mánadagur 23. apríl 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2007
13
Tórshavnar býráð eigur til
komandi val at taka av tær
staðbundu nevndirnar, sum
eru í øllum bygdunum, ið
hava lagt saman við Tórs
havnar komm unu. Tíðin er
farin frá hesum nevndum,
sum í dag at kalla bert gera
mismun á borgarum í komm
ununi.
Hesar
nevndir
vóru
partur av samanleggingar
sáttmálunum, sum vórðu
gjørdir, og endamálið við
teimum var tá,at tær skuldu
kunna, ráðgeva og vegleiða
býráðnum í ymsum málum.
Men nú hevur hetta fyri
brigdi útspælt sín leiklut, og
ásannast má, at tíðin er farin
frá hesum nevndum.
Skulu allir borgarar fáa
eins viðferð, so skulu fólk
í ymsu býarpørtunum í
Havnini eisini hava stað
bundnar nevndir, so tey hava
sama møguleika at kunna,
ráðgeva og vegleiða, hvørja
ferð okkurt hendir í teirra
nærumhvørvi, ið hevur
uppiborið viðgerð á sama
hátt, sum tá okkurt hendir í
bygdunum í komm ununi.
Tað stendur einum og
hvørjum greitt, at skal ein
slík javnvág gjøgnumførast,
so fáa vit eina endaleysa røð
av staðbundnum nevndum,
og tað er væl ikki meiningin.
Spurningurin er eisini, um
hesar nevndir eru objektivar
og siga fólksins meining,
ella um tær eru subjektivar
og merktar av eintáttaðum
og snævurskygdum mein
ingum, sum tær ikki tæna
fjøldini, men bert ávísum
borgarum.
Tarnandi millumlið
Ein annar spurningur er eis
ini, um hesar nevndir ikki
bert eru eitt tarnandi millum
lið, ið ger sítt til, at nógv mál
verða nógv seinni avgreidd,
enn tey annars høvdu verið.
Um eitt nú ein umsókn
kemur av Velbastað, so skal
staðbundna nevndin siga
sína hugsan, áðrenn málið
verður sent víðari til fyrisit
ingina, sum síðani beinir tað
í nevnd.
Øll henda tilgongdin
kann lættliga taka eitt hálvt
ár, meðan tað gongur mun
andi skjótari, um talan er
um borgarar í Havn, sum
ikki skulu umvegis eina
staðbundna nevnd. Kem
ur ein umsókn frá einum
havnarborgara, so kann
málsviðgerðin byrja beinan
vegin í viðkomandi nevnd
hjá Tórshavnar býráði.
Vit kunnu sostatt staðfesta,
at her verða borgararnir ikki
viðgjørdir eins og fáa ikki
somu rættindi, men í staðin
er viðgerðin tengd at, um tú
býrt í einari av bygdunum ella
í sjálvari Havnini. Tí er púra
greitt, at staðbundnu nevnd
irnar als onga nyttu gera og
eiga at verða tiknar av, tí
fólkavaldu býráðslimirnar
eru jú valdir til at umboða alt
fólkið í nýggju Tórshavnar
kommunu, óansæð hvar í
kommununi tú býrt.
Allir borgarar í teimum
gomlu komm ununum, sum
hava lagt saman við Tórs
havnar komm
unu, eru nú
borgarar við somu rættind
um og somu skyldum sum
hinir allir aðrir borgarar í
kommununi. Tí veruleikin
er jú, at bygdirnar í dag eru
ein býlingur í Havn!
viðmerkingar
Tølini hjá Heðini Mortensen,
borgarstjóra í Havn, hava
onki við heildarveruleikan
at gera. Í høvuðsstaðnum
eru langt oman fyri 80
almennir stovnar við meiri
enn 800 mió. krónum í løn
arútgjaldingum, umframt alt
annað virksemi, hetta gevur
av sær.
Beint undan páskum hevði
Heðin Mortensen, borgar
stjóri grein undir heitinum,
»Ein hjálpandi hond til Jógv
an við Keldu«, har hann
skeiklar fatanina av lands-
og ríkisalmennu rakstrar- og
íløguútreiðslunum, sum í
høvuðsheitum bæði beinleið
is og óbeinleiðis í størstan
mun fíggja rakstur og íløgur
í høvuðsstaðnum. Hann
nevnir bara fá endatøl, sum
eru úr blokkstuðlinum: Ser
forsorg, pensjónir og sjúkra
húsverkið. Heðin Mortensen
veit fullvæl, at hetta er uttan
hald í veruleikanum.
