Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 11. apríl 2007 5 tíðindi Nógv virksemi í Hovi fær tað at renna í kommunukassan og tí ber tað til at lækka skattin nokk so fitt, uttan at inntøkan minkar Kommunubúskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað hevur gingið væl í Hovs Kommunu seinastu árini. So væl, at Kommunan hev­ur gjørt av at lækka skatta­prosentið nokk so fitt í ár. Skattaprosentið var 22% í fjør, men nú er tað lækkað niður í 20%. Samstundis er barnafrá­ drátturin hækkaður úr 2500 krónum, upp í 3000 krónur, sigur Delmar Tausen, borg­ arstjóri. Og fíggjarliga gongdin í Hovi er so góð, at hóast komm­unan lækkar skatta­ pro­sentið tvey prosent, fer kommunan ikki at missa inn­tøkur. Skattainntøkan hjá komm­ ununi var 3,1 millión í fjør og tað verður mett, at hon verður tann sama í ár, hóast skatturin lækkar. Borgarstjórin sigur, at meiri arbeiðið hevur verið og tað sæst aftur í inntøku­ num. Men tað er eisini sjálv­ sagt, at tey almennu arbeið­ ini, sum eru í Hovi, síggjast eisini aftur í kommunu­ kassa­num. Her verður hugsað um Hovs­tunnilin og um ætlan­ ina at byggja nýggjan skúla­ depil, tí har er nógv fólk knýtt at og summi av teim­ um búgva og gjalda skatt í Hovi. Bílig Grundstykki Annars hevur áhugin fyri at seta búgv í Hovi ikki verið so stórur í mong ár. Sostatt hevur kommunan nøkur grundstykki, sum bygda­ráðið ætlar at selja av­bera bíliga. - Vit hava tvey grund­ stykki, sum eru byggi­búgv­ in, so at tað er klárt at seta formarnar á. Tey bæði grundstykkini verða seld fyri einans 30.000 krónur hvørt. - Talan er um grundstykki, sum kommunan hevur átt í 20 ár, so tað er ongin orsøk at selja tey dýrari Trý onnur grundstykki eru, sum onki er gjørt við og tey verða seld fyri 15.000 krónur Eitt stórt tak Hóast skatturin lækkar, hev­ ur bygdaráðið gjørt av at fara undir eina tað størstu út­byggingina, sum er framd í Hovi nakrantíð eftir einum ári. Og tað er bøta um vatn­ veitingina við bæði nýggj­ um brunni og reinsiverki so at allir hovbingar skulu fáa sóttreinsað vatn. Talan er um eina út­bygg­ ing, sum er mett at kosta 1,5 millión, men endaligi kostn­aðurin verður ikki staðfestir, fyrrenn tilboðini upp á reinsiverkið eru kom­ in inn. Men hóast tað er ein stórt tak hjá eini lítlari kommunu sum Hovi, har tað fer við helvtini av allari skatta­inn­ tøkuni, stendur ikki á at fíggja arbeiðið, sigur Borg­ ar­­stjórin. Samstundis hevur komm­ unan lítla og onga skuld. Hetta er kortini ikki størsta útbygging hjá Hovs Kommunu eftir einum ári. Fyri einum tveimum árum síðani asfalteraði kommun­ an fyri 1,6 millión og gjørdi kloakk fyri eina lítla milli­ ón, so har hava stórar ábøtur verið gjørdar seinastu árini. www.almannastovan.fo Starvsfólk til dagstovnin Reiðrið Avloysarin verður sett- ur við einum vikuligum tímatali uppá 30 tímar, at byrja skjótast gjørligt og hetta árið út og náttarvaktin verður sett við einum vikuligum tímatali uppá 9 tímar, at byrja 1. juni. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hannu Juul, leiðara, á telefon 447003. Skrivlig umsókn skal verða Almanna- stovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. apríl 2007 kl. 12.00. Send umsóknina til: Almannastovan Smyrilsvegur 20 Postboks 3096 110 Tórshavn. Reiðrið er ein dagstovnur fyri børn og ung í aldri- num 0 – 18 ár, har møgu- leiki eisini er fyri umlætting. Søkt verður eftir 1 avloysara og 1 náttarvakt til dagstovnin Reiðrið á Saltnesi. Vit vanta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum náms- frøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeut- ur, sjúkrarøktarfrøðingur ella royndir á økinum. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Netverk í ferðavinnuni ferðavinnudagur á Hotel Hafnia Leygardagin 14. apríl 2007 skipar Ferðaráð Føroya fyri fýra framløgum, ferðavinnuni at frama. Skráin sær soleiðis út: 9:30 »Hvussu skapa vit virði burtur úr upplivingum« Elin Heinesen, stjóri 10:00 »Frí í Føroyum 2007«, Petur & Petur 10:30 Kaffisteðgur 11:00 »Guerilla Marketing«, Birita Nolsø, projektleiðari 11:30 »Tænasta & Dygd«, Sissal Kristiansen, projektleiðari 12:00 Netverk og kjak Framløgurnar verða á Hotel Hafnia leygardagin 14. apríl 2007 Tiltakið er ókeypis og ætlað veitarum innan ferðavinnu. Tilmelding á tel. 355800 ella á birita@tourist.fo innan hósdagin 12. apríl. www.tourist.fo Lækka skattin men missa onki Eisini í Hovi eru góðar tíðir. Skattakrónur streyma í kommunukassan, skattaprosentið lækkar, útsøla er av grundstykkjum og stór útbygging stendur fyri framman