mikudagur 28. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 41 - 28. februar 2001
gult cyan magenta svart
All that Rain sungu í
regninum, tá Prix
Føroyar kom til
Klaksvíkar. Tám fóru
við hinum
finaluplássunum, og
PS gjørdi seg merktan
við mest sermerktu
framførsluni í
kappingini higartil
PRIX FØROYAR
Eyðun Klakstein
Myndir: Robert Waagstein
Kanska var tað tilvildarligt.
– Kanska var tað ikki.
Í øllum førum er tað
veruleiki, at bólkarnir, sum
komu víðari frá innleiðandi
umfarinum í Prix Føroyum
í Klaksvík, kallast Tám og
All that Rain.
Høvuðsstaðarføroyingar
plaga at leggja Klaksvík
undir at líða undir nógvum
regni, og leygarkvøldið var
hetta í øllum førum rætt.
Tað var bæði bæði tám og
regn í luftini, tá tveir bólkar
av meginøkinum fóru við
Prix-sigrinum í landsins
næststørsta byi.
All
that
Rain
vóru
nummar eitt – bæði á pall-
inum og í kappingini – og
Tám, sum er mannaður við
drivnum tónleikarum og
sangarum, endaði næst-
fremstur.
Regnaði beinanvegin
Lutakastið í kappingini lag-
aði tað soleiðis, at favoritt-
urin í hesum umfarinum
skuldi spæla fyrst.
Tað eru bæði vansar og
fyrimunir við at spæla
fyrst. Tað er stór uppgáva at
fáa lív áskoðararnar so tíðl-
iga á kvøldinum, men tað
eru eisini fyrimunar við
ljóðinnstillingum,
sum
kunnu standa púra klárar, tá
bólkurin fer á pallin.
All that Rain stóðu fyri
eini professionellari og lív-
ligari framførslu. Teir løgdu
fyri við playback av gamla
og váta klassikkaranum
"Singing in the Rain", og
síðani koyrdu teir avstað
við sínum egna tilfari.
Stílurin
var
hvørki
fremmandur ella óhóskandi
fyri fyrrverandi limirnar í
Kjølum, og tá teir náddu
hæddunum í teirra fram-
førslu rullaðu og rockaðu
teir, sum eingin annar bólk-
ur kom í nánd av í hesi
kapping.
Tað var klassiskur, mel-
odiøsur rocktónleikur, sum
onkuntíð relateraði til
hardrocktónleikin, soleiðis
sum hann var spældur í
áttatiárunum. Við einum
krúnurakaðum Jens Marna
Hansen á odda stóð All that
Rain fyri sannførandi fram-
førslu, har teir eisini gjørdu
nytslu av eksklusivum hug-
skoti at brúka fyrverk á
pallinum.
Endin var serstakur, tí
teir tríggir tónleikararnir
spældu allir á trummur
seinastu minuttirnar. Tað
riggaði væl, og trummu-
dansurin gjørdist eitt fínt
punktum hjá bólkinum,
sum syrgdi fyri kvøldsins
fyrstu og bestu framførslu.
Mjúkt og sveimandi
Bólkurin Tám er meiri ella
minni samansettur til Prix-
kappingina, og tað sást
skjótt, at tað kundi ikki
ganga galið hjá teimum.
Við rutineraðum tónleik-
arum á øllum postum,
hevði bólkurin slíkt grund-
arlag, at tónleikurin mátti
ljóða væl og verða væl
spældur, hóast venjingarnar
hava verið avmarkaðar.
Sólvá Ford er sangari í
bólkinum, og seinasta árs-
ins songrødd kláraði eisini
til fulnar sín leiklut sum
fremsti maður í bólkinum.
Sólvá er góður sangari, hon
hevur útstráling, og hon
dugir væl at upptraðka, og
tað var eisini neyðugt við
slíkum frontfiguri, skuldi
bólkurin víðari í kapping-
ini.
Tám og regn í Klaksvík
Bólkurin Daybreak spældi væl, men gjørdist ov stuttur í kappingini við All that Rain og Tám
Jens Marni Hansen er sangari og gittarspælari í All that Rain
Frontfigururin í bólkinum Tám, Sólvá Ford, sum hevði
royndar tónleikarar í rygginum, tá hon fór á pallin í KÍ-
høllini
Klaksvíksbólkurin PS stóð fyri tí mest avbjóðandi framførsluni í innleiðandi umfarinum í
Klaksvík
Tám spældi rocktónleik
við íblástri frá fleiri ymisk-
um tónleikasløgum. Tað var
stundum mjúkt og sveim-
andi, og tað svingaði væl
allatíðina. Teir sníktu eisini
eitt sindur av Frændum
uppí, tá eini sangurin hjá
teimum endaði við tónum
úr Lívsmynd, sum áhoyr-
arar plaga at dáma so væl at
tralla til.
Tað hevði kanska verið
meiri spennandi við Day-
break ella Krit í finaluni,
men tá tú hevur tónleikarar
sum Ronnie Nielsen, Kol-
bein Simonsen og Jóan
Petur Andreassen á pallin-
um slepst valla uttan um
ein bólk sum Tám.
Teir lokalu ikki víðari
Tríggir bólkar úr Klaksvík
vóru við í kappingini, og
teir stóðu fyri hvør sínum
slagi av framførslu.
Seinasti bólkurin á pall-
inum var Iris, og hann
spældi ordineran main-
stream rock, sum viðhvørt
snýkti eitt sindur av øðrum
tónleikagreinum uppí.
Limirnir í hesum bólkin-
um spældu fyri tveimum
árum síðani undir navnin-
um 69, men hesaferð vóru
ein teir ein sangara færri,
og so var tað annar av
gittarspælarunum, Leif Eg-
holm, sum tók sær av at
syngja.
Gulli Johansen var eisini
hesaferð einsamallur á pall-
inum við sínum harða tón-
leiki. Gulli spældi undir
navnium Human Chaos, og
hesaferð hevði Gulli bland-
að eitt sindur av modernað-
um tónum uppí rockin.
Gulli spældi gittar og
sang, meðan restin av tón-
leikinum var tikin upp
frammanundan.
Bólkurin PS stóð fyri
teirri mest merkisverdu
framførsluni í Prix Føroyar
kappingini higartil. Limirn-
ir í bólkinum høvdu við
sínum búnum tikið forskot
uppá føstulávintshaldið, og
sangirnir snúðu seg fyrst og
fremst um kynslív. Tekst-
irnir vóru ónærisligir og
tónleikurin
samsvarandi
harður.
Tað var rættiligt lív í
fólkinum við pallin, meðan
PS spældi, og fólk longri
aftur í salinum royndu at
finna eitt passandi smíl til
tónleikin hjá PS.
Ongar syngjandi
húsmøður
Bólkurin Krit spældi harð-
an, myrkan og brutalan
rocktónleik, og originala
framførsla teirra mundi iva-
leyst telja sum eitt pluss í
dómararoknskapinum.
Bólkurin endaði við einum
inferno av óljóði og larmi,
og tá mundu tað verða nógv
sum stungu fingrarnar í
oyruni.
Og sum onkur av áhoyr-
arunum tók til hesa løtuna,
tað vóru ikki nakrar syngj-
andi húsmøður, sum vóru á
pallinum...
Tað hoyrdist, at bólkurin
Daybreak hevði gjørt sær
stóran ómak við sínum tón-
leiki. Toto-inspireraði pop-
tónleikurin ljóðaði væl og
varð væl spældur.
Tað var ein lætti at hoyra
keyboard og kassagittar
eftir framførslurnar hjá
Krit, PS og Human Chaos,
og sangarin, Ronnie Poul-
sen, dugdi væl at upp-
traðka, hóast hann ikki hev-
ur nógvar royndir í hesum
leiklutinum.
Bólkurin Hokus Pokus úr
Nólsoy spældi eisini lættan
rocktónleik, og eftir eina
eminemska
byrjan
og
síðani nakrar Kashmir-líkn-
andi Led Zeppelin tónar,
sum eisini hoyrast aftur í
nútíðarrocki, spældi bólk-
urin eina frálíka balladu.
Tað var tó óneyðugt hjá
bólkinum at staðfesta, at
programmið hjá teimum
var blivið ov langt, og at tey
tí máttu tey gevast at spæla.
Bólkurin Lítla Rúm úr
Havn var mannaður við
trimum tónleikarum, sum
eru rættiliga nyggir í fakin-
um, og tað hoyrdist eisini á
framførsluni.
Skilagott við 20
minuttum
Upprunaliga ætlanin var, at
allir bólkarnir í innleiðandi
umførunum í Prix Føroyum
skuldu hava hálvan tíma at
spæla í. Men tá fyrireikar-
arnir kundu staðfesta met-
høga luttøku, skóru teir
tíðina niður í 20 minuttir.
Hetta má metast at verða
skilagott, tí við 9 bólkum á
pallinum — har allir ikki
vóru eins áhugaverdir —
eru 20 minuttir hóskandi
tíð hjá teimum at hava at
ráða yvir. Á hendan hátt
gjørdust
framførslurnar
ongantíð langdrignar, og
áhoyrararnir
troyttaðust
ikki óneyðuga nógv av
teimum bólkunum, sum
teimum ikki dámdi.
Prix-tiltakið í Klaksvík
endaði sum vera man við
avdúkingini av, hvørjir
tveir bólkar komu víðari
frá innleiðandi umfarinum.
Ivi var ongantíð um, hvør
fór at vinna kappingina, tí
All that Rain vóru í flokki
fyri seg, men spenningur
var um, hvør fór við næst-
fremsta plássinum.
Tám slapp at spæla eitt
eykalag – Sometimes it
Rains – og tá væl upplagdi
frásøgumaðurin, Gunnar
Nolsøe, síðani útnevndi All
that Rain til vinnarar, kom
tað ikki óvart á nakran.
All that Rain fóru aftur á
pallin, og tá teir tóku ljóð-
førini í hendi aftur, var tað
ein reguler maktdemostrat-
ión frá teirra síðu. Teir
fingu rættiliga lív í áhoyr-
ararnar við nøkrum cover-
løgum, og síðani settu teir
punktum við frálíka Misery
frá Kjølar-tíðini.
Tá oysregnaði tað í KÍ-
høllini.
Og All that Rain — ja,
teir syngja í regninum!
Einmansherurin Gulli Johansen spældi harðan rocktónleik undir
navninum Human Caos
Jeanne L. Poul-
sen er sangari í
nólsoyarbólkurin
Hokus Pokus.
Tey høvdu
okkurt frálíkt lag
við í síni skrá
Tað var ein reguler maktdemostratión, tá All that Rain fóru á pallin aftur móti endanum av kvøldinum
Henning Nicodemussen, Jens Marni Hansen og Jens Tummas Næs mynda bólkin All that Rain,
sum vann innleiðandi umfarið í Klaksvík