Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 79 - 25. apríl 2007 tíðindi Serliga fimleikurin fær gleði av nýggja bygninginum við norðara enda á Tórsvølli, sum býráðið nú hevur samtykt at byggja ÍTRÓTTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fimleikurin hevur í mong Harrans ár verið við sviðu­ soð í høvuðsstaðnum. Tvey feløg eru í býnum, og með­ an annað teirra – Havnar Fim­leikarfelag – hevur nýti­ ligar umstøður í høllini á Stórheyggi, so hevur hitt felagið - Ljósið - verið mest sum húsvilt. Men nú skal hetta broyt­ ast. Tí nú hevur býráðið sam­tykt, at byggja ein ítrótt­ ar­bygning við norðara enda á Tórsvølli, sum í størstan mun verður fimleikinum at bata. Men bygningurin er ætlað­ ur at rúma so mongum øðr­ um eisini. Eitt nú skal nýggi bygningurin, sum verður í trimum hæddum, ovast húsa sersambondunum í ÍSF. Síðani sersambondini økt­ust í tali, hava verið stór­ ir hølistrupulleikar í verandi ÍSF-húsum. Í hvør sínum enda av bygn­inginum verða vanligar fimleikahallir til rútmiskan fimleik, og í miðuni ein størri høll, sum er býtt upp í tvey: ein til amboðsfimleik við øllum teimum amboð­ um, ið har tilhoyra, og ein partur, ið hevur hitt serliga sonevnda Reuther-gólvið. Eisini skulu trampolinir verða í hølunum. Tað serliga verður eftir ætl­an, at veggirnir millum hallirnar skulu kunna takast burtur, so talan verður um eina stóra høll. Klárt at bjóða út Eitt annað serligt við bygg­ ing­ini verður, at kommunan ikki letur gera eina verk­ ætlan framman undan, sum síðani verður latin byggi­ fyritøkum at bjóða eftir. Í staðin verður bert skitsa latin sum tilfar, og so verður tað upp til fyritøkurnar sjálv­ar at projektera bygn­ ingin. Hetta verður tó sjálvandi gjørt í samráð við komm­un­ una, og ætlanin er somu­leið­ is at bjóða arbeiðið út mill­ um tríggjar føroyskar og tvær útlendskar fyritøkur fyri at tryggja, at kostnað­ arstøðið fyri kommununa verður nøktandi. Ávísar ásetingar eru tó gjørdar í sambandi við út­ bjóðingina, eitt nú at grund­ in skal stoypast á staðnum, tí stórur partur av niðastu hædd verður undir jørð. Tal­ an er eisini um aðrar áset­ ingar í sambandi við bygg­ ingina. - Peningur er avsettur til endamálið, so nú verður beinanvegin farið undir at kanna, hvørjar fyritøkur eru vanar við slíka bygging og annars eru áhugaðar at geva sítt boð upp á verkætlanina, bæði hvat sjálvari byggingin viðvíkur, men eisini tá um­ræður kostnað, sigur Heð­in Mortensen, borgar­ stjóri. Nýta Tórsvøll meiri Borgarstjórin ætlar heldur ikki, at hendan verkætlan skal draga út. So skjótt, sum fyritøkurnar eru útvald­ ar og projekt fyriliggur frá teimum, verður farið víðari við málinum. So í fyrsta umfari er tað ein spurningur um, hvussu nógva tíð hesar byggifyritøkurnar skulu nýta at gera sítt projekt. Talan verður sum nevnt um ávísa karmar, sum komm­unan hevur lagt, men annars stendur fyritøkunum frítt innanfyri hesar karmar at skapa sína egnu loysn av, hvussu byggingin skal fara fram. Men býráðið ætlar eisini, at sjálvur Tórsvøllur skal nýtast meiri, enn talan er um í løtuni. - Sum er verður vøllurin bert nýttur til einstakar landsdystir. Vit hava tí eitt ynski um, at vøllurin verður nýttur meiri, og har hava vit hugsað okkum, at ein pallur verður gjørdur í sambandi við nýggja ítróttarhúsið, sum kann nýtast til konsertir og aðrar framførðslur, sigur Heðin Mortensen. Og í hesum sambandi nevn­ir hann, at ætlanin eis­ ini er at leggja kunstgras á Tórsvøll, tí føroyska veður­ lagið stutt sagt ikki er til at hava vanligar grasvallir. FIFA og UEFA eru nú eisini farin at góðkenna kunst­gras­ vallir til altjóða