Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 25. apríl 2007 13 viðmerkingar Seinastu dagarnar hevur ver­­ið nakað av kjaki um Lækn­a­­vaktina, og hvat henda nýggja skipanin inni­ ber fyri fólk kring landið. Tann spurningurin, ið ser­ liga hevur verið umrøddur er, hvussu henda nýggja skip­anin kemur at ávirka læknatænastuna og akuttu tilbúgvingina hjá teimum, sum búgva uttanfyri Havn­ ina. Hetta er eisini tað, ið Jákup Suni Lauritsen, borg­ arstjóri viðgerð í eini grein í bløðunum herfyri, har hann millum annað vís­ur á, at bráðfeingistilbúgvingin er vorðin verri í Vágum við nýggju læknavaktini. Mill­ um annað vísur hann á, at ongin bráðfeingis hjálp er at fáa, um eitt ferðsluóhapp hendir í Vágum, tí komm­ unulæknin situr ikki á vakt í Vágum. Eisini spyr hann beinleiðis undirritaða: Hev­ ur landsstýrismaðurin hugs­ að um, hvør hjálp er at fáa, um ein vanlukka hendir í Vágatunlinum og eingin lækni er í økinum ella slepp­ ur vestur? Ella um ein van­ lukka hendi við flogvøllin í Vágum? Heilsutilbúgvingin í Vágum Tey seinastu árini hava ver­ ið gjørdar munandi ábøtur á heilsutilbúgvingina í Vág­ um. Hetta meti eg sjálvandi eisini er neyðugt, tá flog­ vøll­urin liggur í Vágum. Tá talan er um vanlukkur, og tørvur er á bráðfeingis medisinskari hjálp, er tað ikki kommunulæknavaktina ein skal ringja til. Skipanin við bráðfeingis læknahjálp heldur fram óbroytt og tí skal ringjast á nummarið 112, sum vanliga sendur ein sjúkrabil á staðið. Sjúkra­bilurin er mannaður við fólki, ið eru útbúgvin til at taka sær av bráðfeingis tilburðum, samstundis sum sjúklingurin/vanlukkurakt verða flutt á rætta stað. Sjúkra­flutningtænasta er í Vágum og í 2005 tók undirritaði, millum annað eftir áheitan frá Vága Bjarg­ ing­arfelag, avgerð um at styrkja sjúkra­flutnings­tæn­ astuna í Vágum. Fyri at styrkja um bráðfeingis­til­ búgvingina í Vágum vórðu 5 fólk sett í fast starv at røkja tænastuna. Áðrenn hetta røktu 12 fólk frá bjarg­ ingar­felagnum sjálvboðin tæn­astuna við síðuna av teirra vanliga arbeiði. Við hesi avgerð er sjúkra­flutn­ ings­tænastan í Vágum mun­ andi styrkt. Landsstýrismaðurin hev­ ur eisini ætlanir um at styrkja sjúkra­flutnings­tæn­ ast­una enn meira, og hevur júst fingið handað eitt til­ mæli um krøv til útbúgv­ing­ ar hjá sjúkra­flutnings­starvs­ fólkum, og hvørji krøv til út­búnað í sjúkrabilunum skulu verða galdandi í Før­ oyum. Í hesum sambandi mælir bólkurin eisini til, at tað úti í lokaløkjunum í Før­ oyum verða útbúnir so­kall­ aðir “First Responder”, sum kunnu rykkja skjótt út í sambandi við vanlukkur og veita tann fyrsta medisinka innsatsin, meðan bíðað verð­ur eftir sjúkraflutningi. Eg meti, at hetta uppskotið ljóðar áhugavert og fari at viðgera tað í nærmastu fram­tíð, soleiðis at bráð­ feing­is tilbúgvingin kann styrkj­ast enn meira. Landsstýrismaðurin hev­ ur eisini hugsað um, hvør hjálp er at fáa, um ein størri vanlukka hendir við flog­ vøll­in í Vágum ella í Vága­ tunlinum. Umframt eina styrkta