Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 41 - 28. februar 2001 gult cyan magenta svart Nr. 41 - 28. februar 2001 17 gult cyan magenta svart Jákup Fróði Djurhuus Føroya Banki kunngerð eitt avlop uppá heilar 328 mió kr. Alt gott um tað. Fyri- treytin fyri einum sunnnum samfelagi, er eitt trygt bankakervi. Rokið um bankasaman- leggingina, og sjónvarps- sendingar í kilometurvís, eru so dyggiliga gjørdar til skammar við hesum metavlopum. Tað er sjón fyri søgn. 7000 horvnir føringar Ein bólkur av føringum er tó burturgloymdur. Tað eru tey 7000 fólkini, sum mistu bæði hús og heim orsaka av kreppuni. Tey sum máttu ríma av landinum ímóti sínum vilja. Hesin bólkur er eisini burturtagdur í øllum full- veldiskjakinum. Fleiri av hesum, hava ongan livandi kjans at koma heimaftur at byrja eina nýggja tilveru. Tey hava skuld uppá fleiri 100.000 kr hangandi eftir í føroyskum bankum Gevið teimum møguleik- an at venda heimaftur Nevndin í Føroya Banka hevur samtykt, at 125 mió kr av hesum 328 mió skulu í Landskassan. Har tað kann staðfestast, at fólk beinleiðis eru komin í óføri av kreppuni, hevði tað verið rímiligt, um ein partur av hesum risaavlopi, bleiv brúktur til at sanera hesi fólk við. Nú má stundin vera kom- in til tey, sum mátti flyta av landinum, og sum ongan livandi kjans hava at venda heimaftur. Vinnan er sum kunnugt sanera niður á nullpunktið. Øll eru ósek, sambært grein 19 nevndini Landstýri skuldi havt lætt við at tikið eina slíka avgerð. Landskassin gevur risa- avlop. Vinnan er sanera niður á nullpunktið. Og sjálvsævisøgan um áttatiárini, sum teir skriv- aðu um seg sjálvar, stað- festir, at ongin politikari ella einstaklingur kann ábyrgdast fyri tað, sum førdi til kreppuna. So hví skulu hesi neyðars fólk ábyrgdast? VIÐMERKINGAR Kai Vágfjall Fyri stuttum stóð ein grein í Dimmalætting, sum Zacha- rias Bech hevði skrivað undir heitinum ”Samgong- an siglt fýra ferðir á sker”. Fyrst má eg sanna, at eg ongantíð havi tikið mær stundir at lesa nakra grein, sum Zacharias fyrr hevur skrivað, men av óvart las eg tær fyrstu reglurnar í hesu grein. Tað hevði við sær, at eg kundi ikki leggja frá mær, fyrr enn og hevði lisið greinina at enda. Eg havi altíð hildi at Zacharias er ein álvars- maður, hvat hann helst eis- ini er, men at hann sam- stundis dugir at vera so stuttligur, hevði eg ikki varhugan av. Hevði eg bara vita at Zacharias átti slíkan fjaldan humor, hevði eg fyri langt síðani verið byrjaður at lesa hansara greinar. Vónandi koma tær út í bók einaferð. Hann hevur funnið útav, at Edmund er nógv betri samráðingarleiðari enn Anfinn. Sjálvandi tað, hann hoyrir jú til baklandið hjá Edmundi, so tað má hann vita. Vit minnast banka- málið og markna-trætuna við bretar. Báðar træturnar misti ella mundi hann mist á gólvið. Zacharias heldur, at gamla dangan Agnes Louise er nógv betur enn núverðandi landstýrisskúta. Tað ljóðar eisini ógvuliga stuttligt. Men greinin kundi verið enn stuttligari um hjá Zachariasi, hevði minst til at fingið alt við, sum hann helst hevur ”gloymt”. Hann hevur gloymt hvussu ofta Agnes Louise rendi á land, og fleiri ferðir mundi kollsiglt, vegna vánaligan sjómansskap, tá hon var landstýrisskúta. Hon hevði bæði ekkolod og radara, men hvørki teirra virkaðu, og sjálvstýrari var bann- lýstur umborð. Skiparin skuldi sjálvur halda um stýrisvølin. Zacharis nevnir, at hon kom heim full uppundir lúkurnar. Satt er tað, at onkuntíð var hon full uppundir lúkurnar, men tað er ikki líkamikið hvat eitt skip er fullt uppundir lúk- urnar av.Tá Edmund fór niður at krevja banka- skuldina eftirgivna, tí tað var danskt mál, tá kom hon sanniliga heim aftur full uppundir lúkurnar - av sjógvi, og tá so er, er støðan sera vandamikil. Tí tá skuldin ikki varð eftirgivin, kom Agnes Louise heim- aftur ongul í reyv, við 100 mill. meira í lániskuld. So her var nógvur sjógvur í lastini. Jú, jú ein fínur skipari og ein fínur sam- ráðingarleiðari. Zacharias er sera stuttligur. Støðan gjørdist so álv- arslig, at bestimaðurin mynstraði av við fleiri av sínum monnum. Seinri gjørdist støðan uppaftur verri, tá hon enn einaferð rendi á land, tí skiparin helt at hansara egnu menn høvdu framt ”múttarí”, tað sum hann ídag kallar statskvett. Skiparin var fyrsti maður at rýma av søkkandi skútuni, við eini uppsøgn í reyvalumman- um. Ikki minni stuttlig hending. Eitt annað stuttligt sum Zacharis nevnir er, at danir ”bjargaði” okkum við at taka alla okkara lániskuld á seg. Sjálvandi tað. Vit vóru niðurundirkomnir av skuld og okursrentum frá donsk- um lánihávum, sum høvdu gjørt sær dælt her á landi. Nú hendi tað stuttliga, at tá tað stóð teimum milliarda- tap í hendi, bjargaði danska stjórnin teimum, meðan vit hildu áfram at rinda okurs rentu til danska statin. Stuttligt? Nei tað haldi eg ikki, tí vit føringar máttu rinda ballið hjá skútuni Agnes Louise. Zacharias er stuttligur! Tey veruligu ofrini – Risaavlop á skeivari konto TÍÐINDASKRIV Eg stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud hevur kalla okkum til í Kristusi Jesusi. Filippibrævið 3:14 At tæna Gudi merkir ikki at tá vit verða eldri, so endar hettar, men sum Bíblian sigur at tá vit einaferð hava avgjørt at liva fyri Kristus, so renna vit alt skeiði til vit sigra. Eg, Stella Zacharias- sen, sum havi fyrireikað hetta sangkvøld eri frá Sri Lanka, men eri gift í Føroyum og havi verið her í næstan 11 ár. Eg eri fødd og voksin upp í einum trúgvandi heimi. Eg havi altíð vilja tænt Harranum, og sum tíðin leið, so vaks hesin longsulin. Ymiskir trup- ulleikar hava verið, sum t.d. við tí føroyska mál- inum, men eg trúgvi at Gud hevur ført meg higar við einum enda- málið, so eg avgjørdi at takað meg saman og gera okkurt. Tað hevur altíð ligið mær á hjarta at vinna ung menniskju fyri Kristus, men tey eldru lógu ikki so nógv á mín- um hjarta. Tað eru so nógv tiltøk fyri tey ungu, so eg havi hugsað hvat og hvar kunnu tey eldru fara til uttan á møti. Eg havi ongantíð dámt nakað serligt eldri sálmar og sangir, men ein dagin keypti eg mær eitt video band av Bill Gaither Homecoming Friends, og hetta slerdi meg. Tað var fantastiskt at síggja hvussu hesi heilt upp til 90 ára gomlu menniskju prís- aðu Gudi við gomlum sálmum. Hjarta mítt fyltist við gleðið og eg avgjørdi at takað meg saman at gera eitt slíkt sangkvøld fyri øll sum dáma at syngja sálmar og sangir. Hetta sangkvøld verð- ur leygarkvøldið 3. mars á Hotel Føroyum kl. 19.00 har øll eru hjarta- liga vælkomin at verða við. Vit fara at syngja sálmar og sangir og eg havi biðið nøkur um at syngja solo, sum t.d. Finnur Hansen, Tummas Jacobsen, Tripple Trioin úr Ebenezer, Miriam Carlsen, Sólbjørg Zac- hariassen o.o. Eisini verða kaffi og køkur at fáa so kostnað- urin verður 25 kr. sum verða goldnar við hurð- ina. Tað hevði verið gott um tit ringdu og søgdu frá um tit koma á tlf. 319556 ella 219556. Komið og syngi, takið ímóti og verið signaðið … Sangkvøld á Hotel Føroyum Birgir Mohr Sandur Sambært landsstýriskvinn- uni hava øll hini skuldina, men hon ætlar okkurt. Tann føroyska vanlukku- tryggingin er staðfest við lóg. Men lógin er frá einari aðrari tíð og skuldi longu verið endurnýggjað. Tvær ymiskar nevndir hava gjørt uppskot til nýggja vanlukkutrygginga- rlóg seinastu 10-15 árini, tann seinasta var sett av Óla Jacobsen, tá hann var landsstýrismaður. Kristian Magnussen legði uppskot til nýggja vanlukkutryggingarlóg fyir Løgtingi, tá hann var landsstýrismaður, men hettar uppskotið fall burtur, tá val var útskrivað í ótíð seinast. Hettar uppskotið var gjørt av, millum øðrum um- boðum fyri arbeiðsmarkn- aðin, sum eru tey, ið skulu liva við og gjalda hesa trygging. Men hóast hetta, so kundi nýggi lands- stýrismaðurin ikki fram- leggja hettar uppskot, hvørki óbroytt ella endur- skoða av henni sjálvari og hennara stýri. So Helena Dam á Neystabø, landsstýris- kvinna, eigur á hesum øk- inum, sum á øðrum økjum, alla skuldina fyri, at vit enn ikki hava fingið tað nógv tørvandi batanina á van- lukkutryggingarøkinum. Og nú sigur hon sjálv, at hon bíðar eftir sær sjálvari! Nú skulu føroyingar bíða eftir Helenusa lóg um end- urgjøld, sum ikki er liðug. Men hví skulu hesar lógir fylgjast at? Tað er ikki al- neyðugt. Men tað er bráneyðugt fyri tey, sum koma út fyri vanlukku, at vit fáa nýggja vanlukkutryggingarlóg. Tað er hvørki Vanlukku- tryggingarráðið ella Fiski- mannafelagið, sum hava nakra skuld her. Bert okk- ara landsstýriskvinna. Hon er ófør í fjølmiðlunum, sera hábærslig á skerminum og í útvarpinum. Orðafloymur- in er drúgvur og vælfor- muleraður, og hon ljóðar sera gløgg. Men politisku úrslitini eru sera vánalig: Trý dømir eftir trý ár: Ongin vanlukkutryggingar- lóg, eftir lønarreformurin er vorðin ein tvungin upp- sparing fyri tey lægstløntu og fólkapensiónin vaks við 160 krónum um mánaðin. Er nøkur vón, jú hæst eitt gott ár er eftir, so talar fólkið aftur. Vánalig Vanlukkutrygging Hvør hevur skuldina??? YVIRLÝSING Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Tá politikarar og aðrir almennir persónar stríð- ast um ymiskt í fjøl- miðlunum, hendir tað oftari og oftari, at teir leggja eftir navnnevnd- um embætisfólki, heldur enn at halda seg til politiska stríðsevnið. Hetta er ein ósiður, og harafturat lítið mans- sømiligt, tí embætis- fólkini fáa ikki vart seg: tá talan er um politisk trætuevni, hava tey aloftast embætisskyldu til at lata vera við at viðgera arbeiði sítt - eitt nú í blaðtjaki. Harafturat avlagar hetta politiska tjakið, tí at útspilling – um tað so er tilætlað ella ótilætlað - kemur í staðin fyri at evni verða viðgjørd innihaldsliga. Halda álop av hesum slagi fram, kann endin verða, at embætisfólk halda seg undan at fáast við evni, um tey vænta at tey blíva politisk trætuevni. - Tað fer altíð at vera so, at ymsar meiningar eru um tað, sum verður gjørt í fyrisitingini. Hetta er ikki annað enn náttúrligt, og skal fólka- ræðið virka, er umráð- andi at hesar ymsu meiningar koma væl fram í fjølmiðlunum. Hetta gerst tó ikki við at loypa evnið um, og leggja eftir navnnevnd- um embætisfólki í stað- in, men við at viðgera málið, og ta viðgerð tað hevur fingið - ikki tey starvsolk, sum arbeiða við málinum. Avvarandi landsstýris- maður hevur altíð á- byrgdina av tí, sum embætisverkið ger, uttan so at tað sum fram er farið, fær tænastuligar avleiðingar fyri embæt- isfólkið. Skal nakar nevnast, má tað tí vera avvarandi landsstýris- maður, ella viðkomandi myndugleiki. At loypa á tey, sum ikki fáa vart seg, tænir ongum endamáli, uttan at vísa øllum sína egnu ómegd. VIÐMERKINGAR Politisk álop á embætisfólk TÍÐINDASKRIV Føroya Javnaðarflokkur Soljóðandi skriv er í dag sent løgtingsformanninum: Finnbogi Ísakson løgtingsformaður Erling Jalsgøta 6 Postbox 208 FO 110 Tórshavn Viðvíkjandi partapeningi í P/f Smyril Line 20. februar 2001 hevur P/f Smyril Line lagt fram nýtt ”Budgett 2000 – 2007 í samband við bygging av nýggjari ferju til ferða- og farmaflutning.” Í hesum verða nýggjar metingar gjørdar av ætl- anini, og hesar gera, at málið als ikki er búgvið til støðutakan. Tískil heitir Javnað- arflokkurin á løgtingsfor- mannin um at málini nr. 59 Uppskot til løgtingslóg um at seta partapening í P/F Smyril Line og 1-8 Upp- skot til eykajáttanarløg- tingslóg fyri februar 2001 verða tikin aftur. Á Gamla Apoteki, 23. februar 2001 Javnaðarflokkurin tekur uppskotið aftur TÍÐINDASKRIV 23. februar 2001 Fíggjarmálastýrið Fútarætturin hevur í dag kl. 15.00 avgjørt at seta forboð móti, at Føroya Skipara- og Navigatør- felag framhaldandi noktar limum sínum at taka upp arbeiði sum skipari ella stýrimaður á vaktar- og bjarging- arskipinum Tjaldrinum. Eisini hevur rætturin niðurlagt forboð yvirfyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag ímóti, at felagið framhaldandi noktar limum sínum umborð á Tjaldrinum at býta um vaktir. Hetta ber í sær, at Tjaldrið ikki meiri er nervað av ósemjuni, sum er um Brimil. Landsstýrið metti blo- kaduna av Tjaldrinum sum eitt álvarsligt sátt- málabrot, tí felagið hev- ur onga heimild at blokera størv, sum gald- andi sáttmáli er fyri. Hevði neyðstøða verið á sjónum, kundi blokadan hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag gjørt støðuna hættisliga hjá okkara sjófólki. Eisini vóru fiskiveiðieftirlitið og tilbúgvingin á sjó- num nærum eingi, tí Tjaldrið var lagt. Tað var tí bráðneyðugt, at Tjaldrið fór í sigling aftur alt fyri eitt og sá landsstýrið tað sum sína skyldu at fáa minsta krøvini til trygdina á sjónum í lagi aftur bein- anvegin. Tí var heitt á rættin um at leggja forboð móti hjá Føroya Skipara- og Navigatør- felag. Fútarætturin var samdur í, at blokadan var í stríð við rættin hjá Fiskimálastýrinum/Fiski veiðieftirlitinum, og niðurlegði tí forboð. Fyri Fíggjarmálastýr- ið hevur tað eisini týdn- ing, at tað er staðfest, at í málum, har annar sátt- málaparturin fremur slík tiltøk, ber til at nýta vanligu rættarskipanina, her uppi í fútarættin, at steðga tiltakinum. Eivind Jacobsen Strendur Eftir at mikil umtala hevur verið av Smiril Line, hevur felagið sent nýtt tilfar til Løgtingið. Hesar upplýs- ingar staðfesta tað, sum eg áður havi ført fram. Hví kom SL ikki við røttu tøl- unum beinanveg?? Tí havi eg gjørt mær tað stríð at kanna ógvuliga leysliga eftir hesum tølum. Mín nið- urstøða er, at nýggju upp- lýsingarnar eru, um møgu- ligt enn meira misvísandi. Hendan ætlanin, er eftir mínari meining, fyrsta stigið aftur í 80ini. Einasti munur er, at nú megna vit, við einum projekti, tað sum vit brúktu øll 80’ini til. Jú sanniliga hava føroyingar lært at rationalisera Viðmerkingar til nýggjar upplýsingar frá Smyril Line Fyri tað fyrsta skal sigast, at tað er ógvuliga undarligt, at SL í tølum daterað 27/1 ikki veit, hvussu nógv teir eiga á bók 1/1. Harumframt vita teir ikki, hvussu fíggj- arstøðan er. Nýggju tølini datera 19/2 vísa eina heilt aðra fíggjarstøðu. Hvussu ber hetta til? Kann tað hugsast, at onkur hevur hug at krógva veruleikan? Síðan kunnu vit fara til vónirnar til framtíðina. Úr- slitið fyri 2000 er nú versna 1,768 mió. SL hevur broytt vónirnar fyri 2001 við nærum somu upphædd. Avlopið verður nú mett at verða 1,655 mió stórri enn rokna varð við 27. januar. Hetta gevur orsøk til at spyrja, um SL roknar baklens, og setur inntøkur so høgar, at avlopið verður tað, sum skal til fyri at roknistykkið skal ganga upp. T.d. væntar felagið framvegis bíligari olja. Hetta er ikki í trá við forsiktighedsprinsippet. Farmur SL brúkar frágreiðing til Vinnumálastýrið