landsdystir. Hartil hevur borgarstjórin eisini eina ætlan um, at seta upp risastórskíggjar hvørju­ megin pallin soleiðis, at tað mest sum er líkamikið hvar á stadion’inum tú ert, tú fært alt við kortini. So tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvussu hendan ætlanin fer at spæla av. Á býráðsfundi mánakvøldið var samtykt, at fara undir ætlaðu bingjuhavnina á Oyrareingjum ÚTBYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Býráðsfundurin mánakvøld­ ið í Tórshavnar býráð fekk fleiri »gomul« mál frá hond­ ini. Fólkaskúlin við Løg­ manna­breyt er ein eftir­ hondini fýra ára gomul ætl­ an, sum nú endiliga fer av bakkastokki, og eitt annað gamalt mál er bingjuhavnin á Oyrareingjum. Har hava ætlanir verið í umbúna síðani tíðliga í 2004, og nú endiliga, trý ár seinni, er so klárt at fara undir hetta arbeiði. Seinastu tíðina hevur ann­ ars nógv verið at hoyrt um ónøgd millum fólk á Oyrareingjum, og felag er eisini sett á stovn at forða fyri, at ætlanin um bingju­ havnina verður til veruleika. Kollfirðingar vóru eisini møttir mannsterkir til nevnda býráðsfund, men hetta ávirkaði tó ikki bý­ráðslimirnar, tí ætlaða byggingin varð samtykt við 10 atkvøðum fyri og bert einari ímóti. Tvey atkvøddu ikki. Ætlaða byggingin av bingju­havnini á Oyrar­eingj­ um umfatar eina 150 metrar langa atløgubryggju og eina 25 metrar breiða rampu til RO-RO skip. Eingi mótmæli Útbjóðingin av arbeiðinum umfataði umframt nevndu atløgubryggju og rampu eisini gerð av havnaøki til bingjur á 25.000 m2, gerð av 120 metrar av vegi til økið, dýping á 14 metur framman fyri bryggjuni, til­ samans 32.000 m2 og uppfylling av gróti og sandi, tilsamans 104.000 m2. Tað var byggifyritøkan J & K Petersen, ið átti lægsta tilboðið á 53.730.388,00 krónur. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri sigur, at býráðið skip­ aði fyri ástaðarfundi á Oyrar­eingjum og Langa­ sandi, og at eingi mótmæli tá vóru at hoyra. Hann fatar tí ikki heilt, at fólk nú eru ónøgd við hesa ætlaðu bygg­ ingina. Hinvegin skilir borgar­ stjór­in væl, at fólk eru ónøgd við russisku skipini, sum liggja við kei á Langa­ sandi og larma og dálka, tí her er ofta talan um gomul skip, og har ætlar Heðin Mort­ensen sær, at gera nak­ að við tann trupulleikan. Men fyribils verður gjørt pláss fyri 156 bingjum í ein­ ari hædd, umframt eitt gott 20.000 m2 stórt øki, ið ikki er planerað og astfalterað. Og hetta arbeiði byrjar altso fyrsta dagin. Bingjuhavnin byggjast Tórshavnar Býráð samtykt: Ítróttar­ bygning við Tórsvøll Soleiðis sær skitsuprojektið út. Men býráðið ætlar, at byggifyritøkurnar innan fyri ein ávísan karm sjálvar skulu gera detajlprojekt og bjóða upp á arbeiðið. Tíma ikki at bjóða Tað er ikki bara í Føroyum, at tað stendur á at fáa tilboð upp á ymisk byggiarbeiði. Soleiðis er eisini í Noregi. Har er nógv bygging í løtuni. Tað ger, at byggifyritøkur hava nóg mikið at gera, og tí leggja tær ikki í at bjóða upp á arbeiði, sum verða boðin út. Í seinastuni hava útlendskar fyritøkur bjóðað upp á arbeiði at gera vegir og tílíkt, men í teirri vanligu byggivinnuni er eingin kapping frá útlendskum arbeiðstakarum, skrivar NTB. Ósemja um skatt Umboð fyri kirkjuna og mentamálaráðið eru ósamd um, hvussu kirkjuskatturin skal ásetast. Tummas Lauritsen, sum er formaður í kirkjuliga fylgibólkinum, sum bleiv mannaður í sambandi við kirkjuyvirtøkuna, sigur við Útvarpið, at tey eru als ikki spurd um kirkjuskattin. Í sjálvum lógaruppskotinum um kirkjuyvirtøkuna stendur, at tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum ásetir kirkjuskattin. Hann kann í mesta lagi vera 0,65%.