mikudagur 4. apríl 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 4. apríl 2007
13
nøvn
Eftirútbúgving í supervisjón
Prógv í supervisjón: Ovast frá vinstru: Mats Widsell undirvísari, Eina Andreasen ergoterapeutur, Sofie Jespersen námsfrøðingur,
Ingrið Dalsgaard námsfrøðingur, Poula Reinert-Petersen sjúkrarøktarfrøðingur, Hervør Jacobsen sjúkrarøktarfrøðingur, Lív
Sondum sjúkrarøktarfrøðingur, Eydna Iversen Lindenskov sjúkrarøktarfrøðingur, Dorthe Lund Jacobsen undirvísari,
Niðast frá vinstru: Lillian Dam sjúkrarøktarfrøðingur, Súsanna Olsen sjúkrarøktarfrøðingur, Marita Tórsheim fysioterapeutur,
Kristianna Johannesen námsfrøðingur, Jónvør Petersen heilsuatstøðingur
Mynd: Jens Kr. Vang
Á sumri 2005 byrjaðu nøk
ur av starvsfólkunum innan
heilsuverkið og á øðrum
stovnum eina eftirútbúgving
hjá DISPUK.
Hetta er ein danskur stovn
ur, ið veitir eftirútbúgving
innan tað tey sjálvi kalla
“Supervision,
Personale
udvikling, Undervisning og
Konsultation”. Alt byggir á
eina systemiska og narrativa
hugsan.
Talan hevur íalt verið um
400 lektiónir og hevur verið
undirvíst í seks modulum,
sum hvørt hevur vart í eina
viku. Millum modulini hava
luttakararnir arbeitt í minni
bólkum.
Endamálið við eftirút
búgvingini er at luttakararnir
skulu gerast førir fyri at
veita supervisjón í samsvari
við systemiska og narrativa
hugsan og meginreglur.
Á myndini síggja luttakar
arnir og undirvísarar teirra
eftir at tey fyri eini tíð síð
ani fingu prógvini handað.
Síggi fyri mær henda tignarliga
mannin, likamliga merktur av
tíðarinnar tonn, ganga inn og
úteftir kirkjugólvinum. Hvørt fet
er sum ein prædika um trúskap
móti kirkjuni og kirkjununnar
Harra og Skapara.
Violinspælari av teim stóru
verður ein ongantíð, um mann
ikki longu er komin væl ávegis
sum 10 ára gamal.
Niels Juul er lítil smádrongur,
tá hann saman við pápanum,
Magnusi Arge, klokkari í Klaks
vík frá 1929 til 1960, stetlar í
gomlu kirkju í Klaksvík at gera
klárt til guðstænastu.
Eins og pápin hevur fingið lagt
lag á av svigarpápa sínum, Óla
Joensen, Óli klokkari nevndur,
klokkari í Klaksvík frá 1887 til
1929, soleiðis hevur Niels Juul
fingið klokkaratænastuna bók
staviligani inn við móðurmjólk
ini.
At hoyra Niels Juul tosa um
sína klokkaratænastu, so varð
hetta ongantíð rutina, - nei, hvør
guðstænasta er nakað serligt:
”Som
tørstige
hjort
monne
skrige, Alt efter det rindende
væld, Så monne og efter dig hige,
O Herre, min tørstige sjæl; Thi
du er den levende kilde, Og
drikke så gerne jeg vilde, For
aldrig at tørste igen”.
Hjartastreingirnir hjá Niels
Juul eru longu stemmaðir eftir
kirkjuklokkuni áðrenn 10 ára
aldur, og hjartastreingirnir vóru
livandi fyri kirkjuni og guðstæn
astuni, í gleði og sorg, til hann
nú legði frá sær með alla.
At lýsa Niels Juul Arge er søg
an um, tá Christianskirkjan
skuldi hava automatiska klokku
kanska besta dømið um: Skal
klokkan vera automatisk, so er
bara at fáa løgini til sálmarnar og
prædikuna inn á band eisini,
segði Niels Juul.
So nógv legði Niels Juul Arge
huga, sál og hjarta í kirkjutænast
una.
Niels Juul var smiðjumeistari í
Klaksvík.
Gávurnar til sítt verðsliga lívs
yrki komu heldur ikki úr tómum
heimi.
Omma hansara Elsa, kona Óla
klokkara, er ættað úr Hoygarði
num
á Toftum,
ommudóttur
Dáva Mathiassøn og Christine
Joensdatter, sum bygdu Garðar á
Nesi, bæði ættað úr Tjørnuvík.
Úr Tjørnuvík, um Garðar á Nesi
og Hoygarðin á Toftum rennur
Miðgerðarblóð til Gerðar í Klaks
vík. Tað sum enn sermerkir
summi av hesi ætt enn, er at
síggja møguleikar heldur enn tí
øvugta, hugflog, dirvi og treiskni
og ikki minst áræði. Hegni saman
við flogviti undrar enn verkfrøð
ingar um valaverk Frammi við
Gjónna; tí út í oyðina fóru teir,
sum til Akrar, Slættanesar, Hvíta
nesar og Fram við Gjónna.
Av Hólalagnum í Hvalba og
Kjalnesi í Kollafirði, Andrass
Mortanssonur og Elspa Danjels
datter, tey bæði sum bygdu Argir,
hevur Niels Juul sínar ánir í faðir
legg. Eftirkomarar teirra eru júst
kendir fyri dygdir av sama slagi
og økjum sum Miðgerðarfólki.
Um ættin á Kjalnesi og Miðgerði
í Kollafirði rennur saman, havi
eg onga vitan um.
Niels Juul Arge var eitt prýði
fyri Klaksvíkina og Christians
kirkjuna; stillførur, hógligur og
útsrálaði eina virðing sum fáum
er untur.
Men fólk tóku bara feil av
Niels Juul eina ferð. Hann legði
ikki fingrarnar ímillum, tá okkurt
var á vási sum gekk hansara
áskoðan ov nær. Sum eg kenni
tað aftur úr Hoygarðsfamiljuni á
Toftum og fólki sum hava sínar
ánir úr Andrassarstovu á Argj
um.
Tá bispur úr Danmark skuldi
hava guðstænastu í Christians
kirkjuni, beint eftir at donsku
bisparnir høvdu skrivað ritual til
kirkjuliga vígslu av homofilum,
tá noktaði Niels Juul Arge at gera
tænastu.
Bispur í Tórshavn sá hetta ikki
sum nakran trupulleika, hóast
urguleikarin gjørdu tað sama, tí
hann kundu saktans manna kirkj
una við ”tænarum”. Hann fekk
sjálvan pápan til okkara musi
kalska Teit at spæla urguna.
Klokkarin skuldi jú bara trýsta á
knøttin.
Eina stilla løtu saman við pápa
mínum, Olafi Sv. Petersen, sum
er systursonur ommu Niels Juul,
Elsu, f. Heinesen í Hoygarðinum
á Toftum, minti pápi mín meg á
ein sunnumorgun, tá hann var á
veg í kirkjuna í Haldórsvík sum
deknur, eftir at ringt var aðru
ferð, og kom í prát við klokkaran,
Heindrik í Heinastovu á Kirkju
brúnni um Kluftá.
Áin hon kvæð sítt lag, men
knappliga hoyrdist mín barnarødd
syngja: Den store Mester komm
er, Fuldkærlig erhans Id, Han
sidderved
Smeltediglen,
Og
lutrer Sølvet med Flid.
Eg var í hylinum við brúnna at
hyggja mær eftir bátinum.
Pápi upplivdi løtuna sum áin
broytti sítt vanliga lag til undir
spæl til mína barnatungu til sálm
an.
Í skrivandi stund kenni eg meg
meiri sum andaligan frænda við
Niels Juul enn skyldmann, uttan
samanbering annars við kempuna
Niels Juul Arge.
Hvíl í friði kæri frændi til vit
síggjast aftur í dýrdini.
Tá eg eri í Haldórsvík, míni
føðibygd, so gleðist eg um, at
klokkaratænastan enn er í Heina
stovu.
Ólavur
Tankar og kenslur við andlát
Niels Juul klokkara í Klaksvík
Dagurin
5. apríl. Irene, deyð
umleið 300. Tikin av døg
um saman við tveimum
systrum.
Navnið merkir friður.
6. apríl. Sixtus, deyður
126. Pávi.
7. Egesippus, deyður
umleið 180. Jødi í Róm,
sum gjørdist kristin.
8. apríl. Janus. Navnið
ókent í halgamannatali;
sipar helst til ein Januaris
í Suðuritaliu, sum varð
tikin av døgum.
Vensceslaus
Ulricus
Hammershaimb deyður
1909. Kristian Osvald
Viderø deyður 1991.
9. apríl. Procopius. Talan
er
kanska
um
tann
Prokorus, sum er nevndur
í
Ápostlasøguni
6,5,
Segðist vera bróðursonur
Stefans.
10. apríl. Ezekel. Ein av
teimum fýra stóru profet
unum í Gamla testa
menti.
Navnið merkir Guð er
sterkur.