mánadagur 23. apríl 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2007
- Tað var sera heppið,
at vaktarskifti júst
hevði verið umborð á
Hercules, tá staðfest
varð, at eldur var í
skipinum. Tí vóru
menn ikki í koyggjuni,
men vóru antin á veg á
vakt – ella av vakt. Eftir
10 minuttum stóð at
kalla alt skipið í ljósum
loga. Manningin fekk
einki við sær. So skjótt
gekk alt fyri seg, sigur
Jóna Rasmussen, kona
skiparan á Hercules,
sum Sosialurin hevur
tosað við
Hercules
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jóna Rasmussen er kona
skiparan á stóra frystitrol
aranum Hercules, sum
eldur kom, meðan teir lógu
í góðum fiskiskapi eftir
rossamakreli í Kyrrahavinum
fríggjanáttina.
- Eg visti einki um hend
ingina, fyrr enn maður mín
ringdi fríggjamorgunin um
7.30-tíðina. Hann var róligur
á røddini og spurdi, um eg
var upp i. Eg hevði ikki sovið
so væl um náttina og lá og
durvaði. Tað var deiligt at
hoyra málið í manninum,
men sjálvandi gjørdist eg
kløkk, tá hann segði mær,
at nú var eitt verri skil hjá
teimum.
Jóna sigur, at maður henn
ara í stuttum greiddi henni
frá, at eldur var komin í
skipið, og at flestu menn
vóru bjargaðir, tó ikki allir.
Millum teir bjargaðu vóru
báðir føroyingarnir, sum
vóru við skipinum.
- Vit tosaðu stutt hendan
morgunin, og eg var í fyrsta
lagi fegin um, at flestu av
monnunum vórðu bjargaðir
úr brennandi skipinum, sigur
hon.
Ringdi aftur
- Klokkan 16 sunnudagin
ringdi maður mín aftur, og
hesaferð tosaðu vit eina løtu.
Hann helt fyri, at tað var
sera hepp ið, at vaktarskiftið
júst hevði verið umborð á
Hercules, tá staðfest varð,
at eldur var í skipinum. Tí
vóru menn ikki í koyggjuni,
men vóru antin á veg á vakt
– ella av vakt.
Jóna sigur, at sambært
manni hennara, breiddi
eldurin seg ógvuliga skjótt,
og tað tók ikki meira enn
einar 10 minuttir, til eldurin
hevði breitt seg um at kalla
alt skipið.
- Manningin fekk einki við
sær, tá teir fóru av skipinum.
So skjótt gekk alt fyri seg,
leggur hon aftrat.
Systurskipið hjá Hercules,
Posidon, sum eisini royndi
um somu leiðir, tók fleiri av
manningini upp .
- Fleiri skip vóru á leiðini,
og tá eg tosaði við mannin,
vóru 28 av manningini um
borð á 3-4 øðrum skipum,
meðan hinir allir vóru umborð
á Posidon, sigur hon.
Taldu og taldu
Eftir at meginparturin av
manningini varð bjargað
av brennandi Hercules og
umborð á skipini, sum komu
til hjálpar, varð roynt at finna
út av, hvussu veruliga støðan
var. Tá manningartalið við
Hercules var 116, og hesir
vórðu bjargaðir umborð á
ymisk skip, kann vera torført
í slíkari støðu at finna út av,
hvussu støðan er.
- Maður mín segði, at
hann aftur og aftur royndi
at telja, men tíverri vísti tað
seg, tá saman um kom, at 11
mans ikki vóru komnir av
skipinum við lívinum, sigur
Jóna.
Reiðaríið, sum eigur skip
ið, Thor í Hósvík, hevur boð
að frá, at ein maður er funnin
deyður, og at 10 ikki eru
afturíaftur komnir. Vónirnar
um at finna fleiri mans aftur
á lívi, eru lítlar og ongar,
nú skipið framhaldandi
brennur.
- Samstundis, sum eg eri
sera fegin um og takksom
fyri, at maður mín og megin
parturin av manningini eru
bjargað á lívi undan hervi
liga eldinum, mugu vit
ásanna, at hendingin er ein
sorgarleikur, sigur Jóna.
Aðru ferð
Hetta eru aðru ferð, at Ing
olf Rasmussen hevur verið
raktur av eldi umborð á
skipi.
- Í sínari tíð kom eisini
eldur í rækjutrolaran Sól
borg, sum Ingolf førdi. Hetta
hendi, meðan teir vóru til
fiskiskap í Kanada.
Jóna sigur, at nú eldur kom
í Hercules, lótu teir so væl at
fiskiskapinum og gongdini
annars.
- Ingolf læt sera væl at
skipinum. Teir høvdu góðan
fiskiskap, og stemningurin
umborð var góður, sigur
Jóna Rasmussen.
Meginparturin av teimum
116 monnunum við Hercu
les, vóru ungir menn, fleiri
um 19 ára aldur.
Hetta var fyrsti túrurin
hjá skipinum. Teir fóru
úr Panama til fiskiskap í
Kyrrahavinum, vestanfyri
Chili, 24. mars.
Hin føroyingurin, sum var
við Hercules, og sum eisini er
bjargaður, er vágamaðurin,
Jan Erik Simonsen, sum var
maskinstjóri umborð.
Kona skiparan á Hercules:
Eldurin
breiddi seg
ógvuliga
skjótt
Gates á Svalbard
Amerikanski ríkmaðurin Bill Gates hevur játtað at lata ein
part av tí, sum tað kostar at savna fræ frá ymsum plantum í
menningarlondunum í einari serligari goymslu á Svalbard.
Sum skilst hevur Bill Gates játtað at lata 180 mió. norskar
krónur. Mett er, at goymslan fer at kosta 230 mió. norskar
krónur, og stjórnin í Oslo hevur játtað at lata tað, sum restar í.
Endamálið við savninum er at tryggja margfeldið í heimsins
náttúru, skrivar NTB.
Orri heiðraður
Nógvir føroyingar minnast íslendingin Orra Vigfússon, sum
á sinni gekk undan fyri at fáa føroyingar at gevast við at
fiska laks norðanfyri. Tað var bara eitt av teimum nógvu
tiltøkunum, sum hann hevur sett í verk fyri at verja tann villa
laksin, og í kvøld verður hann heiðraður fyri sítt arbeiðið at
verja tann villa laksin. Tað hendir í San Fransisco, har Orri
fær Goldberg-heiðurslønina fyri arbeiði sítt. Hon er 125.000
amerikanskar dollarar.
Skipari á Hercules er Ingolf Rasmussen. Nú eldur kom í skipið,
lótu teir væl at fiskiskapinum, og stemningurin umborð var
góður. Meginparturin av manningini vóru blaðungir menn
- Maður mín segði, at hann aftur og aftur royndi at telja, men tíverri vísti tað seg, tá saman um kom, at 11 mans ikki vóru komnir
av skipinum við lívinum, sigur kona skiparan á Hercules
- Samstundis, sum eg
eri sera fegin um og
takksom fyri, at maður
mín og meginparturin
av manningini eru
bjargað á lívi undan
herviliga eldinum,
mugu vit ásanna,
at hendingin er ein
sorgarleikur, sigur Jóna
Rasmussen