mikudagur 25. apríl 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2007
Varðveitið Samhaldsfasta
Á fundi við umboð fyri tjúgu fakfeløg hevur landsstýrið
fingið greitt at vita, at fakfeløgini vilja fegin varðveita
Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin undir teirri skipan, sum
hann hevur í dag. Tað vóru fakfeløgini, sum bóðu um
fundin, ið var í síðstu viku. Tey vildu hava greiði á ymsum
viðurskiftum í sambandi við pensjónsuppskotið hjá lands
stýrinum. Eitt nú vildu tey vita, hvussu verður við eftir
lønarskipanum, sum fleiri feløg longu hava.
Barnakona endurgjald
Danska stórfyritøkan Tulip bar seg skeivt at, tá hon fyri
seks árum síðani sendi einari starvskvinnu uppsagnarbræv.
Kvinnan var í barsilsfarloyvi og bleiv uppsøgd, tí deildin,
sum hon arbeiddi á, bleiv stongd. Men tann grundgevingin
heldur ikki. Tað rætta var, at kvinnan skuldi fingið tilboð
um annað starv hjá Tulip. Tað sigur vestari landsrættur,
sum dømdi Tulip at rinda kvinnuni 276.000 krónur í endur
gjaldi umframt sakarkostnaðin.
- Altjóða fiskivinnu
stevnan leggur fleiri
miljónir krónur eftir
seg í Føroyum,
umframt tað, sum
føroyskar fyritøkur
kunnu fáa burtur úr
við at verða við, sigur
Dánjal Petur Hansen,
samskipari
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrireikingarnar til stóru
altjóða fiskivinnustevnuna,
North Atlantic Fish Fair,
sum verður í høvuðsstaðnum
í døgunum 3.-5. mai, ganga
sum ætlað.
Samskiparin av stevnuni,
Danjal Petur Hansen, sigur,
at talið av framsýnarum í ár
verður á leið tað sama sum
í fjør, men mynstrið er eitt
sindur broytt.
- Stevnan er so gott sum
fullteknað, og eg ivist onga
løtu í, at tá latið verður upp
hósdagin í næstu viku, er
alt framsýningarøkið fult.
Hann sigur, at út við
helmingurin
av
teimum
umleið 200 framsýnarunum
á stevnuni eru úr útlandin
um, meðan hin helmingurin,
sum er eitt lítið sindur
størri, er úr Føroyum.
Stórir básar
- Mynstrið er nakað broytt
á tann hátt, at nú eru í fleiri
førum fleiri framsýnarar á
sama bási. Básarnir eru
soleiðis eisini størri – og
ikki minni áhugaverdir enn
áður.
Dánjal Petur sigur, at
donsku kommunurnar, sum
vóru við seinast, Hanstholm
og Hirtshals, ikki eru við í
ár, men í staðin senda tær
eygleiðarar til Føroya. Úr
Íslandi fara vit at síggja
einar tríggjar ymiskar havn
ir, sum verða við.
- Hesaferð fara vit eisini
at síggja fleiri stórar felags
básar. Ein av hesum eiga
íslendingar, har einar 10
ymiskar fyritøkur verða á
einum bási. Aftrat hesum
verða einir 3-4 aðrir básar,
har aðrar íslendskar fyritøk
ur sýna fram sítt útboð.
Hann sigur, at ein stórur
danskur básur eisini verður
á stevnuni við umleið 10
framsýnarum, men haraftr
at hava danir fleiri einstak
ar básar.
- Útlendsku fyritøkurnar
eru úr nógvum ymiskum
londum, sigur Dánjal Petur
Hansen.
Føroysku
fyritøkurnar,
sum eru við á framsýningini
hesaferð, eru í fyrsta lagi
tær,
sum
afturvendandi
plaga at luttaka.
- Tórshavnar Skipasmiðja
samskipar ein stóran bás,
har fleiri útlendskar fyritøk
ur verða við. Hetta eru
fyritøkur, sum skipasmiðjan
brúkar sum veitarar, sigur
hann.
