mánadagur 23. apríl 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 77 - 23. apríl 2007
Nú um dagarnar kom ein melding frá Arbeiðarafeløgunum
um, at ein miðalløn í Føroya Arbeiðarafelag var 168.000
krónur um árið. Hetta er í dagsins samfelag ein lág løn.
Tað er freistandi at koma fram til loysnina bara at hækka
hesa løn og so lata alt annað standa til, men hvat eru
undirliggjandi grundirnar fyri, at man ikki klárar seg við
einari slíkari løn í dagsins Føroyum?
Vit hava – sammett við grannalond, Danmark undantikið
– eitt høgt skattatrýst á allar lønir. Vit hava eitt høgt
MVG, høgt oljuavgjald, høgt bilavgjald, høgan vegskatt
og ivaleyst heimsins hægsta streymprís. Harafturat hava
vit sjúkrakassagjald, kringvarpsgjald, ALS gjald,
bummpengar og onnur almenn gjøld, sum ikki fara yvir
skattin. Útyvir hetta, so eru flestu dagligdagsvørur, und
antikið kjøt og einstakar landbúnaðarvørur, nógv dýrari
í Føroyum, enn í flestu grannalondum okkara. Tað sigur
seg sjálvt, at tað má vera ringt hjá fólki við vanligum
lønum at fáa alt at hanga saman fíggjarliga.
Hvat kann so gerast? Tað vil altíð vera so, at Føroyar er
eitt hampuliga dýrt samfelag at reka á summum økjum,
men á øðrum økjum gera vit sjálvi samfelagið dýrt við
at kopiera danska lóggávu - viðhvørt uttan at nakar
hevur biðið um tað - og danska umsiting, sum er gjørd
til eitt samfelag við 5 milliónum íbugvum. Her er pláss
fyri rationalisering av lógum og mannagongdum, so
samfelagið gerst bíligari at reka, uttan at borgarin merkir
tað. Vit mugu læra okkum at brúka teir fyrimunir, tað
inniber, at vera eitt lítið land. Tað gera vit ikki í dag.
Almenn eykagjøld útyvir skattin, er ein óskikkur, sum
eisini er ósolidariskur, tí øll frá pensionistinum til rok
skiparan gjalda vanliga somu upphædd – t.d. kring
varpsgjaldið. Skal tað almenna fíggja eitt ávíst virksemi,
so eigur tað at vera gjørt yvir eina solidariska skatta
skipan.
At oljuavgjaldið ikki longur er tengt at oljuprísinum er
eisini ein vanlukka fyri lágu lønirnar í Føroyum, og
eigur hetta at vera broytt.
Politikarar mugu endurskoða øll avjgøld og skattir útfrá,
hvat borgaranum tørvar og borgarin vil. Gera vit einki,
so vil ein stórur partur av føroyingum hava fíggjarligar
trupulleikar um eitt ár ella tvey, um tey ikki longu hava
tað. Eitt skatta og avgjaldstrýst sum tað føroyska er ikki
rættvísgjørt í teimum almennu tænastunum, sum før
oyski borgarin fær.
Var samsvar harímillum, so var lønarhækkan einasta
loysnin fyri verkamannafeløgini, men tíverri tykjast
vera nógv størri undirliggjandi trupulleikar, sum eisini
mugu loysast, fyri at vanligi føroyingurin skal hava ráð
at liva í Føroyum. Loysnin er fyri ein stóran part polit
isk.
Sosialurin
Ov dýrt at liva
í Føroyum
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sat og hugdi dag og viku
Týrsdagin 17/4. Har var eitt
kjak, sum borgarstjórin i
Havnar kommunu var við
í.
Hann tosaði um 200
millónir, sum vóru brúktar
til kai, læknahøli, skúla og
ítróttarhøll. Men hvør skal
brúka hesa stásuligu høll og
skúla?
Tey ungu fáa ikki loyvi at
seta búgv her i Kollafirði.
Tey søkja um grundstykki
her norðuri, men tey fáa eitt
nei. Jú, onkur fekk bjóðað
stykki í Hoyvíkshaganum.
Nær
er
Hoyvikshagin
komin til Kollafjarðar at
liggja?
Her
á
Oyrareingjum,
Signabø og Langasandi er
nógv slættlendi at byggja á,
men
Havnar
kommuna
sigur nei.
Tað eru fleiri ung, sum
mugu flyta til aðrar bygdir,
har er gamaní at fáa
grundstykki, men tað kann
ikki vera meiningin. Hvat
ætlar Havnar kommuna,
skulu
Oyrareingir,
Signabøur og Langasandur
avtoftast?
Ítróttarhøllin
kann kanska brúkast til
ellisheim um nøkur ár, tí
við hesari framferð, sum
H. K. bjóðar okkum, so
verða bara gomul fólk eftir.
á Oyrareingjum 19/4
Tíðindaskriv
Nú byrja vit aftur við nýggj
um sjálvhjálparbólkum fyri
børn og ung, sum hava
mist foreldur ella systkin
við deyða. Aldurin fyri lut
tøku er frá 8 ár og uppeftir.
Bólkarnir eru ætlaðir,
sum ein hjálp til at fáa ein
liviligan gerandisdag. Bólk
arnir eru ikki ætlaðir sum
kreppuhjálp. Tí skal nakað
vera umliðið, síðani avvarð
andi doyði.
Børn og ung, sum hava
mist foreldur ella systkin
fyri fleiri árum síðani, hava
eisini havt gleði av bólkun
um.
Bólkarnir eru býttir upp
eftir aldri, og verða tað tí
tilmeldingarnar sum avgera,
hvørjar aldursbólkar vit
hava komandi skeið. Tað
kostar 300 kr. fyri hvønn.
Tey, sum vilja verða við,
vera biðin um at siga frá
sum skjótast. Tað kann ger
ast hjá Jóngerð Poulsen á
tlf. 316419/227074 ella við
T-posti:
HYPERLINK
”mailto:jongerd.poulsen@
skulin.fo” jongerd.
poulsen@skulin.fo
Sum nakað nýtt, kunnu
vit nú eisini bjóða foreldr
um, sum hava mist børn, í
sjálvhjálp-arbólk. Kostnað
urin er 1000 kr. fyri hvønn.
Tey, sum vilja verða við,
vera biðin um at siga frá
sum skjótast hjá Kathrinu
L. Joensen, tlf. 279667 ella
við T-posti:
kathrina.lindenskov.
joensen@skulin.fo
Trivnaðarnevnd løgtingsins
hevur lagt fram álit í ting
máli nr. 72 viðvíkjandi upp
skoti hjá landsstýrismanni
num í almanna- og heilsu
málum um serlig bútilboð
til tey heimleysu.
Av tí at nevndarálitið og
málsgongdin sum heild er
ørkymlandi fyri Kommunu
samskipan Føroya, loyva
vit okkum hesa stuttu við
merking, nú uppskotið skal
til aðru viðgerð í dag 18.
apríl 2007.
Landsstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumálum
fekk í juni 2005 handað álit
um støðuna hjá teimum
heimleysu í Føroyum. KSF
tók lut í hesum arbeiði, har
tað m.a. varð mælt til, at
kommunurnar
hava
ábyrgdina at veita teimum
heimleysu bútilboð.
Landsstýrismaðurin sendi
samsvarandi hesum hin 22.
september 2006 uppskot til
hoyringar um serlig bútil
boð til heimleys. Uppskotið
fevndi eisini um virkisfremj
andi stuðul, umsorgan v.m.,
og hevði KSF í hoyrings
skrivi dagfest 16. oktober
2006 fleiri konstruktivar
viðmerkingar til uppskotið.
KSF frættir tó einki aftur
frá
landsstýrismanninum
fyrr enn vit staðfesta, at
nýtt uppskot er lagt fyri løg
tingið. Nýggja uppskotið
fevnir bert um at veita bútil
boð, sum landið nú skal
hava ábyrgdina av umvegis
sjálvbodnar hjálparfelags
skapir.
Í viðmerkingunum verður
sagt um tað fyrra uppskotið,
at tað fekk so nógvar atfinn
ingar serliga frá kommunu
feløgunum, at avgjørt varð
at broyta uppskotið soleiðis,
at ummælissvarini vóru tik
in til eftirtektar.
Til hetta skal KSF við
merkja, at hoyringsskrivið
hjá KSF er á ongan hátt
atfinningarsamt um ta yvir
skipaðu kommunalu ábyrgd
ina á økinum, men høvdu
vit fleiri viðmerkingar og
ivamál um ítøkiligu áseting
arnar í uppskotinum, og tí
er
grundgevingin
fyri
broytta
ábyrgdarbýtinum
ikki røtt.
KSF fekk ongantíð seinna
lógaruppskotið, sum lands
stýrismaðurin nú hevur lagt
fyri tingið, til hoyringar, og
tað gjørdi sum skilst heldur
eingin annar.
Tað kom tó sera óvart á,
at trivnaðarnevndin í áliti
sínum til løgtingið ber fram
undir, at kommunurnar ikki
vilja hava ábyrgdina av
bústaðarviðurskiftunum hjá
teimum heimleysu. KSF er
av teirri áskoðan, at upp
gávan og ábyrgdin at veita
heimleysum hóskandi bútil
boð er felagskommunal, og
tað harmar tí KSF almikið,
at heldur ikki trivnaðar
nevndin tók stig til nakra
hoyring um uppskotið.
Kommunusam
skipan Føroya
Ábyrgdin av bútilboðum til heimleys
Er Tórshavnar býráð rættsiktað?
Anna
Arabo
Berin: Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung