mikudagur 25. apríl 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 79 - 25. apríl 2007
Maskinstjóri
Søkt verður eftir maskinstjóra til verksmiðju
trolara, til fiskiskap í Stillahavinum.
Skipini eru bygd í 19911993, eru 105 metrar
til longdar og 20 metrar breið.
Høvuðsmaskina 6000 kW Wartsila.
Brattvaag trolspøl, MWM Deutz hjálpimotor
ar, York/Sabroe frystiútgerð.
Fyrispurningar og umsóknir verða at senda
til Jan Erik Simonsen, tekniskur deildarleiðari
á tpost: janerik@thor.fo
P/F Thor Fisheries
Bryggjan 5
Hósvík
Thor Fisheries er dótturfelag hjá P/F Thor í Hósvík.
Dótturfelagið varð stovnað í januar 2007, og rekur tvey
verksmiðjuskip, ið fiska í sunnara parti av Stillahavinum.
Tað eru 260 fólk í starvi hjá Thor Fisheries.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Norðskálatunnilin – ljós, luftskiftisskipan og trygdarútbúnaður
Tunnilin er 2516 m langur. Higartil eru gjørdar allar
tekniskar innleggingar í vegnum og teknik- og há-
spenningsrúm er gjørt inni í tunnlinum umframt at
kaðalbakkar eru upphongdir.
Komandi arbeiðið skal gerast sambært handbók 021
frá norska vegaverkinum og fevnir um at:
· uppseta og íbinda ljós gjøgnum tunnilin
· uppseta frávíkjandi ljós í 5 skaðainnvikum
· uppseta og íbinda 20 ventilatorar
· uppseta og íbinda 7 neyðstøðir við telefon og
eldsløkkjara
· uppseta aðrar 5 eldsløkkjarar
Væntast kann, at neyðugt verður at arbeiða um
náttina og at ferðsla skal leiðast gjøgnum tunnilin
kl. 24, 02 og 04.
Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagið
30. juni 2008.
Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5,
FO-100 Tórshavn, hósdagin 24. mai 2007, kl. 10.00.
Ástaðarfundur verður mikudagin 16. mai 2007,
kl. 10.00.
Møtt verður við tunnilsmunnan Norðskálamegin.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá hósdegi
26. apríl 2007, við at venda sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
Fo-110 Tórshavn
Telefon: 340 800
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veg-
haldi til støddar kr. 2.000, íð verður at flyta á konto
nr. 134.228.4 í Eik. Veðhaldið verður afturgoldið, um
útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi
eina viku eftir listiatiónina, t.e. 31. mai 2007.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleikauppgávur
og flogvallamál.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar.
ÚTBJÓÐING
Við hesum verður boðið út alment í høvuðsarbeiðstøku, at uppseta ljós, luftskiftisskipan og
trygdarútbúnað í Norðskálatunnilin.
Eyðun Nolsøe byrjar
sína útgávukonsert
ferð leygarkvøldið í
Føroyahúsinum í
Keypmannahavn, sam
bært Hans Petur í
Brekkunum, leiðara
gongur forsølan væl.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í Føroyahúsinum gera tey
sera nógv burturúr hesum
kvøldinum. Stórt ljóð og
ljósannlegg verður leigað
til tiltakið, og leiðarin lovar
at hetta kvøldið verður nak
að heilt seligt.
”So nógvar røddir”, er
heitið á nýggju fløguni hjá
hjá Eyðun Nólsøe, og at
Eyðun hevur valt Føroya
húsið til fyrsta staðið har
livandi tónarnir frá hesi
fløguni verða framførdir
boðar frá nýggjum og spen
nandi tíðum í Føroyahúsin
um.
Konsertin, ið byrjar kl.
21.00 er ein sitikonsert, og
Høgni Lisberg hitar upp.
Høgni hevur fingið sera
nógvan undanvind í Dan
mark seinasta hálva árið, og
hevur á biografkonsertum
og Atlantic Music Event í
Reykjavík og Føroyum víst,
at hann er í toppformi.
Eftir konsertina verður
dansur har Eyðun Nólsøe
Band spælir.
Atgongumerki
kunnu
keypast í forsølu í Føroya
húsinum.
Avmarkað
atgongd er til konsertina, ið
byrjar kl.21.00.
Íslendski trubadurur
in Pétur Ben er enn
eitt útlendskt navn á
ársins G! festivali.
Hóast hann ikki er
millum best kendu
nøvn í Føroyum, lut
tó k hann eisini á G! í
fjør.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hansara egni singer/song
writersligi fólkarokkur er
longu fagnaður heima í
Íslandi og vinnur alsamt
meira fram í útlondum, og
nú stendur Føroyar á skrán
ni.
Í Íslandi er Pétur Ben
Benediktsson heimskendur.
Hann hevur lagt til rættis
løg fyri Slowbrow, Tele path
ics, Mugison og mangar aðr
ar íslendskar bólkar og ein
staklingar.
Føroyingar minnast hann
kanska sum gittarleikara
hjá Mugison.
Pétur Ben hevur gjørt tón
leik til filmar og sjónleikir
Evnini at leggja til rættis
og kærleikin til leiklistina
runnu saman, tá ið Pétur
Ben herfyri fekk møguleikan
at leggja til rættis tónleikin
hjá Tom Waits til víðagitna
leikin
“Woyzeck”
hjá
Büchner.
Í fjør kom fyrsta útgávan
hjá Pétur Ben, sum einstak
lingi “Wine For My Weak
ness”. . Á útgávuni flytir
hann seg víða og roynir síni
kynstur í mongum ymiskum
tónlistarligum samanhang
um, við mongum ymiskum
ljóðførum. Hann sýgur lurt
aran inn í sín egna lítla og
sera spennandi heim, har
alt kensluspektrið fær fríar
ræsur, og har øll kynstur
eru loyvd í ævigu leitanini
eftir full komna og besta hát
tinum at úttrykkja júst hesar
kenslur. Fyrst ljóðar “Wine
For My Weakness” sum ræt
tiliga
klassiskur
singur/
songwriter tónleikur, men
skjótt gerst greitt, at her er
eitt dýpi undir, skrivar G!
millum annað í tíðindaskri
vi.
Við sær á G! hevur Pétur
Ben legendariska Sugarcub
es trummuleikaran Sigtrygg
ur Baldursson
Vitjað Pétur Ben á myspa
ce.com/peturben
Íslendskur
trubadurur á G!
Eyðun Nolsøe fer at
frumframføra nýggju
fløguna í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn
Mynd: J.A. á Brúnni
Eyðun Nólsøe frumframførir
í Føroyahúsinum.