mikudagur 25. apríl 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2007
Sendingin Studio 4 á
donsku útvarpsrásini
P4 varpaði í gjár ljós á
Atlantic Music Event,
og á blómandi tón
leikalívið í Føroyum
eitt nú í Gøtu.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hvussu kann tað bera til, at
fólk úr tónleikaídnaðinum
frá nær og fjar, fara longu
leiðina til 18. fjarskotnar og
vindbardar oyggjar fyri at
brúka eitt vikuskiftið har?
Hetta
var
spurningurin,
sum í gjár var settur í send
ingini Studio 4 á Danmarks
Radio P4 í tímanum millum
14-15. Gestir í sendihølinum
var Jens Ove Friis, plátufel
agsstjóri á felagnum Rec
cart. JOF, sum hann vanliga
verður róptur, svaraði spurn
inginum í sendingini, og
lýsingarorðini vóru sera
jalig.
Plátufealgsstjórin,
sum avdúkaði fyri planet.fo
herfyri, at hann fór at skriva
sáttmála við tvey av nøvn
unum á AME-Føroyar var
komin á gátt, við nýggjum
tónleiki við Boys In A Band
og Eivør.
Hann greiddi frá, at áhug
in millum fólk í ídnaðinum
var vaksin nógv, tí fólk sóu
Teit, og vildu fegin uppliva
tónleikapallin, ið hevur fost
rað hann.
JOF greiddi frá, at hann
var áhugaður í at gera sátt
mála við Boys In A Band.
Men, at hann metti, at eini
5-7 nøvn, av teimum, ið
hann hevði hoyrt í Føroyum,
saktans kundu gera seg gald
andi á altjóða tónleikapall
inum. Hann greiddi livandi
frá, hvussu upplivingin av
Boys In A Band í Kagganum
hevði sannført allar útlend
sku gestirnar. Upplivingin
av bólkinum á konsert var
heilt vill, segði hann og vís
ti á, hvussu sangarin Pætur
við íblástri frá Bob Dillan
skrivaði tónleik, tí hann
mátti, og samanbar hann
við danska tónleikahalgi
menni Eik Skaløe úr Steppe
ulvene.
Eisini framførslan hjá
Eivør fekk jalig orð við frá
plátufelagsstjóranum. Hann
segði, at framførslan enn
sat á rygggeislunum á hon
um, og tá hann hugsaði um
hana, fekk hann enn gásar
hold. Hann kallaði Eivør
magiska og fantastiska. Eisi
ni bólkin hjá Eivør rópti
hann fantastiskan. Hann var
als ikki í iva um, at Eivør
um 3-5 ár var eitt heims
navn.
Jens Ove Friis vísti á, at
hann í nógv ár hevði fylgt
við á føroyska tónleikapall
inum, og kallaði føroyska
tónleikapallin ein tónleika
ligan smeltipott. Hann sam
anbar tónleikaumhvørvið í
Gøtu við Århus í 80’unum
og Liverpool í 60’unum.
Hann vísti á, at hann helt
føroyska tónleikin vera sera
áhugaverdan, tí hann hevði
eina rástyrki og orku, ið
kom úr føroysku søguni.
Eivør verður aftur í ár
á G!, hesaferð verið
heimskendum írskum
tónleikarum aftan
fyri seg.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í summar kemur nýggja
fløgan hjá Eivør út, og í dag
avdúkar G! Festivalurin, at
Eivør aftur í ár er festival
skráni í Syðrugøtu. Talan
verður sostatt um útgávu
konsert á Gøtusandi, og til
hesa konsertina hevur Eivør
manningina, ið hon brúkar
á fløguni, ið er telur nakrar
av bestu írsku elitutónleik
arunum.
Nýggjur tónleikur
Nýggja fløgan hjá Eivør
Mannabarn, verður givini
út í eini føroyskari útgávu
og í eini enskari undir heit
inum Human Child. Nøkur
løg hava longu verið fram
førd í Føroyum fleiri ferðir,
t.d. Grát ei, sum vann sang
skrivarakappingina
hjá
Atlantic Music Event, og
Norðurlandahúsinum
og
”Elinborg og Elisabeth Mar
ia, sum hevur verið fastur
partur av spæliskránni hjá
Eivør seinastu árini. Og
sum eisini hevur verið eitt
útvarpshitt í live-útgávu.
Eisini løg sum Móðir Teresa
og Livandi Trø, hava brent
seg fast í minnið hjá teim
um, sum hava verið á sein
astu konsertunum hjá Eivør.
Tilsamans eru 10 løg á fløg
uni. Harav hevur Eivør
skrivað tey níggju sjálv.
Irish Cream
Tað kann roknast við eini
uppliving av teimum stóru
á Gøtusandi. Eivør er so
væl fyri og osar av yvriskoti
og spæligleði sum ongantíð
áður, hetta kundi t.d. uppliv
ast á AME konsertunum í
Reykjavík
og
í
Havn.
Ummælarar hava kappast
um at senda Eivør lovorð.
Tað er eisini greitt, at bólk
urin á hesi konsertini er frá
líkur. Hon hevur nakrar av
absoluttu topptónleikarun
um í Írlandi, kremið innan
írskan tónleik. Harímillum
framleiðaran á nýggju fløg
uni Donald Lunny, sum
verður mettur sum ein av
mest týðandi persónunum
handan menningina av írsk
um tónleiki og sum hevur
framleitt fyri m.o. Sinéad
O'Connor, Rod Stewart,
Paul Brady, Elvis Costello,
Indigo Girls og Baaba
Maal.
Millum manningina we
eisini Anthony Drennan á
gittara, sum m.a. hevur ver
ið spælt gittari og bass við
Genesis
á
konsertunm
umframt at hava spælt við
The Corrs, Clannad og Paul
Brady.
Liam
Bradley
spælir
trummur, hann er kendur
sum trummarin hjá m.ø.
Ronan Keating, Van Morri
son og Sinead O'connor.
Noel Eccles spælir ásláttur
og hann hevur spælt við
mætum nøvnum sum U2,
Van Morrison, Sting, The
Chieftains, Hothouse Flow
ers, Elvis Costello og Sin
ead O'Connor.
Eivør hevur nærum verið
fast navn á G! Skránni, síð
an hon á fyrsta G! spældi
við Clickhaze, bert tað eina
árið bar ikki til hjá Eivør at
luttaka á stóra tiltakinum í
heimbygdini.
Eivør hevur útgávukonsert á G!
Danski plátufelagsstjórin Jens Ove Friis metur føroyska
tónleikapallin vera sera spennandi í løtuni
Mynd: Niels Uni Dam
Samanbar Gøtu við Liverpool
Eivør er í toppformi, tað
kundi eitt nú upplivast
á AME-Føroyar í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen