Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í seinasta partinum greiðir Dinnafía frá, tá hon var í fiski í Vági í 1935. Men nú fara meslingar at ganga, og tað var ikki gamans­ leikur. Dinnafía hevur verið forlovað fleiri ár, so nú var tíðin komin, at tey fóru at setast í búgv. Men hetta mátti vera við skili Summarið 1935 hendi tað, at meslingar fóru at ganga í Vági seinast í juni. Hetta sæst fyrstu ferð í Føroyatíðindi 29. juni, har tað verður sagt, at síðan meslingar vóru staðfestir umborð á Tjaldrinum, hava »enkelte tilfælde« av meslingum verið á Tvøroyri og Vági. Hetta frættist eisini við Gjógv. Og var tað nak­að, fólk ræddust, so vóru tað meslingar. Teir høvdu ikki gingið við Gjógv í 30 ár. Tískil vóru nógv fólk í bygdini, sum ikki høvdu havt hesa sjúku. Meslingar vóru meinaleysir fyri børn, men fyri vaksin kundu teir vera deyðiligir. Eg og Lena fingu telegramm frá mammunum um at koma norður beinanvegin. Vit máttu so fara at siga hetta við Magnus Dahl, at mammurnar høvdu sent boð eftir okkum at koma norður, tí tær ræddust meslingarnar. Vit máttu so fáa goldið út tað, sum vit áttu til góðar. Eg minnist, at eg fekk ein kekk, og hetta var fyrstu ferð í lívinum, at eg sá ein slíkan. Hann ljóðaði uppá 100 kr. Hetta var nú ikki so grúiliga lítið, og eg var nøgd. Vit fóru so norður, eg og Lena í Horni. Hon giftist seinni við Óla hjá Frans á Argjum. Tá ið vit koma til Gjáar, verða vit innisperraðar, sum tey søgdu, fyri at sleppa undan at onnur skuldu verða smittaði, um vit sjálvar longu vóru smittaðar og fóru at gerast sjúkar. Vit løgdu nú ikki so nógv í tað. Eg búði niðri í Jákupsstovu hjá ommu míni. Hon var einsamøll í húsi og hevði havt meslingar, so her var eingin vandi. Men vit sluppu ikki millum fólk í einar 14 dagar. Tá var vandin av, og tað vísti seg, at vit ikki vóru smittaðar. Seinni koma so hinar gjáar­ genturnar norður, men tær sluppu undan at verða innisperraðar. Tær genturnar fóru so allar suður aftur í august. Meg eg fór ikki og hevði ikki ætlað tað heldur. Eg hevði nú sæð Suðuroynna, og tað var nóg mikið at gera við hús. Eg skuldi heldur ikki útsetast fyri at fáa meslingar, sum framvegis gingu kring landið, og sum tey framvegis ræddust sera illa. Hesir meslingarnir vóru so sera ringir. Teir vóru upprunin til ta farsótt, sum stavaði frá mes­linga­ grindini í Gøtu í desember 1935. Her komu menn nógva staðni frá, og teir vórðu vist smittaðir í grindadansinum. Teir bóru so smittuna til húsa aftur, og nógv fólk doyðu bæði í Gøtu og aðrastaðni. Meslingarnir komu eisini til Gjáar, og tá doyði eitt systk­ina­ barn mítt, Palli, ein nýgiftur mað­ur. Tað sama var við eini av nevndu eiðisgentum, Signy. Hon doyði suðuri í Vági og kom norður til Eiðis í kistu. Meslingarnir høvdu gingið í 1916, tá fleiri doyðu millum annað í Gøtu, sum tað eisini hevur verið greitt frá í FF-blað­ num. Meslingarnir komu tá so langt sum til Funningsfjarðar, men teir komu ikki til Gjáar. Við Gjógv høvdu meslingarnir ikki gingið síðan 1905, og tá doyði ein beiggi Dánjal Klein, Óla Kristian, sum var giftur við fastur Jógvan Sofus. Hann doyði frá fimm smábørnum. Tað kann verða skoytt uppí, at Dánjal Klein var formaður í Før­oya Fiskimannafelag 1941- 1952. Ein frásøgn um hann kann síggjast á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag blað nr. 327. Pápi fekk meslingar tá, og eisini Kristian pápabeiggi. Pápi var øgiliga ringur. Eg haldi, at allir menninir vóru ikki afturkomnir av skipi, tá ið Óla Kristian doyði. Hetta var í oktober. Pápi Jógvan, Jóhan, hevði ikki havt meslingar, og tað hevði Óli Andreas, pápa­ beiggi, heldur ikki havt. Teir máttu tískil skýggja fyri at sleppa undan at verða smittaðir, og teir fóru so at búgva í Jógvansstovu, haðani gamli lærari í Leirvík, Andreas, var slektaður. Maria í Jógvansstovu hevði havt meslingar, og hon kundi vera um teir. Tuberklar Tað vóru eisini nógvir tuberklar við Gjógv. Hetta er annars eitt evnið, sum varð væl lýst í FF- blaðnum í 2006. Hetta minnist eg eisini frá barnaárunum, tá vit vistu, at onkur smittaði. Hetta var ein maður, sum spýtti í krukkur. Hann hevði verið á sanatoriinum. Men hann doyði so í 1925. Eitt systkinabarn mítt, Kristina Súsanna í Sámalsstovu fekk tuberklar í 1926. Hon doyði 17 ára gomul av hesi sjúku. Tað sama gjørdi ein, sum æt Lena Fía, 16- 17 ára gomul. Marianna og Jana doyðu eisini. Tað doyðu so nógvar ungar gentur. Tá var eg ikki so vaksin. Vit blivu øll pirkað í 1926, tá ið Dinna á Rætt fekk tuberklar. Tá hevði eg longu pluss og var ikki í smittu­vanda. Mamma vistu einki um, at eg nakrantíð hevði verið sjúk, sum kundi havt givið mær pluss. Hini systkini høvdu ikki pluss, og vóru tískil ikki smittaði, men vóru tí í smittuvanda. Mamma helt bara, at eg mundi hava fingið smittuna frá einum í miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Dinnafía 5. partur: Skakandi tíðindi við Gjógv – Meslingar ganga í Vági! Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Frá vinstru Dinnafía, Kristina, ið doyði 22 ára gomul og Fía, sum doyði 24 ára gomul, báðar av tuberklum. Kristina og Fía vóru systrar og tær vóru dupult systkinabørn Dinnafíu. Tað vóru nógvar ungar gentur við Gjógv, sum doyðu av tuberklum