frá 1996 sum grundgeving fyri farma inntøkum. Men teir brúka bruttoinntøkur, og síðan gera teir hetta til nettoinntøku hjá sær sjálvum. Tí verður bílætið hjá SL misvísandi. Total marked í 1996 var 68 mió netto, og ikki 100 mió. Um vit korrigera teirra fram- rokningar bert við hesum verður totalmarked í 2000 bert 100 milliónir, og ikki 148 milliónir. Ella ein feilmeting upp á 50%! Annars arbeiður onkur hjá SL, sum hevur arbeitt hjá Eimskip, og tí átti SL at vita á leið, hvussu stórur marknaðurin er. Hetta er ein sera ein- faldur og sera misvísandi máti at meta um framtíðina, sum als ikki kann geva eina rættvísandi mynd. SL setur sítt álit á út- flutningin av laksi. Hesin verður mettur at økjast uml. 70.000 tons komandi árini. Hetta svarar til eina nettoinntøku uppá uml. 60 mió um alt verður sent fekst. Verður talan um at góðska hesa nøgd, minkar farmurin 50%, og fraktin pr. tons lækkar eisini. Slógv verður flutt nærum ókeypis. Tí kann inntøkan av farmi standa í stað, hóast vit framleiða dupult so nógvan laks. Skuldi tað hent, at alt fer fekst av landinum, so má roknast við, at kapping- arneytarnir taka vilja hava ein bita av køkuni. Talan er jú um munandi upphæddir. Tí verður ikki møguligt at tjena teir pengar rokna verður við. Øll fíggjarætlan um frakt má tí roknast sum skila- leys!! Hesir menn vita als ikki hvat teir tosa um!! Váttan frá grannskoðara Til váttanina frá grann- skoðara havi eg hesa við- merking. Fyri tað fyrsta staðfestur hon tað, sum eg áður havi skrivað. Harum- framt síggja vit, at nú kost- ar skipið 710,8 mió. Skipið er sostatt dýrka umleið 1 millión um dagin síðan seinasta aðalfund. Grannskoðarin ansar sera væl eftir, ikki at siga nakað sum helst. T.d. sigur hann: ” Vísandi til frágreiðingina frá P/F Smyril Line og budgettini, er tað okkara áskoðan, at hetta tilfar gev- ur eina haldgóða frágreið- ing um, hvussu leiðslan fyri P/F Smiril Line VÆNTAR, at úrslit og búskaparliga støðan verður hjá felag- num, soleiðis at lesarin kann gera sær eina mynd av útlitinum fyri, at málið verður rokkið.” Fyri at heilgardera seg sjálvan, sigur grannskoðar- in, at talan er um framtíð- armeting, og tí kann úrslitið víkja frá metingini. Harumframt vísir hann á fortreytir, sum hava avger- andi tídning. T.d. at inn- tøkur skulu vaksa 70% frá 2000 til 2001!! Tí kunnu vit róliga siga, at frágreiðingin frá grann- skoðaranum ikki kann brúkast til nakað sum helst í samband við keyp av nýggjum skipið. Tó sigur hon palliba sera sera nógv. Viðkvæmislýsing Hetta er útrokning, sum skal vísa, hvussu nógv minni inntøku ætlanin tol- ur, uttan at hall verður. Her síggja vit, at um sølan verður 15% minni enn vænta, verður likviditets- hall hvørt ár frameftir. Hetta er greið tala, sæð í ljósinum av bjørtu framtíð- arætlanunum. Hetta vísur, at um ikki metingarnar halda sera væl, fer felagið á húsagang, um tað ikki fær meira kapital. Til Bjarna Djurholm Tygum umboða partapen- ingin hjá Palliba. T.v.s. uml. 18% av 65 mió ella 12 milliónir. Hetta er nógvir pengar. Landskassin er stórsti partaeigarin, og tað viðførur eina ábyrgd. T.d. kann nevnast at Bill Gates eigur bert 16% av parta- peninginum í Microsoft. Sum støðan er í dag, fer P/F Smyril Line uttan iva á húsagang. Tí má tað rokn- ast at verða tín ábyrgd, vegna Palliba, at gera tína ávirkan galdandi. Havandi sera kritisku støðuna í huga, er eftir mínari mein- ing rættast at seta bæði nevnd og stjóra frá sum skjótast, fyri at seta nýtt fólk í teirra stað, fyri at bjarga tí, í bjargast kann. Tjaldrið ikki longu nervað av ósemju um Brimil Hækkan av Partapeningi í P/F Smyril Line – 2. partur