Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 66 - 3. apríl 2007 tíðindi Á øðrum sinni var kon­sert­staðið NASA í Reykjavík leyg­ar­kvøld­ ið karmur um før­oy­ skt tónleikakvøld . Het­ta var í samband við at føroyskur tón­ leik­ur, gjørdi innrás í ís­lend­ska hø­vuð­sstað­ num undir fel­ags­ heit­ in­um Atlantic Music Event, ella bara stytt AME. Fróði Løksagarð AME er tiltak, sum hevur til endamáls at skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki ut­tan­lan­ds. Hetta er roynt ei­na­ferð fyrr í Íslandi við gó­ð­um úrsliti. Eisini hevur fyrr verið skipa fyri AME til­tøk­um í Keypmannahavn, um­framt at ætlanir eisini eru um, at skipa fyri einum til­ta­ki í desember mánaði. Sum nakað nýtt, so eru ei­si­ ni ætlanir um, at føroyskur tón­leik­ur skal gera innrás í Lon­don einaferð næsta ár. Kent og minnið kent Tey luttakandi nøvnini í Rey­k­ja­vík leygarkvøldið vó­ru Brandur Enni, Teitur, Ei­vør Pálsdóttir, Høgni Lis­ berg og Gestir. Hetta eru øll nøvn, ið eru væl kend her heima, og onkur av teim­ um hava eisini gjørt vart við seg í Íslandi áður. Eitt nú vóru Høgni Lisberg og Hóast samanspæli vænt­aði nakað, so vís­ ti Brandur Enni á kon­ sert­ini í NASA, at hann er ein dug­na­lig­ ur sangari og san­g­skriv­ari Fróði Løksagarð Hóast ungi tvøramaðurin, Brandur Enni, framvegis ikki er eldri enn seytjan ár, so hevur hann longu gjørt vart við seg innan føroyskan tónleik í fleiri ár. Frá at vera tannáringastjørna við løgum sum Waiting In The Moonlight og Perfect Summer, hevur hann nú flutt seg langt tónleikaliga. Brandur hevur seinasta árið, gingið á tónleikaskúla í Svøríki, har hann fyrst og fremst hevur fingist við sangskriving. Hann hevur einsamallur, og saman við øðrum, skrivað nýggjan tónleik, ið sigast má bróta rættuliga frá tí vit vanliga hava sett hann í samband við. Bróðurin var við Brandur var fyrsta navnið á skránni leygarkvøldið. Við sær úr Svøríki hevði hann unga guitarleikaran Lorenzo Jannson Kilman, sum hann hevur skrivað tónleik saman við. Umframt Lorenzo, so var bróður Brandur, Tróndur Enni, eisini við á bass, Brandur Jacobsen á trummum og tey bæði Angelica Nielsen og Tóri Restorff spældu ávíkavist fiól og cello. Nakað uppá hjarta Tónleikurin Brandur framførdi var nýggjur. Talan var um melodiskan tónleik í akustiskum útsetingum. Eftir at hava hoyrt Brandur, er greitt, at hann er vorðin ein dugnaligur sangskrivari. Eisini sum sangari roynist hann rættuliga væl. Tað er týðiligt, at Brandur trívist á pallinum, og hann hevði fínt samband við áhoyrararnar. Brandur segði, at hann í løtuni arbeiðir við einari akustiskari útgávu, sum væntandi kemur út seinni í summar. Tað verður spennandi at hoyra løg sum Aware Of It og Life Long Lovesong aftur. Hetta vóru frálík løg, sum fangaðu á konsertini, og eisini á tekstsíðuni vístu tey seg at hava nakað uppá hjarta. Einasta lagið áhoyrararnir kendust við framman undan var lagið Waiting In The Moonlight. Hetta rættuliga popputa lagið, var ikki væl eydnað í nýggju út­set­ing­ ini. Manglandi stev Brandur hevði ikki vant nakað serligt saman við bólkinum, og hetta merkti eisini framførsluna, samanspælið var langt frá fullkomið. Tað kendist ikki, sum tónleikararnir rættuliga høvdu funnið stevið sínamillum, men hetta er kanska heldur ikki so løgið, um hugsað verður um, at tilfarið var nýtt og ókent fyri fleiri av teimum. Brandur prógvaði fyri íslendingum at hann er eina dugnaligur sangari og sangskrivari og at hann avgjørt hevur møguleikan at røkka langt. Fyribils kunnu vit gleða okkum til at næsta útgávan hjá honum verður tøk. Nýgg i Brandur! Ljóskastarin á føroyskan Høgni Lisberg hevur havt rættiliga støðuga manning seinnu árini, og teir eru blivnir væl samanspældir mynd: Gissur Patursson Brandur Enni hevði ein rættiliga nýggjan bólk við sær, hetta hoyrdist á samanspælinum mynd: Hergeir Eldevig