Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 79 - 25. apríl 2007 Tórhavnar Býráð hevur samtykt at seta ein stýrisbólk, sum skal skipa fyri einari projektkapping fyri Skálatrøð í Føroyum og hinum norðan­ londunum, um at gera eina heildarætlan fyri økið, og at fremja hesa í verki. Vinnandi projektbólkurin fær ræðisrætt yvir allari Skálatrøð í 30 til 60 ár fram í tíðina PROJEKTKAPPING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú skal ein heildarætlan ger­ ast fyri alt økið á Skála­trøð. Sum er verður Skálatrøð fyri tað mesta bert nýtt til parkeringspláss, men stórur áhugi er fyri at gagnnýta økið betur. Fleiri verkætlanir eru lætnar býráðnum at taka støðu til gjøgnum árini, men nú ynskir bý­ ráðið, at ein heildarætlan fæst fyri økið. Býarskipanarumsitingin metir, at tíðin nú er búgvin at gera eina heildarætlan fyri Skálatrøð, har ætlanir verða gjørdar fyri nýtslu, bygging, ferðslu við meira, og at hetta verður gjørt á ein slíkan hátt, at ætlanir verða framdar í verki innan fyri eitt lutfalsliga stutt ára­ mál, sum tað eitur í til­mæli­ num. Tað er á hesum grundar­ lagið, at skotið verður upp, at útskriva eina projekt­kapp­ ing í Føroyum og hinum norð­anlondunum, um at gera eina heildarætlan fyri økið, og at fremja ætlanina í verki eftir einum framman undan avgjørdum leisti. Talan er um ein ógvuliga drúgvan leist, um ein so kann siga. Talan er um 27 punkt, ið skulu fylgjast, og harvið eisini gjølla útgrein­ að, hvørji fyrilit skulu tak­ ast í hesum sambandi. Nógv fyrilit Hesi fyrilit eru býtt upp í ymisk økir. Fyrsta er kapp­ ing­ar­økið, ið er sjálvt økið á Skálatrøð, sum talan er um. Har verður nevnt í seks punktum, hvat økið ná­greini­ liga umfatar. Ein av ásetingunum er, at upp til 25-30% av sjóøki­ num innanfyri kappingar­ økið kann fyllast út at byggja á, meðan pláss til smábátar tó bert má minka 10%, svarandi til 30 báta­ pláss. Næsta økið er slag av virk­semi og bygging, og har verður sagt, at talið á parkeringsøkjum verður nærri ásett í byggiskránni. Og á tíðindafundinum týs­ morgunin nevndi Heðin Mort­ensen, borgarstjóri, eisini møguleikan fyri at eitt parkeringshús verður bygt á økinum, sum helst kundi nøktað tann tørvin á einum lutfalsliga lítlum øki. Annars verður nevnt, at byggingin á økinum skal fevna um bygging til ment­ anarendamál so sum fund­ arhølir, hølir til messur og framsýningar, móttøku og veitslur, konsertir og fyri­ lestrar. Eisini skal bygging til tæn­astur, vendar at borgar­ anum, fara fram, eitt nú kunn­ingarstova, ferðaskriv­ stova, almennar og kommu­ nalar borgaratænastur og til skrivstovur til rakstrarfelag fyri alt økið. Hartil koma so handlar, matstovur, náttarlív, hotel, útirúm til uppihald og tiltøk og eitt sjónligt eyðkent varð­ tekin fyri Tórshavn. Her kann so skoytast uppí, at borgarstjórin í hes­ um sambandi nevndi eitt eftirhondini nógv umrøtt flótihotel sum ein møgu­ leika. Eisini skoytti fíggjar­ nevndin á fundi uppí møgu­ leika fyri bygging av bóka­ savni og íbúðum. Privat Eitt av áhugaverdu áseting­ unum í allari verkætlanini er, at bólkar skulu fáa møgu­ leika at lata inn projekt­upp­ skot. Talan verður um kapp­ ing, ið fer fram í tveimum stigum, og meðan bólkarnir í fyrra stigi ikki fáa nakra fíggjarliga samsýning fyri at lata inn projekt, verða eftir 1. útbjóðingarstig 5-6 bólkar valdir út at fara víð­ari til 2. stig, og fáa teir 200.000 kr. í part at arbeiða við. Hesir bólkar skulu síðani lata inn projektuppskot, sum er á slíkum støði, at tað kann kostnaðarmetast og er tekniskt møguligt. Har­aftrat skulu projekt­bólk­ arnir gera eina fíggjarliga lýsing av íløgum og rakstri av allari bygging á økinum. Tað serliga slóðbrótandi, ella óvanliga um ein vil, er so, at vinnandi bólkurin fær ræðisrætt á kappingarøki­ num til at fremja heildarætl­ anina við einari langtíðar­ leigu upp á 30 til 60 ár. Tórshavnar Kommuna yvirtekur so alt tað bygda eftir, at langtíðar leigumálið er runnið út. Ein stýrisbólkur verður so valdur at skipa fyrireik­ ingarnar í hesum sambandi, og ein dómsnevnd verður vald at meta um og taka støðu til innkomnu upp­skot­ ini, bæði í 1. og 2. stigi. Á býráðsfundi mána­ kvøld­ið samtykti býráðið at taka undir við uppskotinum, og stýrisbólkurin er sostatt mannaður við fólki úr um­sitingini umframt Jógv­ ani Arge, Eyðun Hildurs­ dóttir og Sjúrða Olsen úr bý­ráðnum. Hetta er ein ógvuliga stór og umfatandi ætlan, sum allarhelst fer at krevja drúgva tíð at fáa endaliga upp á pláss. Soleiðis sær økið út, sum heidarætlanin skal umfata. Ætlanirnar skulu fremjast í verki innan eitt lutfalsliga stutt áramál, verður mælt til Tórshavnar Býráð skrivar út projektkapping: Skálatrøð privatiserast! Heðin Mortensen greiðir á tíðindafundi týsmorgunin frá ætlanunum við Skálatrøð. Býarskipanarumsitingin mælit til, at alt økið verður privat í 30 til 60 ár fram Strika reyða flaggið Tað gamla, reyða stríðsflaggið hjá fakfeløgunum hevur ikki tann týdning tann 1. mai nú sum fyrr. Í Danmark hava lokalfeløg hjá fleiri fakfeløgum rullað fløggini saman og goymt tey burtur. Tað gera tey nú eisini í Roskilde, sigur danska útvarpið, tí har hava fakfeløgini gjørt av at lata tey reyðu stríðsfløggini liggja á hyllunum tann 1. mai. Samstundis hava feløgini gjørt av at sleppa teirri vanligu mótmælsigonguni ígjøgnum býin. Klárt at byggja Nú er klárt at byggja tann nýggja skúlan í Hoyvík. Upprunaliga tók Tórshavnar kommuna av einum tilboði frá byggifyritøkuni Sp/f Búsetur um at byggja skúlan fyri 98 mió. krónur. Men byggifyritøkan hevði nøkur fyrivarni í tilboðnum, og tey hava partarnir síðani tingast um. Úrslitið bleiv ein ískoytissáttmáli, og endaligi sáttmálin er nú 107,5 mió. krónur. Hann er undirskrivaður, og sostatt er klárt at byggja skúlan í Hoyvík.