Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Tónleikaídnaðurin ut­tan­ lan­ds verður se­ra væl umboðaður á Atlantic Music Ev­ent Føroyar. Miðlar úr fimm londum, fes­ti­val­ar, plátufeløg og tónleikaumboð ko­ma fyri at uppliva tað besta innan før­oys­kan og nýggjan norð­ur­lend­sk­ an tónleik. ame.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyriskipararnir av AME-Føroyar ha­­va skapt eitt áhugavert kon­sept, so­mik­ið áhugavert at ikki fær­ri enn 20 útlendskir gestir ha­va boð­að frá, at tey koma til Før­­oy­ ar komandi vikuskiftið. Her er fyrst og fremst talan um gestir úr tónleikaídnaðinum í hinum Norðurlondunum. Men eisini nakrir gestir úr Bretlandi. Serliga væl um­boð­að verður Danmark. Plá­ tu­ fel­ags­stjór­in Jens Ove Friis hev­ur longu víst áhuga í, at ge­va okkurt lag, ið kom inn í sangskrivarakappingini hjá AME, út í Danmark. Jelling Fest­i­val­urin og Nibefestivalurin ha­va boðað frá, at tey ætla sær at bjóða bólkum at lutt aka á teirra festivalum. Umframt at hvørki hinir festivalarnir el­la plátufeløgini, ið eru um­boð­aði koma til Føroyar fy­ri stutt leikar. Her eru stór­ir møguleikar hjá tón­leika­lív­inum í Føroyum at gera vart við seg. Fyri at geva før­oyskum tónleikarum møguleika at koma í samband við útlendsku gest­ir­nar, er Hotel Føroyar frígg­ja­dagin seinnapart kl. 15.00 karmur um tiltakið Hitt & Hoyr. Tiltakið vendir sær til før­oys­ kar tónleikarar og tey, ið annars starvast innan tónleika­vin­nu­na, og verður skipað sum ein inngangur til AME, har høvið er at hitt ast undir hug­na­lig­um og óhátíðarligum um­støð­um. Á tiltakinum lutta­ ka fleiri av teim útlendsku um­boð­un­um fyri tónleikavinnuna, ið eru komin higar at kunna seg um føroysku og norðurlendsku bólk­ar­nar á AME. Nøkur av útlendsku tónleikaum­ boð­unum fara at greiða frá teir­ra tónleikavirksemi og annars sva­ra teimum spurningum, sum hø­vi verður at seta. Tá Atlantic Music Event verð­ur í Norð­ur­lan­da­hús­in­ um um vikuskiftið, so er talan um ein glugga, har ætlanin er at sýna norð­ur­ lend­sk­an tónleik fram. Ætlanin við AME er greið. Fok­us skal setast á føoyskan tónleik og norð­ur­lend­sk­an tónleik sum heild. Tiltakið hevur ver­ið í Reykjavík, nú er túr­­ur­­in komin til Føroya og ætlandi verður farið á Vega í Keypmannahavn ei­­si­­ni. Æt­lanin er at skipa kon­ ser­­t­ir á høgum støði við norð­ur­lend­skum nøvnum. Og AME skal verða ein gluggi, har hesi nøvn sý­na fram sín­ar dygdir og onn­ur kun­nu so hyggja og lur­ta og meta um. Norð­ur­landahúsið, Tutl, Men­n­­in­­g­­ar­stov­an og fleiri ski­­pa fyri. Tiltakið er ein víðari menn­­ing av Prix Føroyar kapp­­ing­un­um. Prix Føroyar skap­­ti veruliga ein pall hjá føroyskum tónleika­ bólk­­­um, har høvi var at spæ­­­l­a fyri føroyingum og tey bestu sluppu at roy­­na seg frammanfyri út­lend­sk­ um dómarum og tón­leik­a­ fyri­skip­arum. Ei­sini vóru kappingarnar bein­leið­is orsøk til, at nógvir bólkar funnu sam­ an og at nógvur nýgg­j­ur føroyskur tónleikur varð skapt­­ur. Í ár er einki Prix Føroyar, men við 124 innkomnum uppskotum í sang­skriv­a­ra­kapp­ing­ini, ið AME skip­aði fyri herfryi, er avloysarin fyri Prix Før­oy­ar, sum mentanarlig í­blás­tur­­s­kelda, funnin. Tíðin krevur sítt . Tíð­ in er nú komin at bjó­ ða teim bestu at vísa sín­ar dygdir. Ikki at kapp­ast, men at sleppa í sýnisgluggan at vísa, hvat tey duga. Gluggin er op­in, eisini út í heim, og tá tónarnir ljóma úr hes­um opna glugganum, eru ó­iv­að mong kring heimin, ið hava hug at kaga innar og lurta við. Hett a er í hvussu er æt­lan­in við tiltakinum; at skapa áhuga og at ha­va eitt forum, har norð­ur­lend­ sk­ur tónleikur kann føra seg fram. Endamálið er at skapa mei­ra fokus á norðurlond og Føroyar, meira áhuga og størri sølu. Tað er ik­ki trupult at síggja tað skilagóða í, at hava bjóða øðrum lovandi norð­ur­lend­ sk­um bólkum at lutt aka. Um­framt at føroyski tón­­leik­­a­­á­­hoyr­­ar­in fær spenn­an­di upplivingar, og føroyska tónleikalívið fær íblástur er hett a við til at menna netverk mill­um føroyingar og norð­ ur­lend­skt tónleikalív. Het­ta ger eisini utt an iva kappingina meira á­hu­ ga­ver­da fyri útlendskar gest­ir so sum plátufeløg, fest­i­val­ar, umboðsfólk og fjøl­mið­lar. Før­oys­kur tónleikur hev­ ur ment seg nógv síðstu 15- 20 árini. Serliga tey síð­stu 10 árini, eitt nú við prix kappingunum, er tann broyting hend, at før­oy­ing­ar smæðast ikki við at royna flog í út­lond­um. Góð dømi um het­ta eru tey trý Teitur, Ei­vør, Høgni Lisberg, ið øll hava verið við til at vinna Prix Føroyar, áð­renn tey á egnum beinum leit­aðu út í heim. Áður var talan um før­ oys­ka kapping, ið ól fram tón­list­ar­li­g­ar dygdir. Glugg­in er nú latin upp út í heim, so hesar dygdir ha­va møguleika at sleppa út og royna flogið. Vónandi fa­ra fleiri sangfuglar av­stað og vónandi fáa teir undanvind og mjúka lending. Tónlist í Norðurhøvum Stórur útlendskur áhugi fyri AME-Føroyar Jade Richardson frá Jade Inc. er royndur promotari og tal­ent­ skó­ti fyri nógv plátufeløg í Bret­la­n­di Pelle Lidell er leiðandi A&R Un­i­ver­sal Music í Bretlandi. Sar­ah-Chanderia frá Hacate En­ter­tain­ment Group, Oskar Jensen og Lars Skov­ga­ard umboða Vega í Danmark Jesper Kemp umboðar Beat­box­book­ ing í Danmark Jakob Brixvold umboðar Spæl­i­ stað­ið STARS, og arbeiðir eisini fy­ri Odeon pallin á Roskilde Fest­i­val­inum Bir­git­te Hanssen Mandelid er blað­kvin­na og umboðar eisini Øya­fest­i­val­en í Noregi Paul Sullivan umboðar Clash Mag­a­zi­ne og onnur tónleikabløð í Bretlandi Kas­per Kirkegaard og Rasmus We­ng Karlsen umboða tónleika­blað­ið Gaffa í Danmark Morten Madsen umboðar tónleik­a­ blað­ið Musikeren í Danmark Karina Edlund Jensen umboðar dans­ka dagblaðið Urban Poul Henrik Jensen umboðar danska tónleikarafelagið DJBFA Ólafur Páll Gunnarsson og Ásgeir Eyþórsson umboða Rás Ísland Peter Møller Madsen umboðar Nibefestivalen Lars Charlie Mortensen umboðar Jellinge Festivalen Jens Ove Friis er stjóri í danska plátufelagnum RecArt Michael Callesen umboðar danska rokktónleikarafelagið Rosa Hesir gestir hava boða frá síni luttøku á AME