Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 28. februar 2001 21 gult cyan magenta svart 20 Nr. 41 - 28. februar 2001 gult cyan magenta svart Erik Mortensen Eg tendraði og nógv við mær, tá ið eg sá sendingina í sjónvarpinum frá Djóra- læknatænastuni. At síggja kettur sum ong- an góðan hava og sostatt verða avlívaðar. Eg vóni at tit, sum seta við og býta út kettlingar til »djóravinir« fyri at doyva tykkara ringu samvitsku, síggja hvussu lagnan hjá flestu teirra verður. Hesi ólukkudýr reka fyri vág og vind. Tí tey fólkini, sum hava tikið tey til sín, hava svikið so dyggiliga, sjálvt um umberingarnar eru nógvar. Tit, sum taka ein kettling, sum kanska fer at liva eini 10 til 15 ár, hvat hugsa tit? Hvussu eru viðurskiftini hjá tykkum at hava dýr? Tíma tit yvirhøvur at hava dýr? Tað fyrsta tú eigur at gera er at geva teimum helsi við navni eigarans og telefon nr., sum má skiftast við hvørt, tí tað slítist skjótt. Tað eru alt ov nógvar kettur til. Tí eru tær so lítið virdar. Og tit, sum seta við, eru atvoldin til hetta óskil- ið, sum hevur við sær henda sorgarleik, vit sóu í sjónvarpinum, sum bara er toppurin á ísfjallinum, og sum er púra óneyðugt, tí tað ber væl til at geva kettunum p-pillarar. Gevið gætur henda fitta kettlingin, ið hevur verið miðdepilin í familjuni með- an tað var stuttligt, til ger- andisdagurin mur við sín- um krøvum. Tá er tað onki stuttligt meira. Hetta ólukkudýrið, sum nú ongin heldur seg eiga, liggur og skimast upp á bøðilin, áðrenn lívið verður avkvett. Tit, sum fingu tykkum hann og bara rendu hann út, hava ivaleyst kent hann aftur í sjónvarpinum. Hví sviku tit? Fær tú tær kríatúr, so hevur tú eisini ábyrgdina av teimum og at tey verða væl røkt. Kennir tú onga ábyrgd av teimum, skal tú ikki fáa tær kríatúr. Hví hevur Tórshavnar Kommuna ikki eitt internat til gloymd dýr, so at fólk, sum hava ein veruligan alsk til dýr, kunnu koma og hyggja og kanska ogna sær eitt. Tað eigur eisini at verða kannað hvat tey gera í býum av somu stødd sum Havnin í hinum Norður- londunum. Eg haldi at hug- burðurin eigur at vera betri. Bara orðið hundafangari og kettufangari boða frá onkr- um primitivum. Bara at síggja hasar seðlarnar, ið hanga á einum seymi, ið boða frá upptiknum dýrum. Er ongin meira smartari og sjónskari háttur? Hví er tað so dýrt at fáa ein upptiknan hund aftur? Er tað rætt at seta fellur, tí kettur ganga í annanmanns ogn? Frætti at fólk av sínum eintingum hava fellur. Er tað rætt? Eg loyvi mær at endur- taka eitt lesarabræv í Dimmu nú ein dagin: Ein pakki av p-pillarum kostar 70,25 kr. + resept. T.v.s. pillarar til næstan eitt árs brúk kosta 145,25 kr. Tit skulu bert ringja til djóra- læknan. Fyri 150 kr. sleppur tú undan at verða atvoldin til sorgarleikin á Djóralækna- tænastuni, sum vit sóu í Sjónvarpi Føroya. Hava ikki øll ráð til tað? Sonni Jacobsen Nú havi eg sjálvur eina sera avslappaða støðu til spurn- ingin loysing-samband, tí er innliman í flokk, sum hevur annað av hesum málum sum høvuðsendamál, ikki serliga tiltalandi fyri meg. Tó at eg havi alla virðing fyri báðum sjónarmiðum. Sjálvur gangið eg inn fyri einum meira veruleika- kendum politikki, sum tek- ur støðu í okkara tørvi og í tí, sum tænir okkara áhuga- málum best. Tað vil siga, ikki innan fyri ríkisfelags- skapin fyri einhvønn prís og heldur ikki uttan fyri ríkisfelagsskapin fyri ein- hvønn prís. Men lat okkum taka støðuna út frá verandi umstøðum og út frá fram- tíðarvánunum. Spurningin um at hava eina fólkaatkvøðu í 2001 um, hvørt vit komandi 12 – 15 árini skulu føra ein politikk, har vit yvirtaka mál fyri mál, til vit at enda hava yvirtikið øll mál, sýnist í mínari verð púra burtur við. Hetta hava eisini mong ógvuliga skilagott longu ført fram. Støðan er jú tann, sum vit øll fullvæl vita (ella burdu vita), at vit longu hava hesi rættindi. Hetta fær ein fólkaatkvøða hvørki staðfest fastari ella tikið burtur. Høvuðsgrundin til at tað er burtur við at hava slíka fólkaatkvøðu er jú tann, at allir partar í politikki eftir øllum at døma ætla at fáa statsstuðul í minst 12 ár framyvir, og danir siga, at verður ein fólkaatkvøða bara um eina sjálvsstýris gongd, merkir tað, at blokkurin er burt eftir 4 árum. So er ein slík atkvøða púra tápulig. Hon skaðar allar partar og gangnar ongum! Tí fegnist eg um í dag, at Fólkaflokk- urin endiliga kom til ”for- nuft”. Vit vænta ikki at Tjóveldisflokkurin ger tað, men hann skal sleppa at vera sum hann er. Tey skulu eisini vera her. Tað skal eingin loyna vera, at eg sjálvur eri mið- flokkamaður, og tað kann eg róliga vera, tí, sum sagt, spurningurin loysing-sam- band er eingin ”kardinal- spurningur” fyri meg. Men hvat ið tænir hesi tjóð (sum vit eru), og hesum fólki (sum vit eisini eru), best. Vit eru smá og fá, tað vita vit, og tí má spurningurin um loysing ella samband frá dønum bygga á annað og meira enn á tjóðskap- arliga sinnisrørslu-, stolt- leika- og á kenslur. At hava eitt vist mál av kenslum og eitt vist mál av stoltleika skaðir ongan. Tað eru partar av drívmegini, ið dríva eitt menniskja fram til at gera nakað til nyttu, vónandi bæði sær sjálvum og øðrum at gagni. Har má so eitt vist mál av skyn- semishugsan inn eisini, annars verður galið. Tað er mangan har skaðin er, hjá uttarliga gangandi politisk- um hugsanum. Tað eru so nógvar kenslur og so nógv idealisma, sum í sær sjálv- um er gott, men har er mangan so lítið skynsemi, tykir mær. Eisini innan spurningin samband-loys- ing. Tí gangið eg sjálvur inn fyri einum meira hóv- ligum og sinniligum hugs- anarhátti, eisini á hesum øki. Nær um allar menniskja- skaptar vanlukkur í heimin- um eru skaptar av kenslum og av idealismu, síggja bara fasismuna uttast til høgru í politikki og kommunism- una uttast til vinstru. Har vóru so nógvar kenslur og so nógv idealisma, men so sára lítið av vanligum jarðbundnum skynsemi. Alt sær so gott út á pappírinum og pappír er, sum onkuntíð nevnt, takksamt, tað tekur ímóti bæði ringum og góðum, men yvirlivir sjúk- lingurin skurðviðgerðina? Øll uttarlaga gangandi politisk projekt higartil hava víst, at sjúklingurin, um hann yvirlivdi, so var tað sum krypil við varandi meini og við djúpum arrum á bæði anda, sál og likam. Tí, enn einaferð frøðir tað meg, at Fólkaflokkurin kann taka við fornuft. Tað er hóast alt eitt heilsugott tekin. Lat tað vera sagt eisini: Tað er alla æru vert at arbeiða fram ímóti at vera sjálvbjargin. Men, ein góð- ur kortspælari vísir ikki mótspælarunum kort síni og hann spælir ikki við opnum kortum! men hann heldur kortini tætt inn at bringuni. Tað er tað vit gera, tá vit hvørki siga ja ella nei í mai. Tann klóki veit nær tímin er inni, og hann er skilliga ikki inni enn. Tað hevur eisini verið sagt, at tú fært ikki grasið at vaksað skjótari við at tugað í tað. Alt má hava sína tíð. Mín hugsan er: Um Gud vil, fáa Føroyar fullveldið tá tíðin er inni, og vil hann tað ikki, so veit hann best. Um og hvis tann tíð kemur, og hon hevur ikki fyri neyðini at vera so langt burtur, so fer helst fáur før- oyingur ivast, hvar kross- urin skal setast, men tíðin er ikki komin enn. Tí er tvístøða í fólkinum. Tað kundi jú hent at vit innan fá ár eru