hósdagur 12. apríl 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 70 - 12. apríl 2007
FØROYA HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn
tel 318813, Fax 313374, info@skeidsdepilin.fo, www.skeidsdepilin.fo
Make-up skeið
Frisørdeildin á Tekniska skúla
Make-up skeið - modul l
Make-up skeið - modul ll
Málbólkur
Endamál
Mánakvøld - Dag make-up - kl. 19.00-22.00
Týskvøld - Kvøld make-up - kl. 19.00-22.00
Málbólkur
Endamál
Mánakvøld - Brúðar make-up - kl. 19.00-22.00
Týskvøld - Smokey eyes make-up - kl. 19.00-22.00
Modul l:
Modul II:
Skeiðshaldarar:
Stað:
Kostnaður:
Tilmeldingarfreist:
Skeiðið er ætlað øllum, ið ynskja at læra at leggja make-up.
Endamálið við skeiðnum er, at luttakarin lærir at brúka tey røttu
amboðini og vøruna til at leggja dag- og kvøld make-up.
Arbeitt verður við grundleggjandi vitan um litlæru og húðasløgum og at
læra um ymisk sløg av vørum, ið verða brúkt til at leggja dag- og kvøld
make-up.
Arbeitt verður við støði í litlæruni at leggja vanliga og náttúrliga dag
make-up.
Arbeitt verður við støði í litlæruni at leggja vanliga og náttúrliga kvøld
make-up.
Skeiðið er ætlað øllum, ið hava eina grundleggjandi vitan innan make-
up og ynskja at arbeiða víðari við hesum.
Endamálið við skeiðnum er, at luttakarin lærir at brúka tey røttu
amboðini og vøruna til at leggja brúðar make-up og smokey eyes
make-up.
Arbeitt verður við grundleggjandi vitan um litlæru og húðasløgum og at
læra um ymisk sløg av vørum, ið verða brúkt til at leggja dag- og kvøld
make-up.
Brúðar make-up skal verða tíðarleys og nattúrlig, samstundis sum hon
hóskar til typu, klæðir, bukett v.m.
Arbeitt verður við ymiskum nútíðar make-up á eygunum við úttónaðum
litum og kantum.
7. og 8. mai 2007
14. og 15. mai 2007
Sunneva Thorsteinsson og Unn Zachariassen
Tekniski skúlin í Smiðjugerði, Frisørdeildin
Kr. 1.500,00 fyri hvørt skeiðið
23. apríl ella so leingi pláss er eftir
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Tel 312973 · fax 318624
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi verða
frá 1. august 2007 at rokna 2-4 føst størv leys at søkja
sum adjunktur/lektorur við faksamanseting ætlað til
lærugreinaraðið í studentaskúlum og HF-skeiðum.
Søkt verður eftir lærarum við eini samanseting av
hesum lærugreinum:
filmur/sjónvarp, heimspeki, føroyskt, lívfrøði,
spanskt, støddfrøði og teldufrøði.
Harumframt eru 14-16 ársvikariat í lærugreinun-
um:
alis/evnafrøði, alisfrøði, danskt, enskt, evnafrøði,
franskt, føroyskt, geografi, ítróttur, latín, lívfrøði,
sálarfrøði, samfelagsfrøði, spanskt, støddfrøði,
søga og týskt. (møguliga saman við eini av læru-
greinunum sum nevndar eru undir føstu størv-
unum)
Eitt ávíst tímatal er leyst til umsitingarleiðslu og
kunnu søkjast saman við undirvísingartímum.
Umsøkjari, ið ikki hevur lokið prógv í námsfrøði fyri
setanardagin, skal taka lut í innleiðsluskeiði í
námsfrøði, sum Mentamálaráðið skipar fyri í august
2007. Nýsett starvsfólk skulu sambært føroyskari
kunngerð um námsfrøði hava staðið námsfrøðiliga
útbúgving í seinasta lagi tvey ár eftir setanardagin.
Í sambandi við starvsetanina leggur skúlin dent á, at
umsøkjarar hava kunnleika um føroyskt mál og
føroysk samfelagsviðurskifti, og at umsøkjarar eru
áhugaðir í at ogna sær hetta innlit. Skúlin leggur
somuleiðis dent á góð samstarvsevni og at umsøkjarar
virknir fara at taka lut í menningini av einum góðum
námsfrøðiligum
skúlaumhvørvi,
har
samstarv,
kunningartøkni og nýggir arbeiðshættir eru týðandi
tættir
Gjørt verður vart við tveyárasáttmálan, ætlaður
umsøkjarum við vantandi føroyskum málførleika og
vantandi kunnleika um føroysk samfelagsviðurskifti.
Tað vil siga, at umsøkjarin verður settur í tíðar-
avmarkað starv fyri tvey ár. Skúlin rindar kostnaðin
hjá umsøkjaranum fyri flyting og ferð fram og aftur
millum verandi bústað og Føroya Studentaskúla og
HF-skeið. Skúlin endurrindar í mesta lagi 30.000 kr.
fyri flyti- og ferðaútreiðslur hvønn vegin - gevið
gætur - upphæddin er skattskyldug. Ætlar umsøkjarin
at halda fram í starvinum eftir tveyáraskeiðið, skal
umsøkjarin søkja starvið av nýggjum á jøvnum føti
við aðrar umsøkjarar. Áhugaðir kunnu venda sær til
skúlan.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um skúlans
stevnumið, um teir venda sær til leiðslu skúlans ella
kunna seg á heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo
Umsókn á oyðublaði frá YF ella frá GL verður stílað
og sent til
Føroya Studentaskúli og HF-skeið,
att.: Mikkjal N. Helmsdal, rektari,
Hoydalar, FO – 188 Hoyvík, Føroyar
í seinasta lagi 30. apríl 2007.
Avrit av próvtøkuskjølum ella úrskrift úr próv-
tøkuprotokoll skulu sendast saman við umsóknini.
Setanarsamrøður fara fram miðskeiðis í mai.
»Sólsetur«
blað teirra eldru fæst ókeypis á Statoil
støðum, Shell støðum, keypssamtøkum og
øðrum handlum kring landið.
Landsfelag Pensjónista
Bakaríið hjá Jórun
Søkt verður eftir einum bakarasveini og
einum lærlingi skjótast gjørligt.
Áhugaði kunnu venda sær til Jórun á
tlf. 215414
Klingrugarður 6 | 700 Klaksvík
Tel. 455314 | www.jorun.fo | jorun@jorun.fo
lýsingar
Lesið
-tað
loysir
seg