hósdagur 12. apríl 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 12. apríl 2007
3
tíðindi
Ert tú sjónlig?
Skráset teg nú á Kveik.fo
Kveik.fo er ein nýggjur portalur, ið ger tað lætt at fi nna kvinnur
við røttu førleikunum. “Rætti maðurin” er jú ofta ein kvinna!
Vilt tú gera mun?
Ver sjónlig - við tínari vitan, tínum royndum og hjartamálum!
kveik.fo
sansir.fo
Nýggja fløgan hjá
Eyðuni Nolsøe, sum
hevur fingið heitið So
Nógvar Røddir, er
komin út í dag
Útgáva
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hittmakarin Eyðun Nolsøe
hevur í dag givið nýggja
fløga út. Hetta er onnur
solofløgan hjá Eyðuni
Nolsøe, eftir at hann í nógv
ár skrivaði og spældi sínar
sangir í Frændum.
- Eg havi skrivað sangirnar
á nýggju útgávuni leypandi.
Onkrir sangir eru skrivaðir
til hesa útgávuna, meðan
aðrir sangir eru eitt sindur
eldri. Tann elsti sangurin á
útgávuni er 19 ára gamal.
Við hvørt liggur okkurt
og bíðar leingi, áðrenn tað
verður gjørt heilt liðugt,
sigur Eyðun Nolsøe.
Fyrra solofløgan hjá
Eyðuni Nolsøe kom út í
1996, men síðani hevur hann
eisini givið tónleik út saman
við Terja Rasmussen.
- Tað eru liðin meira enn
10 ár, síðani eg gav fyrstu
solofløguna hjá mær, so
nú er tað eitt sindur upp á
tíðina, at eg gevi eina nýggja
fløgu út, sigur Eyðun.
10 nýggir sangir
Á fløguni So Nógvar Røddir
eru 10 nýggj føroysk løg,
sum Eyðun hevur skrivað.
Eina lagið er gjørt í samstarvi
við Terja Rasmussen.
Eyðun hevur arbeitt við
fløguni síðani januar 2006
saman við Hans Poulsen, sum
hevur produserað tónleikin.
Tónleikarnir á útgávuni
eru Hans Poulsen, Eyðun
Nolsøe, Óli Poulsen, James
Olsen, Jákup Zachariassen,
Pætur við Keldu, Hans Petur
í Brekkunum og Tróndur
Enni.
Í sambandi við útgávuna
fer Eyðun Nolsøe Band á
konsertferð í apríl og mai
mánaði, og tá verða sangirnir
av nýggju útgávuni spældir
live. Talan er um konsert
og dans í Føroyahúsinum
28. apríl, konsert í Norður
landahúsinum 5. mai, konsert
í Atlantis í Klaksvík 11.
maj og konsert/dans í Ment
anarhúsinum í Fuglafirði 12.
mai.
Tað ber eisini til at hoyra
tveir sangir av fløguni á
myspace profilinum hjá Eyð
uni, sum er at finna á www.
myspace.com/eydunnolsoe.
Eyðun Nolsøe við nýggjari fløgu
- Tað eru liðin meira enn
10 ár, síðani eg gav fyrstu
solofløguna hjá mær, so nú er
tað eitt sindur upp á tíðina, at
eg gevi eina nýggja fløgu út,
sigur Eyðun Nolsøe