sjúkraflutnings­tæn­ astu, er eisini seinastu árini skipað eitt sjúkralið í Vág­ um, sum er mannað við sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólkum í Vágum, ið ikki dagliga ar­beiða á sjúkrahúsunum. Talan er um ein bólk, sum er og framhaldandi verður skúlaður í at veita tann fyrsta medisinska innsatsin á skaðastaðnum í sambandi við størri vanlukkur/kata­ strof­ur, og tá vanliga tilbúgv­ ingin í sjúkrahúsverkinum ikki klárar uppgávuna. Harumframt stendur ein tyrla tilbúgvin í Vágum, ið millum annað er mannað við fólki, ið hevur tikið am­bulansuútbúgving. Tá hædd samstundis verður tik­ in fyri, at tað einans tekur 15-20 min. hjá einum sjúkra­ bili at koyra frá Havnini til Vágarnar, er økið serliga væl fyri hvat heilsutil­búgv­ ing viðvíkur. Harumframt er vert at nevna, at um onkur stór van­ lukka hendir í Vágum, og neyðugt verður at tilkalla alla ta hjálp ið kann fáast, verða kommunulæknarnir eisini tilkallaðir, hóast teir ikki hava vakt. Vil heilt illa til, at hvørgin er staddur í Vágum, verður lækni antin koyrdur ella flogin á staðið, meðan allar aðrar tilbúgv­ ingareindir, ið eg havi nevnt omanfyri, veita tann fyrsta medisinska innsatsin. Við hesum kunnu vit øll gleðast um, at bráðfeingis heilsutilbúgvingin er so væl útbygd og ment í Vágum seinastu árini. Kommunulæknavaktin Í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja skipan fyri kommunulæknaøkið havi eg alla tíðina lagt avgerðandi dent á, at allir borgarar í skipanini skulu fáa góða og trygga læknahjálp, óansæð hvar í økinum teir búgva. Hetta er galdandi bæði fyri bráðfeingis læknahjálp og fyri læknahjálp uttanfyri van­liga arbeiðstíð. Læknavaktin heldur til í viðtaluhølum á Landssjúkra­ húsinum. Við teimum hent­ leikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin her nógv betri møguleikar fyri at gera neyðugar kann­ ingar og royndir og fáa úrslitini skjótt. Hetta hevur við sær, at fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna eru munandi betri enn fyrr. Tá borgarar hava brúk fyri læknahjálp uttan fyri van­­liga arbeiðstíð hjá komm­unulæknum skulu teir ringja til Læknavaktina. Læknavaktin metir um í hvørjum einstøkum føri, hvat er rættast at gera, so sjúklingurin fær bestu lækna­hjálpina. Hetta hevur við sær, at Læknavaktin antin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein komm­ unulækna í nærøkinum á vitjan ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar. Læknavaktin er skipað so­leiðis, at 3 kommunu­ lækn­ar eru á vakt til á midnátt og 2 eru á vakt eftir midnátt. Umframt lækna­ vakt­ina á Landssjúkra­húsin­ um, er ein kommunulækni á vakt í vestara øki, ið fevnir um Vágar og Streymoy, og ein kommunulækni verður á vakt í eystara øki, ið fevnir um Eysturoy og Norður­ oyggjar. Aftaná midnátt er ein kommunulækni á vakt í eystara og vestara økið. Harafturat er avgjørt, at Læknavaktin kann brúka fasilitetirnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og í lækna­hølu­ num í øllum økinum í skip­ anini. Sostatt kunnu komm­ unulæknarnir, sum eru á vakt í nærøkinum velja at visi­tera sjúklingar til skaða­ stovuna á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi, eins og teir kunnu taka sjúklingar inn í viðtaluhøli á staðnum. Hetta merkir samstundis, at einki krav er um, at sjúklingarnir skulu koyra ella flytast allan vegin til Læknavaktina á Lands­ sjúkrahúsinum. 