fíggjarliga óheft, og tá hevur t.d. blokkurin ikki so stóran og dominerandi týdning sum í dag. Alt kann jú henda og tað er tað sum ger lívið spennandi. Men lat okkum ikki takað hend- ingarnar upp á forhond, tá gera vit meira skaða enn gagn »Damu-dagur« í Nesvík TÍÐINDASKRIV Leygardagin 3. mars skipar Tora Tourist Traf- fic fyri konufólkadegi – ella damudegi í Legu- húsinum í Nesvík. Á skránni verður ymiskt viðkomandi fyri gerand- isdagin hjá damum í øll- um aldri. Hendan dagin fáa damur høvi at síggja gerandisdagin úr einum øðrum sjónarhorni, men samstundis verður dag- urin í Nesvík viðkom- andi fyri til dømis húsar- haldið. Á skránni verða fyrilestrar um hent am- boð í húsarhaldinum – frá matgerð til reingerð og grønt umhvørvi. Hóast talan er um ein damudag, so verða kort- ini onkrir menn at síggja. Ve s t m e n n i n g u r i n Finnbog Joensen, sum er kendur fyri at arbeiða fyri reinum og grønum umhvørvi, fer at siga frá sínum royndum, millum annað hvussu tú kanst gera reint uttan at nýta kemisk reinsievni. Finn- bogi Joensen hevur drúgvar royndir við ser- ligari reingerð í Vest- manna skúla. Umboð fyri MBM- kjøt fara at siga frá før- oyska kjøtinum, og nomið verður í hesum sambandi við nógv um- røddu neytaøðina, sum hevur gjørt um seg utt- anlands. Seinni hendan dagin fara kendir kokkar at gera spennandi rættir úr føroyska neytakjøtin- um. Arbeiðir tú rætt? Alt likamligt arbeiði kann vera strævið, eisini arbeiðið í húsarhaldin- um. Men serliga strævið er tað, um fólk nýta skeivar arbeiðshættir. Í hesum sambandi fer Evelyn Gaard, ergotera- peutur frá arbeiðseftir- litinum, at greiða dam- unum frá, hvussu tú best og lættast kemur gjøg- num dagin, bæði heima og úti. Annað mangt verður eisini á skránni. T.d. fer føroyska umboðið hjá norsku fyritøkuni »Toro« at sýna fram al- skyns norskar rættir og súpanir. »ENJO« – Ein øðrvísi reingerðarháttur Damurnar fáa eisini høvi at síggja sermerkta vaskiklútin. Hetta eru vaskiklútar og amboð, sum eru lættir at nýta og teir gera serliga væl reint, bert við vatni! Bilasølan SAAB fer eisini at sýna fram hend- an dagin. Lit og stílráðgevi Lydia Petersen, lit og stílráðgevi úr Klaksvík, fer at greiða okkum frá og eisini vísa okkum, hvussu umráðandi tað er at vit nýta rættar litir og rættan stíl. Undirhald Dagurin sum so verður eitt undirhald allur sum hann er. Kortini er avtala eisini gjørd við onnur at koma við serligum und- irhaldi. T.d. fer Theodor Petersen at syngja nakr- ar sangir. Høvi verður eisini at hoyra »17 sang- arar« í Klaksvík syngja nakrar av teirra frálíku sangum. Føroya Bjór bjóðar sodavatn hendan dagin, og Poul Michelsen bjóð- ar ís frá Fóm. Bussur koyrir Í sambandi við Damu- dagin koyrir bussur úr Havn og av Gomlurætt til Nesvíkar leygarmorg- unin. Tað merkir, at damur úr Suðuroy, Sandoy og Havn sleppa til Nesvíkar uttan at hugsa um egnan bil. Tað eru eisini góðir møguleikar at gista í Leguhúsinum. VIÐMERKINGAR Endiliga kom Fólkaflokkurin til fornuft Harmast kelidjór Sosialurin - 311820 WWW.FAIR.FO Aage Hempel – ABB - AKVA-TRADE - Alto Danmark - Alsam - Atlantic Shipping - Awi - Boats - Bátatænastan - Baader - Betten Maskinstasjon - BFG - Blue Water - Shipping - Bureau Veritas - Båtutrustningen - Columbus Trading - Cosmos Trawl - Com Data - Danish Export Group Association - D.Steven & Son - Duusgaard, Hirtshals - Elling & Eising - El-Service - El-Talvuvirkið - Erhversrådet i Hirtshals - Estra Prent P/F - ES-Trawl Aps. - EWOS - Eysturoyar Heilsøla - Faroe Ship - Feeding Systems - Fish Info Service - Fiskamarknadur Føroya - Fiskeauktionen, Hirtshals - Fiskeriflåden illustreret v/Ole Iversen - Fiskernes Samlecentral, Hirtshals - FJM - Fred Rasmussen - Føroya Gassøla - Føroya Banki - Føroya Sparikassi - Føroya Tele - Furuno - Hanstholm Fiskeauktion A/S - Hanstholm FiskemelsfabrikA/S - Hanstholm Havn - Hanstholm Havneforum - Hanstholm Havneservice - Hanstholm Havns Fiskeeksportørforening - Hanstholm Kommune - Hanstholm Køleauktionshal - Hanstholm Ny Flydedok A/S - Hanstholm Ny SamlecentralA/S - Hesselholt Fisk Eksport - Hirtsals havn - Hirtsals kommune - Hundested - Hvalpsund Net - Hydrotech - Injector International - International Exhibition Representation - Inter Seafood - Jóanes F. Dahl - Jógvan Weihe - Karstensens Skibsværft - Kaj Schlie - Kemilux - Kj-Hydraulik - Kloosterboer Terminal - Kystmagasinet - Kølemanden, Hirtshals - Leif Mohr - Lift Up Akva - Litton - Meinhard Haldansen - Marine El - Maersk Sealand - Matcon - Mekanord - Menningarstovan - Nav- Tech - Nordshipping Hanstholm A/S - Norfo - Normek - Nor-Mær - Nyfrost - Oilwind - O. Mustad & Søn - Poul Hansen Heilsøla - Rabben Fiskeredskap - Radiobúðin - Radioservice - Sawo Hydraylic - Scampex - Scanrope - Scanvægt - Seawell - Seilmaker Service - Simonsen Elektro - Simrad - Sjaastad - Sjótek - Skipasmiðjan á Skála - Skretting - Smyril Line - Tavsen Maskinverkstaður - Tek Trade - Tele F - Teletænastan - Teymavirkið - Thomas Dam - Thyborøn Skibsmedie - Tor Shipping - Tórshavnar Skipasmiðja - Thorkild Grøn´s Samlecentral/West Ship A/S - Trade Council of Iceland - Trygd - Tryggingarfelagið Føroyar - United Seafood - Vaagland Mek. Verksted - Vaki - Vestpack - Viksund - Virkisráðgeving - Vónin - Værftet A/S, Hanstholm - Wärtsila Hevur tú ráð, »ikki« at verða við? FAROE ISLANDS 15 - 17 MAY NORTH ATLANTIC FISH FAIR INTERNATIONAL FISHING & AQUA CULTURE EXHIBITION Tilmeldingarfreist 1. marts - tlf. 449810 Viðtalur nú bert eftir avtalu Frá mánadegnum 5. mars 2001 verða bert viðtalur eftir avtalu. Telefonviðtala við læknan er frá kl. 8.00-9.00. Tíðar- bílegging og reseptendurnýggjan frá kl. 10.00-12.00. Andrias Petersen, kommunulækni 510 Gøta Dagrøktarmamma Søkt verður eftir dagrøktarmammu og avloysara at byrja skjótast tilber. Umsóknarfreistin er 8. mars 2001. Sandavágs kommuna tlf. 333930 & 332470 Fermingartilboð várið 2001 út úr húsinum Forrættir • Fesk súpan við bollum, borðreidd við breyði. • Aspargessúpan, borðreidd við breyði. Høvuðsrættir • Lambasteik við reyðkáli, agurkusalati, súltitoyi, hvítum og brúnkaðum eplum og sós av soðnum. • Heilstokt oksasteik við grønmeti, agurkusalati, súltutoyi, hvítum eplum og sós av soðnum. • Fleskasteik við reyðkáli, agurkusalati, hvítum og brúnkaðum eplum og sós av soðnum. Omaná • Trifli. • Fromasja: Appelsin, jarðber ella ananas. • Íslagkøka við vaflum. Út úr húsinum-prísir: 2 verðar 100,- 3 verðar 125,- Sosialurin 311820 Tórsgøta 4 • P.O. Box 97 • FO-110 Tórshavn Tlf. +298 350 000 • Fax +298 350 001 e-mail: hotel@post.olivant.fo Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Sosialurin - 311820 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Visti tú at 80% av øllum kvinnum ganga í skeivari BH-stødd? Vælkomin inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa og vegleiða tær at finna júst tína stødd. Ring til okkum og avtala tíð. Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm. í ummáli, og frá AA til H skál. Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Original Útstoyt p/f Esmar Simonsen Kambsdalur FR-530 Fuglafjørður Tlf. 444405 Fax444629 Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650