mikudagur 25. apríl 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2007
15
nøvn
Kórini fara at syngja á
konsertum í Norður
landahúsinum 1. mai
og í Christianskirkj
uni 2. mai
Kórvitjan
Hvør kennir ikki finska
tónaskaldið Jean Sibelius
og vakra lag hansara Fin
landia. Nú verður so møgu
leiki at hoyra sangin á upp
runamálinum, tí eitt finsk
kór er á veg til Føroya at
hava konsertir.
Dreingjakórið
undir
Brúnni verður vertur, og
føroysku dreingirnir hava
vant dúliga fyri at kunna
syngja Finlandia á finskum
saman við finska kórinum.
Finski føroyingurin Thorolf
Björklund hevur eisini verið
uppi í leikinum og hjálpt til
at fáa úttaluna upp á pláss.
Finska
dreingjakórið
“Tavastehus Gosskør” er kór í
evangelisk-luthersku kirkjuni
í Tavastehus, 100 kilometrar
sunnanfyri høvuðsstaðin
Helsinki. Og tá talan er um eitt
kirkjukór, ávirkar tað sjálvsagt
sangúrvalið. Breitt má tað tó
sigast at vera, tá spennið er
frá greorianskum til gospel og
frá fólkatónleiki til sangleikir
umframt sangir úr filmslistini
og popptónleikinum.
Tað er eisini galdandi
fyri konsertirnar í Norður
landahúsinum og í Christians
kirkjuni, at talan er um eina
breiða skrá – frá tí klassiska
til gospel og frá fólkatónum
til nútímans sang.
Kórskúli fyri
børn og ung
Kórið byrjaði í 2000 og
leiðari er Ismo Savimaki.
Hann er útbúgvin á Sibelius-
akademinum og virkar sum
kantor, tvs. organistur og kór
leiðari í evangelisk-luthersku
Tavastehus-Vånå kirkjuni.
Har hevur hann fýra kór, ið
samstundis kunnu sigast at
vera kórskúli fyri børn og
ung.
Saman við dreingjakórinum
á ferðini til Føroya eru eisini
nøkur úr ungdomskórinum,
Vånå Ungdomskør, ið byrjaði
longu í 1996. Tað er vanligt
at kórini læna sangarar hvør
frá øðrum, alt eftir hvat er á
skránni. Kórini hava verið fleiri
uttanlandsferðir, og á heysti
í 2008 skal ungdómskórið
umboða ungdómskórini í
finsku kirkjuni á kirkjutón
leikasymposium í Stavanger.
Fyri Dreingjakórið undir
Brúnni er tað stórur heiður
at fáa so forkunnuga vitjan.
Føroysku dreingirnir eru
bodnir at syngja Finlandia
saman við finska kórinum,
og Dreingjakórið undir
Brúnni fer fer eisini at syngja
nakrar sangir, áðrenn finska
kórið trínur fram.
Dreingjakórið
undir
Brúnni hevur verið virkið í
fleiri ár, og teir sum nú syngja,
eru triðja ættarlið, kunnu vit
siga. Kórið hevur sungið í
bæði útvarpi og sjónvarpi og
var fyri nøkrum árum síðani
væleydnað konsertvikuskifti
í Reykjavík. Nakrir av teim
um, sum áður hava verið
uppi í, eru nú komnir aftur
at hjálpa teimum yngru at
syngja fleirraddað saman
við finska kórinum.
Dreingjakór eru forkunn
ugir gestir í Føroyum, og
Dreingjakórið undir Brúnni
vónar, at fólk møta fjølment
til konsertirnar, nú finsku
dreingirnir koma allan vegin
úr Finnlandi til Føroya at
syngja fyri okkum. Tað hevði
serliga glett kórini, um nógv
børn og ung vórðu at síggja
millum áhoyrararnar.
Konsertirnar verða í
Norðurlandahúsinum týs
dagin 1. mai kl. 16 og í
Christianskirkjuni miku
dagin 2. mai kl. 19.
Finskt dreingjakór vitjar
kórið undir Brúnni
Dreingjakórið undir Brúnni
Dreingjakórið úr Finnlandi, „Tavastehus Gosskør“
Finski kórleiðarin