mánadagur 23. apríl 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2007
15
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum, sum gleddu meg
á 80 ára degnum tann 20. desember 2006.
Tøkk fyri uppringingar, blómur og fjarrit.
Tøkk til tykkum øll, ið gleddu
meg við at koma
Sigrid Poulsen í Skemmuni
Porkeri
nøvn
Tann 24. apríl verður ein
kendur havnarmaður, Palli
Gregoriussen, arkitektur, 75
ár. Palli hevur sum fáur sett
síni fingramerki á, hvussu
tað hevur verið bygt í Før
oyum seinastu meira enn 40
árini.
Tað kann sigast, at tað sama
hevur eisini verið galdandi
fyri hansara móðurætt, sum
er av tí kenda Argefólkinum.
Tað hevur fostrað nógvar
úrmælingar innan handverk
og bygging. Mest eyðsýnt
eru teir ymisku bygningarnir,
sum eru laðaðir úr gróti
kring um í Havnini. Bert
fá dømi um hetta er gamli
kommuskúlin, har býráðið
nú húsast, og sparikassin í
miðbýnum í Havn.
Mamma Palla var Liffa,
sum vit minnast fyrst og
fremst sum kvinnusaks
kvinna og sum hattamakari.
Pápi Liffu var Sigmund
Arge, sum var ein kendur
smiðjur. Hann hevði smiðju
niðri í Grind, sum smiðjan
í Lítluvík í Havn. Her vóru
fimm smiðjur, sum kunnu
roknast sum eitt tað fyrsta
ídnaðarøki í landinum.
Smiðjan hjá Sigmundi
var tann fyrsta í Føroyum,
sum kundi lata lærlingum
lærubræv, tá ið lærutíðin
var úti.
Eitt dømi um handverkið
hjá Sigmundi eru gróthúsini
hann bygdi sær. Tey standa
við síðuna av Skálabúðini í
Dr. Jacobsensgøtu. Her hús
aðist Sigmund saman við
konuni Margrethu, ættað úr
Skopun, við átta døtrum og
fostursoni úr Íslandi. Hesi
hús gjørdust næsti granni
hjá ættini hjá honum, sum
skrivar hesar reglur.
Faðirættin hjá Palla var
eisini sera framúr. Pápin,
Magnus, var ættaður úr
Kvívík, og var hann bróður
sonur Jóan Petur upp í
Trøð, sum hevur verið eitt
flogvit. Hann var skald av
teimum stóru, hóast hann
mestsum ikki hevði gingið
í skúla og als ikki hevði
lært føroyskt. Hann týdd i
eisini ein part av Bíbliuni
til føroyskt! Jóan Petur var
eisini hegnismaður og íðin
fotografur, og honum fyri at
takka eru nógvar søguligar
myndir úr Kvívík. Palli
kann av røttum vera stoltur
av abbabeiggjanum, og hann
hevur verið við til at skipað
fyri framsýning í Kvívík av
hansara forvitninsligu foto
myndum.
Palli fór í skúla hjá mostur
síni Betti Arge, sum hevði
privatskúla í umrødd u grót
húsum hjá Sigmundi. Sagt
var um Betti, at hon var
ógvuliga ættarkøn og søgu
fróð, og hon dugdi sera væl
at hugtaka børnini, millum
annað við at fara út í náttúr
una við teimum. Her gekk
Palli í skúla, inntil hann fór
í millum- og realskúla.
Tað var ikki so løgið, um
Palli fekk hug til at ganga
somu leiðir sum forfedrarnir.
Hann kundi ikki fara í læru
sum handverkari, tí hann var
lámur! Tá var hildið, at hetta
kundi ikki bera til. Men
hann fór so at læra, fyrst
til bygningskonstruktør og
síðan til arkitekt. Hann var
liðugur í 1960, og árið eftir
stovnar hann egna teknistovu
í Havn, bert 29 ára gamal.
Síðan hevur tað gingið
slag í slag. Kirkjur, skúlar,
stovnar, søvn og sethús og
mangt annað er komið frá
hansara hond hesi 46 árini
Palli hevur virkað sum arki
tektur. Millum kendastu
verkini eru ellisheimið í
Vágunum, útvarpshúsið og
listaskálin. Listaskálin verð
ur roknaður sum høvuðs
verkið hjá Palla, og hann
stendur eisini hansara hjarta
serliga nær.
