Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 79 - 25. apríl 2007 Ísland hevur júst gjørt avtalu við Noreg um verjustamstarv. Hetta er eitt framhald av aðrari av­talu við Danmark um herflotasamstarv. Hes­ar avtalur eru sera áhugaverdar. Tað var tann tíð, tá ið øll Norðurlond í ramasta álv­ara sam­rádd­ust um eina norðurlendska verju­sam­ gongu. Hesar samsráðingar endaðu úrs­lit­a­ leys­ar eitt nú tí, at Noreg vildi hava Bret­land upp í eina møguliga norðurlendska verj­u­sam­ gongu, men hetta kundu onnur lond t.d. Svø­ r­íki als ikki góðtaka, og tí valdu Noreg, Dan­ mark og Ísland at fara upp í NATO. Tá Ísland fór upp í NATO, tók USA ábyrgdina av íslendsku verjuni og hevur havt hesa á­byrgd, til USA herfyri tók seg av herstøðini í Kefla­vík. Nú hevur Ísland so gjørt av at gera av­­talu við Danmark um herflotasamstarv og við Noreg um loftverjusamstarv. Uttan at kenna avtaluna í smálutum tykist hon vera til stóran fyrimun fyri allar partar. Danmark slepp­ur at nýta íslendskar havnir til síni her­ skip, og Noreg sleppur at nýta Keflavíkar flog­støð­ina til síni hernaðarflogfør. Báðar tjóð­ir Danmark og Noreg hava tørv á hesum til tess at tryggja eftorlitið við yvirvøldum sín­­um í Norðurhøvum. Ísland fær so hinvegin eina ávísa verjutrygd, men hvat hetta í roynd og veru merkir, vita vit ikki enn. Sam­starvið er sera áhugavert eisini sæð frá før­oysk­ari síðu. Tað vísir, at alt gamalt agg er lagt til vigs og at londini eru til reiðar at ganga ótradtitonellar leiðir. Støðan er jú grund­leggjandi broytt og hetta krevur, at lond­ ini fara at hugsa trygd og verju í nýggjum breyt­um. Fyri okkum er hetta sera áhugavert. Hetta merkir, at vit sum spakuliga eru at veg móti fullum sjálvstýri, saktans kunnu samráða okk­um til eina nøktandi trygdarskipan, um vit droppa út úr ríkinum og ikki ynskja at vera verðandi undir veingjabreiði NATOs. Hes­ar avtalur geva eisini eitt nýtt perspktiv til norð­ur­lendskt samstarv. Slíkar avtalur hvødu ver­ið óhugsandi fyri fall múrsins og endan á kalda krígnum. Hetta vísir, hvussu nógv heim­ur er broyttur, og er tað sjálvsag neyðugt at sipa seg hareftir. Sosialurin Óvanligt verjusamstarv Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Vit keypa tunnilin og fíggja Kl. sjúkrahús! Uppskot 1: Eitt samtak yvir­tekur tunnilin frá P/f Norð­oyatunnilin fyri áljóð­ andi tað lán sum avtalað er, vit skulu gjalda aftur til lands­kassan. Síðani handa vit tunnilin til landskassan, ímóti at vit fáa loyvi at krevja inn bumm­gjald í eitt ávíst ára­ mál. Tá nú tunnilin er latin til landskassan, liggur tað sjálv­andi í tí, at teir hava all­ an raksturin av tunnli­num, meðan vit hava bert inn­ krevj­­ingina eftir. Innkrevjingin skal stand­ ardi­serast og automatiserst munandi. Tá nú raksturin er allur farin úr prísásetingini og mun­­andi sparingar eru gjørd­­ar á umsitingini skuldi veri lætt at sæð, at prísurin fyri at koyra verður munandi lægri enn í dag. Tað kann gerast við t. d. at allar støddir av kubba kosta eins og tú kann velja frá trimum til hundrað túrar, og at øll sum koyra ígjøg­ num tunnilin skulu nýta kubba, eisini útlenskir bil­ ar. Avgreiðslan av kubbunum fer fram á bensinsølunum, og sjálvt bókhaldið verður munandi automatiserað, t. v.s. at tá tú fær eitt grønt ljós, so er tú automatiskt fult bókaður. Tømist kubbin, so skal vera automatisk ljóskipan við skeltum sum boða tær frá í stórum, at t. d. nú eru bert