Dánjal Petur Hansen sig
ur, at trolvirkið Vónin eisini
samskipar ein stóran bás og
fyritøkurnar, sum eru sam
an við Vónini á hesum bási,
eisini eru fyritøkur, sum
Vónin samstarvar við – í
Føroyum og ikki minst í
útlandinum.
Flótandi framsýning
Umframt stóra framsýning
arøkið í bygninginum hjá
Poul Mohr á Hjalla, verður
eisini ein flótandi framsýn
ing í Vágsbotni, har bátar
verða sýndir fram við ymisk
ari útgerð.
- Ætlanin er, at møguleiki
skal verða hjá áhugaðum at
síggja og royna bátarnar og
útgerðina, meðan stevnan
er. Hetta verða í høvuðsheit
um bátar og útgerð, sum før
oyskar fyritøkur umboða.
Samskiparin sigur, at
økið í Vágsbotni verður
opið, meðan stevnan er
opin á Hjalla, men ætlanin
er eisini, at Vágsbotnur skal
verða tað hugnaliga staðið,
har fólk kunnu leita sær
oman uppundir endan av
degnum á Hjalla.
- Í Vágsbotni verður eis
ini eitt tjald sett upp, har
høvi
verður
at
keypa
ymiskan mat, sum serliga
hevur tilknýti til havið.
Dánjal
Petur
Hansen
sigur, at tað verður Hotel
Føroyar, sum kemur at taka
sær av matinum – og skeink
ingini í Vágsbotni og á
Hjalla.
- Hetta er fyrstu ferð, at
vit fáa høvi at hava skeink
ing á stevnuni, og skulu vit
hava skeinking, skal tað
verða ein veitari í økinum,
sum stendur fyri hesum.
Soleiðis verður tað eisini
Hotel Føroyar, sum kemur
at standa fyri skeinkingini.
Samskiparin sigur, at ein
góð matstova verður á
Hjalla, og har verða eisini
einar tvær smærri kaféir.
Nógv liggur eftir
Dánjal Petur Hansen sigur,
at enn dugir hann ikki at
siga, hvussu nógvir útlend
ingar fara at leita higar sum
framsýnarar og eygleiðarar,
men hotellini í býnum eru
longu fult bookað, og nú
verður leitað eftir húsum,
sum fólk kunnu búgva í.
- Á framsýningini, sum
seinast var fyri tveimum
árum síðan, hevði North
Atlantic Fish Fair umleið
11.000 vitjanir, og tá eru
fólk, sum vitjaðu á stevnuni
allar
tríggjar
dagarnar,
roknaði sum trý vitjandi.
Samskiparin
sigur,
at
umframt tað, sum føroyskar
fyritøkur, ið sýna fram á
stevnuni, kunnu fáa burtur
úr, liggur í aðrar mátar nógv
eftir eina slíka altjóða
stevnu.
- Atlantic Airways flýgur
við nógvum fólki, og hotell
ini og gistingarhúsini hava
nógv vitjandi. Haraftrat
kemur, at ymiskar aðrar før
oyskar fyritøkur fáa nakað
burtur úr við at verða veit
arar hjá útlendsku fyritøk
unum, sum koma higar til
lands.
Dánjal Petur Hansen ivast
onga løtu í, at útlendsku
fyritøkurnar soleiðis leggja
fleiri miljónir eftir seg í
Føroyum í samband við
North Atlantic Fish Fair.
Altjóða fiskivinnustevnan
verður opin dagarnar, 3.-5.
mai, frá klokkan 10-17, og
hetta er fyrstu ferð, at stevn
an verður hildin frá hósdegi
til og við leygardag.
North Atlantic Fish Fair:
NAFF leggur miljónir
eftir seg í Føroyum
Oilwind í Miðvági hevur luttikið á nógvum fiskivinnuframsýningum millum ár og dag, og soleiðis
var eisini, tá North Atlantic Fish Fair varð hildin í 2005
Mynd: Vilmund Jacobsen