Tað, sum Palli ikki er
minni kendur fyri, eru
hansara tekningar, sum
nógvar eru komnar út í bók.
Eitt stórverk eru tær tríggjar
bøkurnar við tekningum av
øllum kirkjunum í Føroyum,
sum eru bygdar undan 1960.
Innihaldið var eitt túsundtal
av litaðum tekningum. Frá
kortmyndum av bygda løg
unum fyrr og nú, har kirkj
urnar standa, til flatmyndir,
skurðir, myndir av útsíðum,
av útgerð innan, stóla
vangum, kórsveggjum og
snældum, prædikustólum,
doypifuntum, lesipultum,
altartalvum, ljósstakum
klokkum eins, og tað finst
eisini kunning um hesar kirkj
ur. Hetta bókaverk er ein
mentunargripur, sum Palli
eisini fekk M.A. Jacobsens
virðisløn fyri.
Burtur úr hesum arbeiði
kom tann stóra framsýningin
í sambandi við 1000 ára
haldið fyri kristnanina í
Føroyum í 2000. Hetta er
ein framsýning, sum hevur
ferðast um Norðurlond.
Bókin við tekningum úr
Havn er eisini ein dýrgripur
serliga hjá okkum, sum
hava røtur í Havnini. Og
so ikki um at tala bókin
„Um heimsins borgir“ við
tekningm av kendum støðum
í ymiskum stórbýum kring
heimin. Tann, sum hevur
verið á hesum støðum, sum
tekningarnar eru frá, følir
seg nærum sum at vera á
staðnum aftur.
Palli hevur verið við á
mongum framsýningum,
eisini í útlondum. Ein serlig
framsýning var í 1999 í
jútska býnum Thyregod,
haðani kona hansara, Tove,
var ættað.
Tað, sum er eitt sermerki
fyri tey hjá Sigmundi á
Argjum, er eitt gott saman
hald. Hóast átta døtur í hús
inum, komu ”bert” 13 systk
inabørn. Men mosturin Betti,
sum var ógift, gjørdi nógv
burtur úr at skapa samanhald
millum systkinabørnini, og
hetta samanhaldið stendur
framvegis við. Hetta er í sær
sjálvum ein góður eginleiki.
Systkinabørnini geva Palla
tað skoðsmál, at hann er
dámligur og fyrikomandi
at vera saman við, og hetta
er eisini tað umdømi, hann
hevur millum fólk.
Palli giftist við Tove, sum
hann hitti, tá hann las niðri.
Tey fingu fýra børn Magnus,
Frants, Elisabeth og Katrin.
Tove doyði fyri nøkrum
árum síðani, og nýggja
kvinnan í lívinum hjá Palla
er Anna Maria.
Palli er burtustadd ur føð
ingardagin, men tað verður
ynskt honum hjartaliga til
lukku við teimum 75 árunum
við vón um, at meira verður
at frætta frá honum.
ó
Palli Gregoriussen 75 ár
Vit hava frá Maritu
hjá Signu lænt
hesa myndina av
systkinabørnum, sum
eru umrødd í greinini.
Tey eru: Aftasta rað
f.v.: Anna Margretha
hjá Lillu, Ragna hjá
Ninnu. Miðraðið:
Simmi hjá Ninnu,
Palli hjá Liffu, Hjørdis
hjá Lillu, Sigmund hjá
Lillu, Andreas (Dia)
hjá Liffu. Fremsta
rað: Sigmund hjá
Liffu, Guggan hjá
Signu og Marita hjá
Signu. Jóan Petur hjá
Liffu var ikki føddur,
og Elsa, sum átti
Gunnvør og Bergtóru,
búði niðri, tá myndin
varð tikin
Tøkk
Takk til øll tey, sum gleddu meg á 45 ára
føðingardegnum 13. januar 2007.
Takk til køksdamurnar fyri teirra
hjálpsemi.
Blíar heilsur
Sólgerð Midjord
Palli Gregoriussen
Lesið
-so eru tit við!