Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 79 - 25. apríl 2007 Stætta­ stríðið ikki av Keypiorkan hjá ófak­lærd­ um tímaløntum stendur at kalla í stað, meðan tað hjá øðrum lønarbólkum hev­ur verið stór fram­ gongd seinastu árini. Hetta vísir nýggj kann­ ing. Tað er búskapar­frøð­ ing­urin Magni Laksáfoss, sum hevur gjørt kanning­ ina, sum vísir, at arbeið­ arar hava havt ein minni vøkstur í keypiorkuni enn flestu aðrir løntak­ara­ bólkar í tíðarskeiðinum 2003-2006. Hetta er gald­ andi, óansæð um talan er um fulla ella niðursetta tíð. Fyri arbeiðarar við niðursettari arbeiðstíð hevur verið talan um fall í keypiorkuni. Hetta stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá Sam­tak, sum hevur tíð­ indi og kunning frá ar­beiðarafeløgum. Sum heild kann sigast, at tey sum vóru lutfalsliga væl fyri í 2003 eru vorðin nógv frægari fyri í 2006 meðan tey, sum hava nak­ að lægri keypiorku í 2003 ikki eru ríkari í 2006. Tvørturímóti er keypi­orkan hjá einum ar­beiðsfólki, sum ar­beiðir niðursetta tíð vorð­in verri fyri í 2006 í mun til 2003. Fyri fólk, sum starvast í fiskavirkjum eru nógv, sum ikki arbeiða fulla tíð orsaka millum annað av rávørumangli. Hóast fiska­virkisskipanin hjá ALS munar nakað, so er útgjaldið úr henni einans fyri 4 av 5 arbeiðsdøgum í eini viku, umframt at útgjaldið er í mesta lagi 70 prosent av eini ar­beið­ araløn. Tá er talan um fitt av fólki, ið hevur lægri keypiorku í 2006 í mun til 2003. Úrslitið av kanningini stendur at lesa á heima­ síðuni www.samtak.fo Nummar 15 í heiminum Tær 50 bestu matstovurnar í heiminum vórðu tilnevndar á samkomu í London í fyrradagin. Millum hesar er Noma, sum heldur til á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Í fjør gjørdist Noma nummar 33 á listanum, og framgongdin upp á 18 pláss var eisini størsta framgongdin hja nakrari matstovu hetta árið. Talan er um norðurlendskan køk, sum er á matstovuni, og stórur dentur verður lagdur á siðbundnu matgerðina í hesum. Samlaði listin, har spanska El Bulli er á odda, kann síggjast www.theworlds50best.com/2007_ list.html Løgreglan til Kili Tveir føropyskir løgreglumenn eru farnir til suður­ameri­ kanska landið Kili saman við tveimum fólkum frá ferða­ liðnum hjá donsku løgregluni í sambandi við eldsbrunan umborð á trol­aranum Hercules. Skipið er skrásett í Føroy­ um og tískil før­oyskt øki í løgfrøðiligum høpi. Ein sleipi­ báturin tók Hercules upp á sleip og skuldi koma inn til býin Valparaiso í Kili við trolaranum um middagsleitið í dag. Tað brennur ikki umborð longur. Komandi vikuskiftið eru 50 ár liðin síðani Drotning Margrethu barnagarður í Klaksvík varð vígdur, tann 29. apríl 1957 barnaansing Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Dr. Margrethu barnagarður í Klaksvík er millum fyrstu barnagarðar í Føroyum, og var einasti barnagarður í Klaksvíkar kommunu heilt fram til 1997. Tað var nevndin í KFUM & K, sum tók stig at seta á stovn barnagarð í Klaksvík, og fekk hann tá navnið Barna­garður KFUM & K’s. Í teimum nógvu og væl