Orsøkin til, at viðmerking
arnar ikki koma fyrr enn nú,
er, at so stutt var til páskir,
og tí helt eg, at páskafriðurin
átti at havast í huga.
Danski blokkstuðulin er
615 mió. krónur, umframt
231 mió. krónur í rakstrar-
og løguútreiðslum av rík
isgoldnum stovnum í Før
oyum. Harafturat eru krígs
pensjónir og annað komið.
Samlaða upphæddin, sum
kemur til landið úr danska
ríkiskassanum, er sostatt til
samans 947 mió krónur.
Vanliga havi eg ikki serstakt
hongt meg í danska blokk
stuðulin, men í heildarinn-
tøkurnar. Føroyskar og
danskar, og hvussu og hvar
hesar almennu upphæddir
fella aftur í lønum og øðrum
rakstri.
Tí fari eg at vísa á, sum
Heðin Mortensen veit betur
enn nakar annar, at langt
yvir 80 almennir stovnar und
ir landinum liggja í høvuðs
staðnum við meiri enn 800
mió. krónum í útgoldnum
lønum. Hesar geva aftur
minst 160 mió. krónur í bein
leiðis komm unuskatti.
Upp í hetta eru ikki taldar
lønir til fólkaskúlan, røktar
heim, skip hjá fiskiveiðueftir-
litinum ella tól hjá SSL, løn
ir hjá donskum- ella norður
lendskum stovnum o.s.fr.
Heldur ikki tær vørur,
sum verða framleiddar úti
um landið og avskipaðar
til útflut-nings og vanliga
fara yvir bryggjukant hjá
Tórshavnar Havn, og soleið
is í stóran mun gera, at
avlopið hjá Tórshavnar Havn
liggur um 25 mió. krónur
árliga, meðan aðrar havnir í
Føroyum lítið og einki geva
í avlopi.
Eisini eiga vit at hava í
huga, at lands- og ríkisal
mennir stovnar í høvuðs
staðnum byggja út, byggja
nýtt og umvæla fyri yvir 100
mió. krónur um árið.
Umframt hetta vaksa
mongu tænastufyritøkurnar
uttan um almennu stovnarnir,
sum jú eru stórforbrúkarar
av almennum, keyptum tæn
astum.
Við at uppbyggja meiri
sterk, fjøltáttaði og sam
anløgd øki úti um landið,
har breiddin av fyritøkum
og átøkum eru neyðug, har
samfelagsbygnaðurin er
samansettur, vinna, mentan,
heilsu- og almannaverk og
útbúgving, o.s.fr., er eitt
dømi økið Klaksvík/Kambs
dalur. Tá fært tú samfeldan
dynamikk, sum tænir øllum
landinum.
At miðsavna í økir gev
ur eina meining, men at
miðsavna alt í eitt ein
stakt øki, ger av við allan
dynamikk. Hetta er vísund
aliga prógvað.
Tað kann eisini tykjast
løgið, at politikarar í Suð
urstreymi geva ilt av sær,
bara tí, einir tríggir av yvir
80 almennum stovnum eru
lagdir til Miðvágs og Tvør
oyrar.
Nei, Heðin Mortensen, gev
mær eina »hjálpandi hond«
við at flyta stovnar, har teir
nátúrliga hoyra heima og
geva ein dyggari dynamikk
samfelagsliga. Tá fáa vit eitt
yvirorðnað sterkt samfelag
og ikki sum nú eina linliga
menning.
Her verður bæði neyðugt
við samaløgdum sterkum
økjum, útflyting av almenn
um stovnum og útjavning
av skattakrónunum. Tást
aðni fæst eitt visjónsríkt
samfelag.
So tølini hjá Heðini Mort
ensen eru burturvið og onki
høpi í. Tað veit hann eisini
sjálvur. Eitt danskt orðatak
sigur, at: »Den der fortier,
lyver også«!
Heðin Mortensen veit betri
Løgtingsmaður
Jógvan við
Keldu
Tíðin er farin frá staðbundnum nevndum
- um nakað er í tí
ella ikki, skal ein
søla ikki beina fyri
kappingini á
tryggingarøkinum
Nú nógv er komið undan
kavi, og vit ikki rættiliga
kunnu skyna á, hvat er eft
irfarandi ella ikki, so eru
tað kortini ivi, sum eigur
at fáast uppá pláss.