1870 Við nýggju Læknavaktini er bara eitt telefonnummar at ringja til, tá fólk hava tørv á at fáa fatur á einum kommunulækna. Hetta er ein stórur bati í mun til gomlu skipanina, tá borg­ arin stundum mátti ringja til fleiri ymisk nummur, fyri at fáa fatur á tí komm­ unulæknanum, sum hevði vakt. Sum áður nevnt, so heldur skipanin við bráðfeingis læknahjálp fram óbroytt, t. v.s. at tey sum hava brúk fyri bráðfeings læknahjálp kunnu eins og áður ringja telefonnummar 112 á alarm­ sentralinum. Eftirmeting Eg havi áður boðað frá, at skipanin við Læknavaktini støð­ugt fer at verða eftir­ mett, og fara vit at fremja neyðugar tillagingar, um tørvur vísir seg at verða á hesum. Sum eitt dømi um hetta er óhepna støðan fyrr í vikuni, tá summir tele­fon­ felagar ikki kundu ringja til Læknavaktina. Beinanvegin eg varð kunnaður um málið, gjørdi eg av at seta eina kann­ing í verk av tilburði­ num, so vit kundu fáa greiðu á orsøkini, hví hetta hendi, tí slíkt má als ikki koma fyri. Føroya Tele hev­ ur upplýst, at ringjast kann til Læknavaktina frá øllum telefonfeløgum, sum eru staddir í Føroyum. Somu­ leið­is kunnu útlendingar, sum eru staddir í Føroyum ringja til Læknavaktina. Svar til Jákup Suna Lauritsen, borgarstjóra í Sørvági landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Myndugleikarnir sundur liða trygdina í Vágum. Nú um dagarnar fingu vit boðini um, at okkara læknaskipan er sett úr gildi. Ístaðin er komin ein skipan, feingis tøkur longur. Hendir eitt ferðsluóhapp í Vágum er eingin skjót hjálp at fáa. Læknin, sum hevði vakt í økinum, er ikki longur. Grundgevingarnar fyri at flyta skipanina í miðstaðar­ økið, er, at læknatrot er í miðstaðarøkinum, og at yngri læknar ikki fáast at søkja hesi størv. Ístaðin fyri at gera kann­ sjálvbodna arbeiðs Eingin keta er sterka tað veikasta liðið, v sagt. Trupulleikin í o føri er, at tey fyrstu liðini møguliga eru b stødd, tá ið brúk er fyri um, læknin og løgreg Vit kunnu ikki líta løgreglan kann sta odda fyri bráðfeingis ingini, tí løgreglan er h Borgarstjóri JÁKUP SUNI LAUrItSEN Eingin lækni og eingin løgregla Svarið hjá Hans Paula Strøm er til grein í Sosialinum fríggjadagin hjá Jákup Suna Lauritsen, borgarstjóra í Sørvági, sum hann kallaði »Eingin lækni og eingin løgregla« Sølustevna Tíðindaskriv Í døgunum 28. og 29. apr­íl skipar Miðvágs Bólt­felag fyri sølustevnu í Bygdaskúlanum í Mið­ vági. Á sølustevnuni fara handlar og fyri­tøk­ ur ymsastaðni frá í land­i­ num, at bjóða sínar vørur fram. Har verður mangt og hvat at finna. Klæðir til bæði børn og vaksin, skógvar, hárfríðkan, ym­iskt til bæði innan – og uttandura ítriv, el lut­ir, bilar og súkklur av ymiskum slagi. Flestu luttakarar vísa sín­ar vørur fram inni í skúl­a­ num, meðan bilar, 4- og sekshjólstektar mot­or­ súkklur, telt og onnur kamp­ing­út­gerð verður sýnd fram á økinum uttan fyri skúlan. Høvið verður at keypa sær eitthvørt lætt til matna ella at vinna sær okk­urt í mat tombola. Eis­ini skuldi hetta verið eitt frálíkt høvið hjá bæði teim­um stóru og smáu at stuttleika sær. M.a. verð­ur mótashow, Line Dance framførsla, og Trøll­a­pætur & Omman og Nósi koma eisini á vitj­an. Sunnudagin er har­um­ framt ókeypis at koyra gjøgn­um Vágatunnilin, so ein túrur vestur í Vág­ar hetta vikuskiftið skuldi ligið væl fyri. Tónleikaundirhald Tónleikaundirhald verð­ ur báðar dagarnar og leyg­arkvøldið verður skip­að fyri serligari “Tón­leika Café” og “Syng­ið við” kvøldi í Bygd­ar­húsinum. Ímeðan sølustevnan er opin, syngja Systkini á Løgmansbø, Elsa í Garði og Jana Johannesen, Fríð­bjørg Jensen og Ungdómskórið í Vág­ um. Á serliga tón­leik­a­til­ taki­num leygarkvøldið kl.20.30 luttaka Han­us G. Johansen, Sám­al Ravnsfjall, Petur Páls­ son og Knút Há­berg Eysturstein. Har­mon­i­k­u­ lið­ið Knarkar fer at spæla und­ir sanginum, sum Jens Eli Elleffsen skipar fyri. Atgongumerki til “Tónleika Café” og “Syng­ið við” verða seld bæði í forsølu og við dyrn­ar leygarkvøldið. Dent­ur verður lagdur á at áhoyrararnir fáa eitt hugnaligt tónleikakvøld til ein sera sámuligan prís. Írokn­að atgongumerki er, umframt tón­leika­und­ ir­hald og skemt, ein the - ella kaffimunnur við fleiri sløgum av heim­a­ gjørdum køkum afturvið. Eisini verður møguleiki at keypa smyrjibreyð við føroyskum viðskera og annað leskiligt. Kamping Í samband við søl­u­ stevn­una í Miðvági er barnavinarliga øk­ið við síðuna av fót­bólts­ vøll­inum sett av til kampingvognar. Her kunnu kamp­ing­vog­n­eig­ ar­ar, sum framm­an­­und­ an hava boð­að frá, nýta høvið at seta kamp­ing­ vogn sín á økið og halda vikuskiftisfrí í hugnaliga umhvørvinum, har stutt­ ur vegur er til mong góð tiltøk, innkeyp, spæl­i­pláss, skate-board bana, fótbóltsvøll, sand, fjøru og viðarlund. Mong søgulig støð eru verd at vitja í Miðvági, og kann ein túrur til m. a. Kálvalíðhúsini, har Beinta búði ella til Hýsisá, har Mikkjal á Ryggi høgdi ørindi í klett­in, verða sera á­hug­ a­verd­ur fyri bæði børn og vaksin. Við einari sera fjøl­ broytt­ari skrá til bæði vaks­in og børn bjóðar Mið­vágs Bóltfelag øll­ um til sølustevnu 28. og 29. apríl. Luttakarar Klædnahandlar: Hali Lingeri í Klaksvík, Vestmóti í Vestmanna, Klædnahandilin í Skálavík og La Femme í Saltangará, Barn­a­ handilin Snák í Tórs­ havn, Hjá Randi í Mið­ vági (skógvar). Frítíð & ítriv: Marjun Heimá (seym­i­ mask­inur o.a.) Hjá Ják­up (telt o.a.) Stubb­in í Vestmanna (camp­ing­út­gerð), Súkkluhandilin í Kollafirði. El-útgerð: El – Tænastan. Hárfríðkan: Hárvist við Karin Jo­hann­e­sen. Akfør: Ivan Johansen Bilar Reyni Service Sp/f Mykines. Miðvágs Bóltfelag skipar fyri sølustevnu