Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 79 - 25. apríl 2007 Fosturtøka Elin Brimnes og Rúna Andreassen, praktikantar Ein donsk heimasíða skriv­ ar, at tað nú er gjørligt í Dan­mark at fáa staðfest kyn­ið á barninum, næstan lí­ka so skjótt sum tað er stað­fest, at kvinnan er við barn. Ein einføld blóðroynd og ný­mótans dna-analýsa gera tað møguligt, at vita hvønn lit, tú skalt mála barna­kam­ ar­ið við. Tvær vikur áðrenn fos­tu­r­ tø­ku­freistina kanst tú fáa stað­fest kynið á barn­inum, sum ger at møguleikin er at fá­a fosturtøku av teirri or­søk, at barnið ikki hevur tað ynskta kynið.   »Ultralydklinikken« í Keyp­man­na­havn er tann fyrsta í Danmark, sum kann bjóða hesa neyvu royndina. Har siga tey, at royndin er gjørd til tey, sum gjarna vilja vita kynið beinanvegin, so at tey kunnu gera klárt til nýgg­ja barnið, ið er á veg. Fýra av fimm ljósmøðra- og skanningsklinikkum mei­ na tó ikki, at tað er einasta or­søk­in. Tey, ið har arbeiða, upp­li­va, at kvinnur ið eru við barn ofta siga seg vilja vita kynið á barninum í góðari tíð, so tær kunnu fáa eina fosturtøku, um kynið ikki var tað, tær ynsktu. - Herfyri ring­ di ein kvin­na til mín og spur­di, um tað var gjør­ ligt at fáa s t a ð­ f e s t kyn­­ið á fos­trin­ um, ið hon bar, í nóg góð­ari tíð, so hon kundi fáa fost­r­ið tikið, um so var, at kynið ikki var tað ynsk­ta. Hon segði, at hon átti lon­ g­u tríggjar dreingir og hevði ik­ki yvirskot at fáa ein aftr­ at, sigur ein eigari av einari ljós­­møð­­ra- og skan­ning­s­ klin­­­ikk, sum er í­mó­ti hesi nýg­g­­­j­u tøkn­ini. Loppumarknaður Rúna Andreassen og Elin Brimnes, praktikantar Tú kanst luttaka í gi­ti­kapp ­ ing (sí ovast á síðuni) um at vinna eina 1. hjálps­ skját­ tu frá Reyða Kros­si Føroya. Kapp ingin er í sambandi við serstaka lop­­p­­ u­mark­nað­in, sum hjálp­ar­ fel­ags­skap­urin skipar fyri leyg­­ar­­dag­in 28. apríl frá klok­­kan 10 til 15. Lopp umarknaðurin verð­ ur hildin í hø­lu­n­um hjá Reyða Krossi í Vágsbotni. Vin­­n­in­g­a­r­nir eru gram­mo­ fon­plát­ur av øllum mø­gu­ lig­um slagi; eldri sum yngri. Ei­si­ni verður un­dir­ hald í Vágs­bot­ni leyg­ar­dag­ in. Han­us Johansen syngur og spæl­ir, og Flóvin Ja­co­b­ sen spæl­ir á harmoniku. Avlopið av lop­pu­ mark­ nað­­in­­um fer til eina verk­æt­ lan í Sudan. Henda verk­æt­ lan­in er eitt samstarv mill­ um Reyða Kross Føroyar og Reyða Kross í Dan­ mark. Í barnagarðinum í Mið­vá­gi ganga 60 børn. Tey halda til í ein­um bygningi, ið fyrr var bygdaskúli, og har stórtrívast tey. Tó er nakað av pláss­ tro­ti, og tí verður far­ ið í holt við at gera nýgg­jan barnagarð Barnaansing Rúna Andreassen og Elin Brimnes, praktikantar Í barnagarðinum í Miðvági gan­ga 60 børn. Tey eru býtt upp í fýra stovur ið kallast Spur­va­stova, Ternustova, Títt­lin­ga­sto­va og Loftið. Í barnagarðinum er altíð okk­urt at gera. Teimum dá­ma øllum væl at ganga lan­g­ar túrar, tá ið veðrið er gott. Onkuntíð eru tey í høll­ ini í bygdini, og eisini eru tey nógv niðri í fjøruni, ið ligg­ur beint við byg­n­in­g­ in,  har tey halda til. 14. hvønn dag eru tey in­ni á ellisheiminum, har tey syngja fyri teimum gom­ lu. Hetta dáma teimum øll­ um væl, ung sum gomul. Tær kreativu síðurnar ko­ma eisini væl til sjóndar. Fy­ri stuttum fingu stovurnar hvør sítt land, ið tær skuldu ar­beiða við og síðani leggja fram. Ein stova hevði um Bra­sil­ia, og løgdu fram við Sam­ba-dansi. Tey á stovuni, ið høvdu Kina, lótu seg í sum kinverjar. Eisini vóru Suð­ur Afrika og Afrika á skrán­ni, fortelur ein glað Mir­jam Kjølbro, ið er leið­ ari í barnagarðinum í Mið­ vá­gi. Nýggjur barnagarður Tey koma frá dagrøktini til bar­na­garðin, tá tey eru trý ár og fara til útibarnagarðin í Vatnsoyrum, tá tey eru seks ára gomul. Sum nú er, er tiltrongt við einum nýggjum bar­na­ garði. Borgarstjórin í Mið­ vá­gi, Napolion Magnusen, sig­ur, at gjørt er eitt stór for­ ar­beiði til barnagarðin. Planeringin er nú í gongd, og ætlanin er, at tað skulu verða fýra vøggustovu- og seks barnagarðsstovur. Pláss verður fyri 150 børn­ um, og barnagarðurin skul­ di helst verðið liðugur um tvey ár. Dagrøktin verður tá nið­ur­ løgd, og í núverandi bar­na­ garð­inum verður frí­tíð­ar­skú­ li og møguliga eisini ung­ dóms­hús; ein sonevnd Mar­ ga­rin­fabrikk á Miðvági.   Fosturtøka orsakað av skeivum kyni Sambært danskari klinikk vilja nógvar kvinnur vita í góðari tíð, hvat kyn fostrið hevur, so tær kunnu fáa fosturtøku, um kynið ikki er tað, tær ynsktu Serstakur loppumarknaður hjá Reyða Krossi Tá Reyði Krossur heldur loppumarknað í Vágsbotni komandi leygardag, eru vørurnar á hillunum grammofonplátur Barnagarðslív í Miðvági Sjálvt um plásstrot er, trívast børnini væl í barnagarðinum í Miðvági, sum er tann gamli bygdaskúlin Mynd: Jens Kristian Vang Gitikapping Henda gamla myndin er av Havn­ar­­bát­in­um, men spurn­ ing­ur­in er, hvørjir teir eru, ið man­na bátin, og nær er mynd­ in tikin? Lat svarið inn til Reyða Kross Føroyar í sam­ ban­di við serstakan lop­pu­ mark­nað í Vágsbotni leyg­ar­ dag­in 28. apríl. Vinningurin er ein 1. hjálpsskjátta Tróndur framsýnir í Fuglafirði Leygardagin 27. apríl letur Tróndur Patursson upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Talan er um átta sokallaðar tempramálingar, ið eru málaðir úr einum blandingi av eggum og harpiks, og so fimm verk úr glasi. Hetta eru alt nýggj verk. Sum vanligt eru verkini hjá Tróndi Paturssyni inspireraði úr føroysku náttúruni. Fernisering verður frá klokkan 17 leygardagin.