Sjálvur eri eg av teirri
fatan – eftir at hava starv
ast á Kalli seinastu fimm
árini – at skulu vit bara
droyma um nakra veruliga
kapping innan eitt nú
tryggingar- og teleøkið, er
tað ein skylda hjá okkara
politiska myndugleika
at skipa soleiðis fyri, at
lív verður hildið í teirri
kapping, sum er komin á
økjunum.
Tryggingin skal IKKI
keypa!
Tað eigur ikki at vera
neyðugt at koma við eini
viðmerking sum hesari,
men tá eg hoyrdi um, at
Tryggingarfelagið Føroy
ar, saman við øðrum, var
ein møguligur keypari av
parti av bankanum, fór
tað mær kalt oman eftir
rygginum.
Føroya Banki eigur P/F
Trygd, og er tað veruliga
so, at ætlanir eru um, at
Tryggingarfelagið Før
oyar er við at keypa seg
inn í Føroya Banka, er
kappingin á tryggingar
økinum farin í søguna.
Er hetta ætlanin?
Eg minnIst, at tá liberal
iseringin innan trygging
arøkið varð framd á sinni,
vóru nógvar kreftir innan
Tryggingina, ið royndu
at beina fyri hesum. Tí er
hetta kanska ein roynd at
fáa gjørt tað soleiðis, at
vit nú aftur skulu verða
bumbaði aftur í monopol
tíðina, tá tað vóru mon
opolpávarnir, sum settu
dagsskránna!
Avgerðin er TYKK
ARA!
Eg fari heita á okkara
politiska myndugleikan
at steðga á og gera sær
greitt, hví bankin skal
seljast.
Tit hava júst gjørt av,
at tað verður ongin søla
framd av Føroya Tele
í hesum valskeiðnum,
so kanska áttu tit líka
at steðga á, so allur ivi
kann beinast av vegnum
í sambandi við søluna av
Føroya Banka.
Eg taki fult undir við
allari liberalisering, men
hon skal bara ikki beina
fyri kapping á øðrum økj
um!
www.brekkstein.com
Annfinn
Brekkstein
Tryggingin má ikki
sleppa at keypa seg
inn í Føroya Banka
Fríðálvur
Jensen
Skipað verður fyri
flaggdagsrenning í
Vági flaggdagin.
Hetta er fyrstu ferð, at
skipað verður fyri
flaggdagsrenning í
Vági. Tað er Ítróttar
felagið “Hvistan”, ið
skipar fyri tiltakinum
Renning
dagfinn@sosialurin.fo
Byrjað verður við Framtíð
ina kl. 13.30, har luttakar
arnir eisini møta. Runnið
verður oman á niðaraveg,
vestur í Bø og rundan um
vatnið, niðan við hjá Eyð
finn Mørk og niðan á Foss,
út í Toftar og oman ígjøgn
um Toftabrekku, út á vend
iplássið á Gartnaroyri og
síðan eftir niðaraveg vestur
aftur til Framtíðina. Strekkið
er uml. 5 km. Børnini renna
bert hálvan teinin.
Kappingin er fyri børn
og vaksin. Gjørt verður vart
við, at øll – ung og eldri,
skjót og minni skjót – eru
vælkomin. Fólk vælkomin
at ganga allan teinin.
Tá komið er á mál, fáa all
ir luttakararnir frukt, sunkist
og kaffi.
Heiðursmerki verður latið
nr. 1,2 og 3 í hvørjum bólki,
og teir eru:
Veteranar 45 ár og eldri
Vaksin 21 og 44 ár
Ung árg. 87-90
Ung árg. 90-95
Ung árg. 94-96
Børn árg. 97-2000
Gentur og dreingir kappast
ikki ímóti hvør øðrum.
Luttøkugjaldið er 30 kr
fyri vaksin og 10 kr fyri
børn, og tilmeldingin fer
fram í Framtíðini millum kl
12.00 og 13.15.
Saman við startnummari
num, verður latið eitt gávu
kort frá Bailine í Vági v/ Kar
in Strøm, til allar kvinnur 18
ár og eldri.
Flaggdagsrenning í Vági