útgreinaðu skjølunum og fundarfrásagnum, sum eru um viðurskifti í barnagarð­ inum, sæst hvussu eldsálir hava stríðst fyri at fáa end­ arnar at røkka saman við m.a. eydnuhjóli og luta­seðl­ um. Skjølini vísa dømi um stríðið hjá nøkrum eldsálum at skipað fyri tænastum, sum kommunan í dag tekur sær av. Í 1979 varð Barnagarður KFUM & K’s útbygdur og fekk tá navnið Dr. Mar­ grethu Barnagarður. Barna­ garðurin hevur í dag eina áseting uppá 94 børn. Nógv virðismikil skjøl eru, sum siga ikki so lítið um hvussu okkara samfelag hevur ment seg. Í áhuga­ verd­ari mynda- og skjala­ framsýningini sum fólk fáa høvið at síggja leygardagin, er møguleiki at síggja í smálutir m.a. kostnaðin av at innrætta barnagarðin, leik­um, lønarbroytingar og broytingar í barnaans­ingar­ gjøldum. Viðurskiftini við donsku myndugleikarnar koma eis­ ini til sjóndar í skjølunum. Eitt skjal vísir nevniliga, at tá barnagarðurin varð stovn­ aður, átti ásetingin eftir fer­ metrum at verða 52 børn, men “overinspektionen” helt, at við tað, at tað var ein føroyskur barnagarður, kundi ásetingin verða 60 børn. Leygardagin verður mót­ tøka í barnagarðinum frá klokkan 10 til 14, har øll eru hjartaliga vælkomin! Til móttøkuna verða røð­ ur, sangur, okkurt til matna og framsýning við hópin av myndum, ið eru tiknar hesi 50 árini. Í síðstu viku kom út bók við keldum til føroyska fyrisitingar­ søgu og um fyrisit­ ingarsøgu í Grøn­ landi, Íslandi og donsku tropu- koloniunum Útgáva Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo »Nordatlanten og Troper­ ne«. Soleiðis nevnist bók, ið »Kildeskriftsselskabet« í Danmark júst hevur givið út. Bókin er tann fimta í røð­ini um danska fyri­sit­ ingarsøgu og er ein handbók um fyrsitingarsøguligar keld­­ur í Føroyum, Grøn­ landi, Íslandi, Ostindia, Guinea og Vestindisku Oyggj­­unum. Tað eru føroyskir, grøn­ lendskir, íslendskir og dansk­ir skjalavørðar, ið all­ ir hava stóran kunnleika til fyrisitingarsøgu, sum hava skrivað bókina. Hvør einstøk av teimum 71 keldunum, ið eru í bók­ ini, er lýst við frágreiðing um nýtsluna og lógar­grund­ arlag. Partar av skjølunum eru avskrivaðir og endur­ givnir við viðmerkingum og orðalýsingum. Eisini eru viðkomandi bókmentir til­ skilaðar fyri hvørja keldu. Føroyski parturin, ið fevn­ ir um 85 síður, er sera fjøl­ broyttur, skrivar Føroya Landsskjalasavn í tíðinda­ skrivi. Her eru millum ann­ að grein um guvubátin Be­skytteren í 1901, skúla­ eftirlit heima á Sandi í 1934, rúsdrekkalógina í 1907 og grindaroknskap. Landsskjalasavnið skriv­ ar, at bókin er sera hent hjá teimum, ið hava áhuga fyri fyrisitingarsøgu. Hon gevur møguleika at samanbera fyri­sitingina í ymsum pørt­ um av danska ríkinum, um­framt at hon sigur frá ser­ligum keldum, ið eru stað­bundnar. Til dømis før­ oysku grindarokn­skapu­ num. Føroysk fyrisitingar­ søga útgivin í bók Hálva øld við barnagarði í Klaksvík Bókin um millum anna føroyska fyrisitingarsøgu fæst til keyps á Landsskjalasavninum og kostar 195 krónur Eldri mynd úr barnagarðinum í KFUM og KFUK í Klaksvík