Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 4. apríl 2007 29 tíðindi a Kris tón­leik­in væl dámdan og sel­jan­di um allan heim. Kjarnin í co­un­try­tón­leik­ in­um er maðurin og guitarin og tann søgan, ið hann hev­ ur at siga frá. Og tað var her og á henda hátt, at Kris hitti før­oy­ing­ ar. Ein eldri harri Fleiri gjørdust kanska held­ ur skakað fyrstu løtuna. Kris er jú veruliga ein eldri har­ri í dag; hann er yvir 70 ár. Og hann sang eisini sum ein eldri harri, og gui­tar­ spæl­ið var stirvið og tril­van­ di til tíðir. Og onk ur ó­stem­ mað­ur guitarstrongur ó­rógv­ aði ikk i Kris, so hví skuldi hann órógva nakran ann an? Tað, sum kanska vantaði í røddini og spælinum til tíð­ ir, var til staðar í ríkiligt mát í útstráling og sam­band­ in­um við áhoyrarnar. Smásøgur og skemtiligar við­merk­ing­ ar gjørdu, at fram­førs­lan misti ongantíð flog­ið. Fynd í Og Kris viðmerkti tíðliga í fram­førs­luni, at um vit ikk i skil­tu enskt og tað hann segði, so var kanska ongin or­søk at sita og lurta, tí han var ikk i tann stóri sangarin el­la dansarin. Men hinvegin hevði onk ur mint hann á, at hann skuldi ikk i hugsa um, hvørt fólk á okk ara leiðum nú skiltu enskt, tí har hann kom frá tosa tey flestu enskt, men tað vóru tó flei­ri har, ið ikk i skiltu Kris Kris­ tof­­fer­son, segði hann við blíð­­ari sjálvironi. Allur ivi varð tó beindur til viks, tá føroyska fjøldin hevði vant seg við stillisligu fram­førs­lu­na. Tí Kris Kris­ tof­fer­son er veruliga ein meis­tar­lig­ur sangskrivari. Sang­ ir­nir hava egið lív, bæði tá tað snýr seg um lag og ikk i minst tekst. Her eru søgur, ið ein bein­ an­veg­in verður hugtikin av, og sum ein fegin fylgir til en­d­an, tí tær røra við okk urt djúpt inn i í flestu men­n­isk­ jum. Og meistarliga skriv­að­ ar og framførdar av meis­ta­ ra­num sjálvum; tað var tað, sum kvøldið á Hálsi týs­ kvøld­ið í botn og grund var um! Tað var stóri yrkjarin, po­et­ur­in, ið trein á pall við øll­um gullkornunum og øll­ um teim vøkru løgunum. Hóast høgan aldur, so held­ur maðurin sær væl. Hann spældi eisini ein tíma út í eitt, áðrenn hann hevði støðg í 20 minuttir. Kom síð­ani aftur á pall og spældi nær­um ein tíma afturat – tað gjørdust tveir tímar á pall­in­um, tá tey 3 eyk aløgini eru tald við. Og tað er jú væl klárað av einum gom­ lum cowboyara. Hvørt tað so var veð­ur­lag­ ið hjá okk um, mótvegis tí á Ha­wa­ii, har hann býr, skal her verða ósagt, men Kris smæd­dist ikk i við at snýsa sær í ein stóran lummaklút, júst sum vit so væl kenn a tað frá eldri føroyskum mon­num – í hvussu er fyrr. Hetta var í royn d og veru bara við til at undirstrika, at her var talan um tann ve­ru­li­ ga Kris. Onk i hóvasták. Vit hoyr­ du og hittu co­un­try­le­ gen­du­na og Holly­wood­ stjørn­una, júst so sum mað­ ur­in í veruleikanum er, nú lív­sins summar er farið at hall­að, sum hann sjálvur tók til í onk rari enskari reg­ lu. A La Kris. Og lak­ ress kann sum kun­ nugt verða gott Tað var eisini eitt pluss, at Kris ikk i goymdi øll tey ken­da­stu løgini til seinast. Til dømis sang hann lagið “Me & Bobby McGee” sum nummar 3 í sang­ skrán­ ni. Og skemtiligt er, at hann sang “...good enough for me and Bobby Mcgee” og síð­ani viðmerkti ; “..And Jan­ice”. Tí Janice Joplin gjørd­ist eisini kend við hes­ um lag hjá Kristofferson, sum fyrstuferð kom út við Rog­er Miller í 1969 (sam­ bært alnetinum), og sum síð­ani er sungin av ótaldum san­ga­r­um, m.a. Johnny Cash. Lagið “Help Me make it trough the night” kom eisini rætt­i­li­ga tíðliga í fyrra helm­ ing­ ini av konsertini, og het­ ta lag er jú eisini eitt lag, sum flestu okk ara elska og lætt­li­ga gloypa. Kanska ser­ li­ga, tá vit hoyra vanligu út­gá­v­ur­nar av lagnum, har fitt av søttsuppu er aftur við í formi av vælklingandi tón­ lei­ki. Men konsertin týskvøldið snúi seg um Kris, sangirnar og orðini. Og stóru út­strá­l­ ing­ ina, ið ikk i er fánað við ár­un­um. Meira var ikk i at ko­ ma eftir, men hetta var ei­si­ni ríkiligt. Og lagið “For the good Times” setti aftur stó­ra striku undir, at vit ken­ na Kris Kristofferson og mon­gu góðu sangir hansara. Tó tað undraði undirritaða, at føroyingar tóktust kenn a flei­ri av minn i kendu sang­ un­um eisini. Kris takk aði fyri seg aft­a­ n­á tveir tímar og takk aði fjøld­ini ...”for your spirit”: Men Kris átti tøkk ina. Hetta var ein konsert, har Kris setti dagsskránn a. Ann ­ að var sjálvsagt ikk i væn­tan­ di, men her var talan um Kris; mann in, guitaran og san­g­ir­n­ar. Stilt og ærligt. Het­ta var ein konsert A La Kris. Og lakress kann sum kun­nugt verða gott, svart, søtt ella beiskt og sera sogt. Og hesi heitini hóska í stór­ an mun til mann in, sum set­ ti dagsskránn a týskvøldið. Mánakvøldið var út­gá­vu­konsert við Kaj Klein og han­sa­ ra manning í Mið­la­hús­in­um Útgávukonsert Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kaj Klein er aftur upp á spæl. Hann hevur latið út­gá­vu úr hondum, sum nevn­ist Úr Mask­in­rúm­ inum. Kaj er væl kendur í før­ oy­s­ka tónleikaheiminum, hóat hann hevur verið út­i­ se­ti í mong ár. Útgávukonsertin í sam­ band við “Úr Mask­in­rúm­ in­um” mánakvøldið boð­ aði frá góðum. Væl vi­ta vit, at Kaj ofta hevur um­boð­að harðan rock og djú­pa røddin er ikk i at fa­r­a skeiv. Djúpa røddin er hin sa­ma, men Kaj og man­n­ ing hansara spældu má­na­ kvøld­ið eina konsert, sum í stóran mun var “fest­lig”. Talan er um Blues-, folk- og rock­tón­ leik, ella okk urt, sum ligg­ur har ímillum. Fleiri løg eru lívlig og stuttlig og tekstirnir eru góðir. Tóroddur Poulsen, yrk­ ja­ri, hevur eisini leiklut, og hann var við á kon­ser­ ti­ni mánakvøldið. Tað rigg­aði stak væl við han­ sa­ra upplestri, meðan tón­ leik­ar­ar­nir spældu und­ ir. Kaj og Tóroddur ha­va ongantíð verið bang­ n­ir fyri at føra seg fram, utt­ an at hugsa um, hvat fjøld­in nú einaferð held­ ur um teir ella fram­før­slu­ hát­tin. Teir tyk jast ve­ra á bylgjulongd. Og Tór­od­d­ ur sýntist at trív­ast á pallinum og stað­fes­ti seg í royn d og veru sum ein góðan og und­ ir­hald­an­di “performara”. Hann fekk eisini lóg­va­brest­ir við sær á vegnum eft­ir framførsluna. Sum heild kann sigast um tónleikin á konsertini, at talan er kanska um mei­ ra melodiøsan tón­leik, enn vit eru von við frá Kaj. Meira oy­ra­vin­ar­ligt. Ein ann ar vest­men­n­ing­ ur segði einaferð á út­gá­vu síni, at tað var “blátt í støðum”. Hjá Kaj er tað hesaferð pent í støð­um. Kaj er útiseti og tón­ leik­ar­ar­nir eru danir. Teir tók­t­ust tó at trívast væl í før­oy­sku løgunum eisini. Her serliga, tá talan var um spæl av gomlum før­ oys­ k­um landaplágum. Til dømis var kla­ver­leik­ar­in dugnaligur og leit­an­d­i. Sum heild var kon­sert­ in góð og hugnalig og skem­­ti­­lig í støðum. Hon boð­­aði frá góðum. Bæði rødd og tekstir fóru í dýp­ di­na, meðan løgini tyk jast ve­ra farin í ljósari luftløg at sveima. Djúpt!! mynd: Dagfinn Olsen mynd: Jens K. Vang