Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 67 - 4. apríl 2007 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Søkt verður eftir málsviðgera til heilsu- og umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu. Viðkomandi, sum settur verður í starvið, skal taka sær av heilsu- og umhvørvismálum í kommununi. Bygnaður og starv Heilsu- og umhvørvisdeildin er ein undirdeild hjá tekninsku deild við tilvísing til býarverkfrøðingin, sum er deildarleiðari. Á heilsu- og umhvørvisdeildini arbeiða tvey starvsfólk, sum burturav taka sær av heilsu- og umhvørvismálum. Starvið snýr seg í høvuðsheitum um málsviðgerð, eftirlit við virkjum og samskifti við borgarar. Førleikakrøv Hægri útbúgving innan umhvørvi, lívfrøði ella annað. Góðan kunnleika til EDV og skal duga væl at samskifta á føroyskum máli. Royndir Til starvið er umráðandi, at umsøkjarin hevur royndir innan arbeiðið við heilsu- og umhvørvismálum og innan almenna fyrisiting. Persónligir eginleikar Dentur verður lagdur á, at tú skalt: • vera fyrikomandi, duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og hugsa skynsamt • Virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og onnur sum arbeiða hjá kommununi Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing, ella Anniku Berg, verkfrøðing, á tlf. 302010. Umsókn Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum skal sendast til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi fríggjadagin 13. apríl 2007. Viðmerkjast skal á brævbjálvan: „Málsviðgeri til Heilsu- og umhvørvisdeildina“. Tórshavnar kommuna Málsviðgeri Avloysari til Vágs Havn Vágs kommuna søkir eftir feriu avloysara til Vágs Havn. Førleikakrøv: • Nautiska útbúgving • Hollan kunnleika til eingilskt mál í skrift og talu • Teldukønur • Fyrimunur um umsøkjarin hevur PFSO skeið Setanartreytir: Talan er um avloysarastarv. Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Jacob Bech, havnameistara tlf. 373033/215033 Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi 23. apríl 2007 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til : VÁGS KOMMUNU HAVNANEVNDIN Vágsvegur 22 FO-900 Vágur Viðm. Avloysari Vágs Havn Vágs Kommuna Apríl-kAppingin Hvønn dag í apríl mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mikudagin 9. mai 2007 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í apríl er eitt 15-túra kort frá Bailine. Virði Kr. 3.600,- Drigið verður fyrstu vikuna í mai. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í apríl 15-túra kort frá Bailine. Virði Kr. 3.600,- Bailine tórshavn tlf 310554 · Bailine Norðoyggjar Tlf454505 · Bailine Esturoy tlf 447670 · Bailine Suðuroy tlf.373214 Stramma buksurnar? Ert tú nøgd við tín kropp ella ynskir tú at klænka teg og fara niður í klædnastødd? Vilt tú vera stramma upp – hevur tú leysa húð og vøddar? Tú kanst fara niður í vekt og ummáli uttan ein strangan klænkikur. Hetta kanst tú gera í okkara hugnaliga umhvørvi. Vit bjóða øllum kvinnum til ókeypis royndarviðgerð. Ring longu í dag og bílegg tíð. Bert fyri kvinnur yvir 18 ár lýsingar