mikudagur 25. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 79 - 25. apríl 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kristiane Olsen, Klaksvík, vanliga nevnd Anna,
ættað úr Søldarfirði, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
í gjár 88 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum, í
Betesda hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður
úr Betesda fríggjdagin klokkan 13.30. Tey sum
vilja minnast Onnu kunnu lata Norðoya Ellis- og
Vistarheimi eina peningagávu, konto í Norðoya
Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
13. apríl giftust í Havn Jeanne Leosdóttir Poulsen og
Mikkjal Holm, bæði úr Nólsoy. Dagurin var hildin saman
við familju og vinum.
Góða allarbesta Unn !!!
Eg siti her við køksborðið
og skilji so illa, at heimurin
uttanfyri so lættliga fer
víðari, sum um onki serstakt
er hent, sum um hettar
bert er ein hending av so
nógvum. Hjá mær kennist
tað, sum um alt er steðgað
á, og eg skilji ikki, at ikki
allur heimurin ger tað
sama; nígur niður í djúpa
sorg, nú ein tann bjartasta
sólstrálan er slóknað fyri
eygum okkara.
Góða Unn!! tú ert tann
sólstrálan, og eg velji at
siga »ert«, av tí at eg eri
vísur í, at tín bjarta glæma
nú fyllir himmalrúmið í tí
æviga staðnum, har tú nú
hevur tað so fjálgt og gott
saman við tínum kæru, sum
longu hava fest búgv har. Í
mínari tungu sorg kennist
tað so gott og troystandi at
vita, at tey fevna og fjálga
um teg.
Góða Unn!! Við eitt er
heimurin vorðin so nógv
fátækari og tómari. Við tín
um vinsæla og hjartagóða
lyndi fylti tú so nógv, har tú
komst á dyr, og tað kendist
altíð so gott og gevandi at
vera saman við tær. Gløgg
og skilagóð vart tú, og nú tú
vart vorðin so mikið vaks
in, var tað hugaligt at hava
eitt prát saman við tær og
læra, hvussu væl vitandi
tú vart um ymisk lívsins
viðurskiftir.
Góða Unn!! tað kennist
fullkomiliga meiningsleyst,
at tær varð unt so stutta tíð
her á jørð, men tað tykist
mær, at helst vóru boð eftir
tær onkra aðrastaðni frá.
Tá eg so hugsi um, hvussu
stórt menniskja tú vart, er
tað jú heldur ikki so løgi,
hóast eg av heilum hjarta
hevði ynskt, at tú vart ímill
um í okkum í nógv, nógv
ár afturat.
Góða Unn!! eg fari at
sakna teg ómetaliga nógv,
og tað verður tungt at liva
víðari í komandi tíðum,
men eg troysti meg við øll
um teimum góðu og ríku
minnunum, eg havi um
teg, og at vit einaferð fara
at hittast aftur.
Góða Unn!! tú gavst so
nógv og slepti ongantíð.
Tú ríkaði dagligdag okkara
og væntaði onki afturfyri.
Teg, dýrabæra menniskja,
goymi eg í mínum hjarta
og verji um títt vakra og
ógloymandi minnið.
Allarbesta Unn!! Jesus
pápi er hjá tær og verjir
teg.
Marni gubbi
Ein seinasta heilsan til
systurdóttir mína
Unn Hansdóttir
ið andaðist 20. apríl, bert 18 ára gomul
Leygardagin 7. apríl 2007 var
aðalfundur í áhugafelagnum
Føroya Ellisakfør, og nýggj
nevnd var vald.
Nevndin hevur skipað seg
við Eiriki Ó. Simonsen sum
formanni, Hans Korsgaard
sum næstformanni, Páll
Danielsen sum skrivara, Hans
Jákup Michelsen sum kassa
meistara og Finn Jespersen
sum nevndarlimi. Eykalimir
eru John Christiansen og
Búgvi Apol.
Fyrsta tiltakið hjá nýggju
nevndini er at skipa fyri
árligu flaggdagskoyringini
í Havn.
Føroya Ellisakfør er
áhugafelag hjá teimum, ið
hava áhuga fyri og alsk til
gomul akfør. Felagið var
sett á stovn í 1992 og hevur
nú 15 ár á baki.
Føroya Ellisakfør:
Eirikur Ó. Simonsen
nýggjur formaður
Nevnd og tiltakslimir í Føroya Ellisakførum: John Christiansen, Páll Danielsen, Hans Jákup
Michelsen, Finn Jespersen, Eirikur Ó. Simonsen, Búgvi Apol og Hans Korsgaard
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum stóra
hjálp og samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi,
abbi, langabbi og verfaðir
Jóhan á Lava
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til talara, sang og góð orð í Kapellinum
og í Betesda.
Tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús og G3 á
Landssjúkrahúsinum.
Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldartað her á fold.
Familjunnar vegna
Solveig, Bjørg og Sigrun
Dagurin
26. apríl. Cletus, deyður umleið ár 90. Cletus ella
Anacletus var triði maður á pávastóli eftir Pætur.