Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2007 - Nú skal skil fáast á oljuflutninginum til útoyggjarnar, sigur Jacob Vestergaard, inn­lend­is­mál­a­ráð­harri Útoyggjar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hetta kom fram, tá lands­ stýr­is­mað­urin fyrrapartin set­ti stevnuna “Mín oyggj - mín framtíð” sum Út­oygg­ja­ fel­ag­ið skipar fyri. Í ár eru játtaðar 750.000 kr. sum stuðul til ymiskar æt­lan­ir á útoyggj, og av hes­ um fara tveir triðingar til at fáa skipaðan oljuflutning. Ætlanin er nevniliga at fáa í lag eina skipan har slepp­ast kann undan olju­ tunn­­un­um. - Henda ætlanin er komin und­ir land. Vit ætla fyrsta dag­in at kalla inn til fund um virksemið hjá kom­mu­ nu­num í hesi verkætlanini, sig­ur landsstýrismaðurin. Arbeitt verður eisini við at fáa nýggj strandfaraskip í­stað­in fyri tey gomlu, sum ha­va høgan aldur ídag. Í hes­um sambandi er ikki ó­hug­san­di at farma­flut­n­ing­ u­­r­in og flutningurin av ferða­ fólk­un­um verður skild­ ur sundur. Hetta kann verða gjørt við at ein fær skjóttgangandi før til ferðafólkini, meðan farm­ur­in verður fluttur við øð­r­um báti sum er serliga egn­a­ðu­r til júst tað. Í síðsta enda verður eisini arbeitt við at økja um títt­ leik­an av fráferðunum hjá stand­fa­ra­skip­un­um. Lív lagað Stevnan hjá Út­oygg­ja­fel­ag­ num er skipað við tí fyri ey­ga at vísa á, at fáa út­oygg­ jar­nar betri umstøður, er teim­um lív lagað. Byrjað varð við fram­løg­ um, har umboð fyri tær átta út­oygg­jar­nar greiddu frá um­støð­un­um og framtíðini á teirra staði. Her vóru um­boð fyri Fugloy, Svínoy, Kal­s­oy, Mykines, Hest, Kolt­ur, Skúvoy og Stóra Dím­un. Her fekst týðiligt prógv um, at fólkini á útoyggj ha­va ikki mist vónina um lív og framtíð. Nógv góð hug­skot vórðu løgd fram, við tilboðum bæði til børn, ung og gomul og ikki minst til ferðavinnuna, ið vindur alt meiri og meiri uppá seg her á land. Poulina Eliasen av Syð­ra­ da­li vísti m.a. á, hvussu stór­ an týdning gott og regluligt ferða­ sam­band hevur fyri menn­ing­ina av eini oyggj. - Tað er altavgerandi við góð­um ferðasambandi. Het­ ta hava vit í Kalsoynni upp­ liv­að og sæð. Tí er ynski mítt at politikkarnir geva hin­um oyggjunum somu um­støð­ur. - Men hinvegin, ein skal ei­si­ni liva, og tí mugu pol­i­ tikk­ar­a­rni­r ikki gloyma tað, segði hon m.a. í síni fram­lø­ gu. Útoyggj 2007: Liðugt við oljutunnum Nógv fólk av útoyggj var á stevnuni hjá Útoyggjafelagnum í dag Mynd: Jens Kr. Vang Frítíðardepil í Mikladali Ein spennandi ætlan varð løgd fram á stevnuni hjá Útoyggjafelagnum í morgun - at gera ein frítíðardepil við smáttum og øðrum tilhoyri í Mikladali. Tað var Eyðun Eliasen sum legði hesa ætlan sína fram. Sambært henni ætlar hann at byggja smáttur, spælipláss, campingpláss, sølubúðir og annað á einum 20.000 fermetra stórum øki, hann sjálvur eigur í bygdini. - Her kundi verið skeiðvirksemi og møguleikar fyri útferðum gjørdar fyri føroyingar og útlendingar. - Smápássini eru meiri verd enn hvat vit geva okkum far um. Ferðafólk ynskja fleiri tilboð, og her verður so møguleiki fyri einum slíkum, sigur Eyðun Eliasen. Færri feit Í tjúgu ár hava heilsumyndugleikarnir í Norðurjyllandi skipað fyri einum átaki, hvørs miðvísa endamál var at tálma tí altsamt veksandi trupulleikanum við fiti ella rættari sagt ovurfiti. Nú vísa tey seinastu tølini, at átakið hevur borið frukt. Í 1987 vóru 11 prosent av fólkinum í Norðurjyllandi ov feit. Støðan er tann sama í dag, og tað er eitt gott úrslit, tí aðrastaðni er talið á teimum feitu ella ov feitu tvífaldað í sama tíðarskeiði, sigur danska útvarpið. Fólkafundur á Heygnum við Samljóð í Skopun 2. hvítusunnudag Sandoyar Fólkafloksfelag skipar fyri fólkfundi í Skopun. Ætlanin er at varðveita fólkafundirnar sum teir vóru, við at hava fund á hvørjum ári í Sandoynni. Fundurin verður hildin á Heygnum við Samljóð í Skopun, og um ikki viðrar verður fundurin inni í Samljóð . Nærri verður at frætta um fundin seinni, sigur Sandoyar Fólkafloksfelag.