3. apríl 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 66 - 3. apríl 2007
Eivør í Sandavágs kirkju
Skrírisdag, tann 5. apríl, klokkan 17.00 fer Eivør
Pálsdóttir at hava konsert í Sandavágs kirkju.
Konsertin er liður í hátíðarhaldi í samband við, at
tað tann 29. apríl eru liðin 90 ár, síðan Sandavágs
kirkja varð vígd.
Endalig skrá fyri konsertina er enn ikki løgd, men
verður kunngjørd beinanveg, hon er tøk, verður sagt
frá Sandavágs kommunu, sum saman við kirkjuni
skipar fyri konsertini.
… so glað og fró …
Tey smáu hava gingið til
fimleik í vetur, og
leygardagin sýndu tey síni
nývunnu kynstur fyri
vinum og kenningum.
FRAMSÝNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tey vóru bæði spent og ágrýtin, tá
tey leygardagin skuldu sýna fram
síni kynstur fyri foreldrum, systkj
um, abbum og ommum.
Og eins væl og tey hugnaðu
sær, fingu eisini áskoðarar eina
hugnaliga løtu í skúlanum úti í
Nólsoy.
Tað er Heidi Pedersen – av
Bornholm! – ið hevur havt fimleik
við teimum smáu í vetur. Undir
tøkan hevur verið ógvuliga góð,
og eini 15 børn hava gingið til
venjingar meginpartin av vetrin
um. Tey eru býtt upp í tveir bólkar,
yngru og eldru.
Í yngra bólkinum eru tey 3-5
ára gomul, meðan eldri bólkurin
er frá 6 til 10 ár.
Í yngra bólkinum eru tey Heidi (venjari), Sóleyð, Silja, Fríða, Rikard, Sólja og Beinta. Alda og Tinna vanta á myndini.
Tey eldru eru Emma, Bjørt, Bjørg, Tomasia og Heidi, meðan Teitur liggur á longs frammanfyri
Levi Niclasen og konan vóru komin heilt úr Hvalba
at síggja abba- og ommudóttrina gera fimleik.
Tey høvdu leitað sær niðan
í skúlan at hyggja, smá
systkin og abbar.
Fýlast á skúlaætlan
Ætlanin hjá landsstýrinum at veðhalda fyri láni
til at byggja tann ætlaða skúladepilin í Marknagili
í Havn fellur ikki í góða jørð í fíggjarmálaráðnum
og á Gjaldstovuni. Útvarpið veit at siga, at í
einum ummæli í fíggjarmálaráðnum skrivar ein
ráðgevi, at ætlanin ber boð um vánaligt arbeiðslag
og dára hugburð. Stjórin á Gjaldstovuni er heldur
ikki fegin. Hann sigur ætlanina vera tekin um, at
fólk vilja ikki síggja veruleikan í eyguni.