tveir túrar eftur á kubba­ num. Hendan ljósskeltingin skal vera so mikið stórsligin, at tú ikki kann umgangast at fáa við, at nú mást tú inn á eina bensinstøð at fylla á aftur, gert tú ikki tað ella koyrir uttan at hava goldið skal bótin vera so stór at tað veruliga merkist, og harvið er sjálváminnandi, eitt nú hevur Eysturríki bótina fyri at koyra har við tómum kubba, 3000 kr - eisini fyri útlendingar, so hví skal tað vera frítt og rokna sum gesta­blidni, at útlendingar koyra uttan at gjalda í Før­ oyum? Og hví skal tað kosta milli­ónir at umsita tunnilin í dag, tá hugsað verður um, at í London sentrum hava tey eitt avgjald fyri at koyra inn har. Har koyra um hálv millión bilar hvønn dag, og alt verður stýrt við teldum - bæði skrásetingin og rokn­ ingin, so tað mátti einsini kunna borið til í Føroyum. Mín meting er við oman fyri standandi broytingum skuldi kunna borið til at fyri tað fyrsta havt eitt mun­ andi lægri gjald umframt at kunna goldið alt lánið aftur eftir umleið 7-8 árum. Uppskot 2: Tá landskassin soleiðis fær so stóra upp­ hædd inngoldna í einum heilt ekstraordinert, ja, so hava teir til alla fíggjingina til útbyggingina av Klaks­ víkar Sjúkrahúsi, sum ar­beiðsbólkurin ráddi til nú um dagarnar. Klaksvík Anskar Hansen Norðoyatunnilin eitt ár og hvat so? SJÓNVARP Tíðindaskriv Hesar seinastu mánaðirnar hev­ur ein sending verið á skránni mikuvøld, ið nevn­ ist Speki. Talan er um upp­ tøkur av fyrilestrum, ið vísindastarvsfólk á Fróð­skap­ ar­setri­num og øðrum gransk­ ing­ar­stovnum, hava hildið. Tað er greitt, at fólk eru ymisk á máli um góðskuna á sendingunum, og tað hevur serliga at gera við, hvussu væl vísindastarvsfólkini duga at føra seg fram á sjón­ varps­skíggj­anum. Her er støð­an í løtuni, at summi duga sera væl, meðan onn­ ur tykjast meiri óvon við mið­ilin. Summar sendingar hava ikki verið so sjón­varps­ vin­ar­ligar, meðan aðrar hava verið stak góðar. Eis­ ini vísa hyggjaratøl, ið Fróðskaparsetrið hevur fing­ið frá Kringvarpinum, at um­leið 19% av føroyingum - ella næstan 7.000 fólk - hyggja eftir Speki. Uppaftur meiri áhugavert er, at av hes­ um eru fleiri enn 95%, ið hyggja eftir allari sendingini á tamb. Sostatt má niðurstøðan vera, at Speki er ein send­ ing, ið hevur stóran áhuga hjá einum relativt stórum hyggj­ar­a­skara. At næstan 7.000 føroyingar hyggja eft­ir Speki verður av Fróð­ skap­ar­setrinum mett sum ein sukse. Saman við roynd­ unum frá ”Setrið á Ferð” er tað tí eyðsýnt, at vís­ind­ atilfar hevur áhuga millum nógv fólk. Tí fara tað eis­ini at verða tiknir nýggir fyr­i­ lestr­ar upp í mai, ið verða sendir í heyst. Hóast móttøkan sum heild hevur verið góð, so eru tað tó ting, ið skulu betrast. Rætt er, at einstakir av fyrilestrunum hava verið ov ”útvarpsligir” og ov lítið ”sjónvarpsligir”. Hetta er tikið til eftirtektar. Saman við Kringvarpinum verður arbeitt við at skapa eina siðvenju um, hvussu góð­ir sjónvarpsfyrilestrar verða hildnir. Ikki er ætlanin at broyta konseptið, men hinvegin at veita fyrilestrarhaldarunum nøkur amboð til at framføra á einum sjónvarpsskíggja. Tað er Kringvarpið, ið hev­ ur serførleikan á hesum øk­i­num, og tí er tað Kring­ varps­ins lutur at vera við til at tryggja eina positiva menn­ ing av Speki. Innihaldið er gott, men for­ m­urin kann gerast betri, siga Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroya í tíð­inda­ skrivi. Speki - stóran áhuga millum hyggjarar