Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 1. mars 2001 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 42 - 1. mars 2001 gult cyan magenta svart – Tað er ógvuliga seint at fáa at vita tríggjar vikur áðrenn sáttmálin fer úr gildi, at Fíggjarmálastýrið ikki hevur heimild at samráðast við okk- um, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag RÆTTARLOYSI Turið Kjølbro Sáttmálin hjá Føroya Peda- gogfelag gongur út í dag. Men um tað verða umboð fyri Fíggjarmálastýrið ella allar 49 kommunurnar í Føroyum, sum fara at sita hinumegin borðið, tá ið Føroya Pedagogfelag skal samráða seg til nýggjan sáttmála fyri limir sínar, er ógreitt í hesi løtu. Føroya Pedagogfelag hevur nevni- liga fingið at vita, at Fíggj- armálastýrið ikki metur seg hava heimild at samráðast við felagið. Hetta kemst av, at kommunurnar 1. juli í fjør yvirtóku dagstovna- økið frá landinum. Tískil skal Føroya Pedagogfelag eftir øllum at døma út at samráðast við allar komm- unurnar, ið hava dagstovn. Framferðin í hesum máli undrar forkvinnuna í Før- oya Pedagogfelag, Caritu Björklund, ikki sørt. – Meðan dagstovnalógin var ávegis og til viðgerðar á tingi, fingu vit at vita, at Fíggjarmálastýrið fram- vegis fór at vera okkara samráðingarpartnari. Hetta er ikki niðurfelt í nakra lóg- gávu, men undir fyrstu og aðru viðgerð av lógarupp- skotinum og í tveimum fyrispurningum hevur landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum sagt, at samráðingarrættur- in er í Fíggjarmála- stýrinum, sigur Carita Björklund. Skrivað til løgmann Alt seinasta heyst hevur Pedagogfelagið samráðst við Fíggjarmálastýrið um nakrar flokkingar innan dagstovnaøkið. Í november í fjør gjørdi Pedagogfelagið greitt yvir fyri Fíggjar- málastýrinum, at sáttmálin skuldi sigast upp, og 1. februar í ár vóru krøvini til komandi samráðingar latin inn. – Fyrst í februar fingu vit av einum embætisfólki í Fíggjarmálastýrinum at vita, at tey ikki mettu seg hava heimild at samráðast við okkum, tí kommun- urnar høvdu yvirtikið økið. Tí gjørdu vit greitt, at tað var Almanna- og heilsu- málastýrið, vit skuldu handa okkara krøv til. – At finna út av tríggjar vikur áðrenn sáttmálin fer úr gildi og eftir at vit hava samráðst alt seinasta heyst, at Fíggjarmálastýrið ikki hevur heimild at samráðast við okkum, er ov galið. Spurningurin er eisini, um tað eru embætisfólkini, sum skulu finna út av, hvar samráðingarrætturin liggur. Embætisfólk í Almanna- og heilsumálastýrinum leggur tað upp til Pedagogfelagið og Fíggjamálastýrið at finna út av, hvørji vit skulu samráðast við. Hetta er burturvið og ein ógvuliga løgin framferð. Tá vit á henda hátt hava fingið mótstríðandi upplýsingar um sama mál frá tveimum stýrum hava vit ikki gjørt mætari enn skrivað til løgmann fyri at fáa hann kann greiða spurningin. Nýggj støða Síðani dagstovnaøkið sein- asta summar varð latið kommununum at umsita, hevur Pedagogfelagið rokn- að við at sessast til sam- ráðingar við Fíggjarmála- stýrið nú í vár. – Vit hava ikki eina løtu ivast í tí. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki vilja samráðast við komm- unurnar. Tað hevur bara ongantíð verið uppá tal. – Tað eru fyrimunir við at hava ein heldur enn fleiri at samráðast við. Skulu vit samráðast við hvørja kommunu sær, er vandi fyri, at úrslitið verður mis- javnt. Hinvegin hava vit fingið at vita, at Fíggjar- málastýrið skal góðkenna allar sáttmálarnar, tí sam- bært lógini hevur landið endaliga eftirlitið, sigur Carita Björklund. Ógreitt hvønn Pedagogfelagið skal samráðast við – Tað eru fyrimunir við at hava ein heldur enn fleiri at samráðast við. Skulu vit samráðast við hvørja kommunu sær, er vandi fyri, at úrslitið verður misjavnt, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag Knút Vesturdal 65 ár Í dag fyllir Knút Vesturdal á Eiði 65 ár. Knút, sum er arbeiðsformaður hjá Landsverkfrøðinginum í Norðureysturoy, er kanska betri kendur millum ítrótt- arfólkið, sum eru komin eitt sindur upp um tann ald- urin, tá tey vanliga dyrka ítrótt. Dagliga er Knút arbeiðs- formaður hjá Landsverk- frøðinginum, og sum slíkur hevur hann eitt tað hægsta starvið í landinum. Hann hevur nevniliga ábyrgdina av Funnings- og Gjáarveg- num, sum vit so íðiliga hoyra um hesa árstíðina. Og ikki hevur altíð verið líka stuttligt at halda hetta vegastrekkið, kann hann siga frá. Knút er ein av veteranu- num innan føroyskan hond- bólt, og spældi í mong Harrans ár hondbólt við EB. Ferðaðist í teimum døgum, tá ikki var koyrandi sum nú, at spæla hondbólt. Í Havn og Klaksvík. Kolla- firði og Vágum. Fyri ikki at gloyma Vestmanna. Umframt hondbóltin, sum var hansara burturav at kalla, var hann tó eisini við í øðrum ítrótti, sum var á Eiði. Fótbólt spældi hann, og badminton dámdi hon um eisini væl. Hóast tað vist ongantíð kom til lands- kappingar. Og sum ábyrgdarpersón- ur í Eiðis Bóltfelag liggur hansara partur ikki eftir. Nevndarlimur og formaður i drúgvt tíðarskeið hevur hann verið. Ivaleyst er hetta nakað, sum verður ført víðari við genunum. Tí nevnir tú eitt- hvørt tiltak í EB í dag, er onkur av Vesturdal systru- num, sum er innblandað. Tað svitast ikki. Knút er giftur við Svan- hild, sum eisini er av Eiði, og eiga tey fimm børn. Fýra døtur og ein son. Og øll hava tey verið - og eru - virkin ítróttarfólk og eisini, sum nevnt, í fyrisitingini. Eisini annað ítriv ítrótt hevur tíð verið til. Sangari er hann góður, og sang við í kóri í fleiri ár. Seinnu árini hevur tað mest verið før- oyskur dansur, sum hevur fingið gleði av røddini. Eisini hevur Knút nú í fleiri valskeið verið bygdar- ráðslimur á Eiði, har hann enn situr. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Nú er at vísa góða viljan NØVN Í VIKUNI Umsíðir kann staðfestast, at eingin fólkaat- kvøða verður um fullveldið hesu megin løg- tingsvalið. Hetta má sigast at vera púra greitt, nú løgmaður hevur meldað so greitt út. Í skrivandi løtu er politiska støðan sera ógreið, og óvist er, um Tjóðveldisflokkurin av sínum eintingum fer at leggja málið um fólkaatkvøðu fyri tingið. Men í øllum førum er greitt, at málið fellur, kemur tað fyri tingið. Útmeldingin frá landsstýrinum seinastu tíðina hevur ørkymlað føroyska veljaran almikið – so nógv, at tað er at fegnast um, at Fólkaflokkurin umsíðir hevur lagt kongin, tí tey hevði verið vónleyst at fingið eitt heiðurligt valstríð kom- andi tríggjar mánaðirnar, so fløkt, støðan er vorðin. Vit kunnu eisini undrast á ógreiðu út- meldingina frá løgmanni, sum fyri fýra vikum síðani boðaði frá fólkaatkvøðu, fyri síðan at taka alt aftur við umberingini um, at danski