mikudagur 11. apríl 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Tá Eivør
Pálsdóttir fer á
pall í samband við
AME, verða nakrir
av nýggjastu
sangum hennara
at hoyra. Hesir
sangirnir eru
við á spildur
nýggju fløguni hjá
Eivør, sum kemur
út í juni, og sum
er tann dýrasta
fløgan, sum Eivør
enn hevur latið
gera
AME
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eivør Pálsdóttir gleðir seg
at fara á pall, tá Atlantic
Music
Event
verður
um
vikuskiftið. Tað er langt
síðani, at hon hevur verið
á føroyskum palli, og Eivør
hevur sett saman blandaða
sangskrá, har bæði nýtt og
gamalt sleppur við.
- Nú er tað so, at ein
skal ikki spæla so longi,
men eg spæli eini 7 sangir,
og harav eru eini 3, sum
eru við á nýggju fløguni.
Annars er skráin blandað,
sigur Eivør, sum eisini
hevur sett ein nýggjan bólk
saman.
- Benjamin Petersen spælir
guitar. Honum havi eg ikki
spælt
saman
við
áður,
hann er sera dugnaligur
gittarleikari, og eg gleði
meg til at fáa hann við á
pallin. Mikal Blak spælir
bass, Unn Patursson syngur
kór, Rógvi á Rógvi spælir
trummur og Magnus Johan
nesen tangentar, sigur
Eivør, sum eisini fegnast
um
Norðurlandahúsið
sum
karm um AME, tí henni dámar
væl húsið.
Ikki kapping
Um AME tiltakið sum heild
sigur Eivør, at hon fegnast
um, at talan nú er um eitt
tónleikatiltak, í mun til
tíðina við Prix Føroyar,
har talan var um kapping.
Í 2001 vann Eivør Prix
Føroyar saman við bólkinum
Clickhaze.
- Slík tiltøk eru umráðan-
di, og tað hevði veruliga
nógv at siga fyri okkum tá.
Men mær dámar væl, at tað
nú er eitt tiltak, ístaðin
fyri kapping. At kappast
innan tónleik og list hevur
óivað sínar dygdir og van-
sar, metir Eivør, sum er
væl nøgd við AME tiltakið í
Íslandi, og hon gleðir seg
til AME í Føroyum.
Tekur upp hjá Van
Morrison
Eivør vann sangskrivarakapp
ingina, sum Norðurlandahúsið
skrivaði út undan AME. Um
vinnaralagið sigur Eivør, at
tekstin hevði hon liggjandi
í umleið eitt ár.
- Hetta er eitt slag av
troystarsangi.
Íblásturin
kom frá eini vinkonu, sum
ikki hevði tað so gott júst
tá, og frá vinfólki annars
og frá mær sjálvari, sigur
Eivør.
Eivør vann høvuðsvinningin
á 75.000 krónur og pengarnir
koma væl við, sigur Eivør.
- Eg eri í ferð við at
gera nýggja fløgu lidna, sum
væntandi kemur út um hálvan
juni. Hetta er mín dýrasta
fløga nakrantíð, og tí komu
pengarnir væl við. Eg havi
verið í upptøkuhølunum í
eitt hálvt ár og nú er bert
eftir at ljóðblanda, greiðir
Eivør frá.
Alt er upptikið í Írlandi
og
har
verður
eisini
ljóðblandað. Talan er um
upptøkuhøli, sum U2 hava
átt, og sum Van Morrison nú
eigur, og sambært Eivør er
talan um góð upptøkuhøli,
har hon trívist væl.
Fyrstu smakkroyndirnar av
nýggjum tilfari frá Eivør
verða tó at hoyra, tá Eivør
og bólkur hennara fara á
pall til Atlantic Music
Event um vikuskiftið.
Eivør við blandaðari sangskrá