mánadagur 23. apríl 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 77 - 23. apríl 2007
tíðindi
Bertel Haarder fann
einki pláss í sínum
álmanakka til eina
føroyaferð á hesum
sinni, og tí fór
føroyska ferðalagið til
Danmarkar at skriva
undir.
FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Mentamálaráðið hevur í
umleið tveir mánaðar kann
að, um tað bar til hjá Bertel
Haarder at koma til Føroya
at hátíðarhalda, at samráð
ingarnar um at yvirtaka
kirkjuna vóru av, men so
varð ikki.
Tað bar ikki til, og tí varð
yvirlýsingin um yvirtøkuna
av Fólkakirkjuna undir
skrivað í Danmark og ikki í
Føroyum. Úr Mentamála
ráðnum frætta vit, at arbeitt
hevur verið síðani í februar
at fáa danska kirkjumálaráð
harran til Føroya.
Bertel Haarder kemur tó
væntandi til Føroya á ólav
søku, um Løgtingið sam
tykkir at yvirtaka kirkjuna.
Jógvan á Lakjuni, menta
málaráðharri, heldur tó, at
undirskrivingin á ein hátt
fór fram í Føroyum, av tí at
undirskrivað varð á Før
oysku sendistovuni á Norð
urbryggjuni í Keypmanna
havn.
Tað var eisini um repp ið,
at tað eydnaðist Bertel
Haarder at koma á tíðinda
fundin á Norðurbryggjuni
kl. 13 fríggjadagin. Ta eina
løtuna varð tosað um at út
seta fundin til kl. 14, og
Bertel Haarder, sum eisini
umsitur eitt tungt málsøki
sum undirvísingarmál, varð
noyddur at leypa inn í ráð
harrabilin eftir at hava sett
sín autograf á yvirlýsingina
og tosað við føroyskar miðl
ar, av tí eitt av hansara lógar
upp skotum varð viðgjørt í
Fólkatinginum hendan dag
in.
Annita á Fríðriksmørk,
tinglimur fyri Tjóðveldis
flokkin og partur av and
støðuni, segði við Útvarpið
fyrr í vikuni, at hon noktaði
at vera við, tá yvirtøku
skjalið um føroysku fólka
kirkjuna varð undirskrivað
á Norðurbryggjuni. Hon
metti, at politiski fylgibólk
urin hevur verið ov lítið
upp i í arbeiðnum.
- Tað virkar eitt sindur
pompøst at senda so nógv
fólk av landinum til eitt
hátíðarhald, sum varar í ein
tíma, segði tjóðveldisting
limurin.
Annita á Fríðriksmørk
segði tó, at hon hevði lut
tikið, um skrivað varð undir
yvirlýsingina í Føroyum.
Kirkjuráðið fyri
Glyvra kirkju hevur
útskrivað almenna
projektkapping um
nýggja kirkju á
Glyvrum
Núverandi kirkja er í ver
andi líki ikki hóskandi og
nøktar ikki tørvin. Sam
stundis tørvar henni mun
andi umvælingar.
Mett verður, at tað vil
kosta munandi upp hæddir
at umvæla kirkjuna og sam
stundis gera hana meira
hóskandi. Samstundis verð
ur mett, at hóast hetta
arbeiðið hevði verið framt,
so høvdu umstøðurnar fram
vegis ikki verið nøktandi.
Tí er avgjørt at byggja
eina nýggja kirkju og síðani
at taka ta gomlu niður.
Nýggja kirkjan skal byggj
ast á sama øki sum verandi
ella tætt við, men verandi
kirkja verður standandi, til
nýggja kirkjan er liðug.
Ætlanin er, at nýggja
kirkjan skal gerast ein
meira integreraður partur
av
býarumhvørvinum.
Hetta kann gerast við eitt
nú einum kirkjutorgi, sum
bindur
høvuðsvegin
og
kirkjuna saman.
Kirkjuøkið, ið hoyrir til
Glyvra
kirkju,
umfatar
Skipa nes,
Søldarfjørð,
Lamba, Lambareiði, Glyv
rar, Saltangará og Runavík.
Samlaða upp hæddin til
virðislønir og keyp av upp
skotum er kr. 300.000. Av
hesum verður latin ein 1.
virðisløn upp á 150.000
krónur.
Kapp ingarskráin fæst á
heimasíðuni
www.ark.fo,
skrivar Arkotektafelag Før
oya í tíðindaskrivi.
Kapping um nýggja kirkju á Glyvrum
Verandi kirkja á Glyvrum er kolldømd sum ótíðarhóskandi,
men verður standandi til nýggja kirkjan er liðug
Savnsmynd
Haarder hevði ikki tíð
at koma til Føroya
Landsstýrið og danska stjórnin eru samd um at, at
Landsstýrið rindar í alt 17.600.000 krónur fyri tríggjar
prestagarðar í Havn og fyri prestagarðarnar í Vestmanna, í
Hvalvík, í Klaksvík, á Gjaranesi og á Nesi. Danska
kirkjumálaráðið ger eitt avhendingarskjal viðvíkjandi
ognini í Vestmanna, sum verður handað landsstýrinum.
Peningurin, sum stendur inni saman við stiftsmiðlunum í
Keypmannahavnar stifti á ólavsøku (sum í 2004 var góðar
1,1 mió. kr.) ið hoyrir til prestaembæti í Føroyum, verður
goldin Føroya stiftsstjórn.
FAKTA
Við undirskriftunum hjá Bertel Haarder og Jógvani á Lakjuni er næstseinasta stigið tikið til
yvirøkuna av fólkakirkjuni. Á ólavsøku fer Løgtingið væntandi endaliga at staðfesta yvirtøkuna