forsætisráðharrin bara vildi geva okkum fýra ára skriftistíð. Í hesum kunnu vit fylgja Tjóð- veldisflokkinum, sum er vorðin sintur inn á løgmann um hetta. – Tí boðini frá Poul Nyrup Rasmussen hava verið hvørjum mansbarni í Føroyum eyðsýnd seinasta árið - talan verður ikki um meira enn fýra á skiftistíð. Hvussu leikur fer, fara komandi dagarnir at vísa. Men ætlar Tjóðveldisflokkurin at verða sitandi í samgongu, bara fyri at forða øðrum flokkum at sleppa framat, so ger hann óbóta- ligan skaða - og so vísir hann, at hann fyri ein hvønn prís bara vil sita við maktina. Landinum tørvar nú eina savningarstjórn – eina stjórn, sum kann loysa naggatódnina. Tað er helst rætt, tá løgmaður sigur, at eitt nýval loysir ongar trupulleikar, tí tað verður bara sama eljustríðið, sum hevði verið, um fólkaat- kvøðan varð hildin 26. mai. Tí eigur andstøðan nú at vísa sín góða vilja – og loysa trupulleikan saman við teimum kreft- unum í landsstýrinum, ið veruliga vilja hava eina loysn á viðurskiftunum, sum ikki fyri ein hvønn prís ber í sær, at Føroya fara úr ríkinum. Tað er einki endamál í sjálvum sær. Endamálið er at skipa Føroyar sum eitt sjálvberandi samfelag. Kvinnuhúsið tekur nú stig til ein sjálvhjálp- arbólk, ið er ætlaður kvinnum sum líða av anorexi, bulimi og ováti ETINGARÓLAG Turið Kjølbro Etingarólag er ein væl goymdur trupulleiki í Før- oyum. Eftir áheitan tekur Kvinnuhúsið nú stig til ein sjálvhjálparbólk, ið er ætl- aður kvinnum sum líða av anorexi, bulimi og ováti. - Áheitanin kom í sambandi við, at tvær kvinnur úr Danmark her- fyri vóru í Føroyum og hildu fyrilestur um evnið, og fyri at kjakið ikki skal steðga, taka vit um endan og fyriskipa ein sjálvhjálp- arbólk, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnu- húsinum. Endamálið er hjálp til sjálvhjálp. Kvinnur stuðla hvørja aðrari, finna loysnir, amboð og veita hjálp til sjálvhjálp. Sjálvhjálpar- bólkar taka støði í umstøð- unum hjá tí einstøku kvinn- uni og arbeitt verður út frá hesum. Kvinnurnar gera sjálvar av, hvussu arbeiðið fer fram í bólkinum og hvat serligur dentur skal leggjast á. Sjálvhjálparbólkurin hevur ein leiðara sum legg- ur lag á, tað er Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, og tá bólkurin hevur verið saman í tíggju vikur, er ætl- anin at hann skal halda fram sjálvur. Fyrsti fundur- in verður týskvøldið 20. mars, og áhugaðar kunnu venda sær til Kvinnuhúsið. - Tá ið vit hava fingið á- heitan um at fyriskipa ein sjálvhjálparbólk, er grund- arlag undir einum. Eg ivist ikki í, at tað eru nógvar kvinnur, sum hava etingar- ólag. Men tað er ein spurn- ingur at tora at gera nakað við trupulleikan. Ofta er trupulleikin vorðin ógvu- liga stórur, tá ið hann eina ferð kemur fram í dagsljós, sigur Elin Reinert Planck. Sambært Centrum for Mennesker med Spisefor- styrrelser, eru fleiri ymiskir hættir og mátar av etingaró- lag. Trupult er tí at lýsa, hvat tað veruliga er. Tí verður sagt, at tá samband- ið við mat, likam og vekt gerst so trupult, at tað forð- ar einum í at liva eitt reglu- ligt lív, er talan um etingar- ólag. Kvinnur hjálpa kvinnum - Eg ivist ikki í, at tað eru nógvar kvinnur, sum líða av etingarólag. Men tað er ein spurningur at tora at gera nakað við trupulleikan, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum