mikudagur 25. apríl 2007síða 20
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2007
MIÐvikan
20
grannahúsinum, í Hoygarðinuum,
sum plagdi at ganga so nógv inni
hjá okkum. Tvær systrar doyðu
á Rætt. Tann eldra, Kristina,
doyði í 1934, 22 ára gomul, og
tann yngra, Fía, doyði í 1940,
24 ár gomul. Eg var dupult
systkinabarn teirra.
Eisini Kristoffur í Sámalstovu,
beiggi Kristinu Súsonnu, doyði
av tuberklum. Hann var eisini
systkinabarn mítt.
Tøting
Tøting var eisini ein fastur táttur í
bygdarlívinum. Ullin var grundar
lagið fyri hesum, og hon varð
karðað, spunnin, bundin og vovin
til klæði. Skipstroyggjur vóru
bundnar í hópatali, og hetta var
ikki minst undir krígnum.
Vit høvdu komfýr heima. Eg
minnist bara eitt hús, sum hevði
fýrstað. At lýsa heima við høvdu
vit petroleumslampur. Tað sum
kallaðist storm king, ið virkaði
eins og ein primus og skuldi
pumpast, kom ikki fyrr enn seinni.
At kóka við var eisini primussur
brúktur.
Telefon og vatn
Telefonin kom longu í 1907 til
Gjáar, og hevur Gjógv verið
millum tær fyrstu bygdirnar at
fáa henda hentleikan. Fyrsta
telefonin í Føroyum kom í 1906.
Fyrstu húsini við telefon var
Ólastovu. Hetta var í húsunum,
har Jákup Pauli var úr. Pápi Jákup
Paula var Poul Biskopstø. Hann
var ættaður úr Klaksvík, sum
greitt hevur verið frá fyrr. Her
var telefonin í 9-10 ár. Í 1916
fór telefonin niðan á Heyggj
til Dánjal Klein. Tá ið hon fór
haðani, fór hon til Óla Debes, og
her var hon alla mína tíð. Vatnið
kom inn í húsini í 1905, og var
hetta bara fá ár eftir, at tað kom í
húsini í Havn.
Prestar
Tað var bert ein prestur í Eystur
oynni, og hann var á Nesi. Hann
hevði nógvar kirkjur at røkja, so
tað var langt ímillum, at hann
kom. Kirkja kom ikki við Gjógv
fyrr enn í 1929, áðrenn tað var
Funningur kirkjubygd fyri Gjógv.
Tá ið prestur kom til Funnings,
komu samstundis messuboð til
Gjáar. Farið varð síðan til gongu
til Funnings í kirkju. Okkurt viðføri
mátti havast við, sum til dømis
altarsklæðini, ið vóru havd í eini
eskju. Í Funningi høvdu vit føst
hús at fara inn í, har vit vanliga
fingu ein bita og eisini møguleika
fyri at skifta klæðir. Nógv
Gjáarfólk fóru inn hjá Sjúrða
hjá Haraldi, mamma hansara
var slektað frá Gjógv. Tað var
eitt vælahús. Men fólkini her
eldust og gjørdust verri fyri at
taka ímóti fólki. Tá fóru tey á
Rætt og omma í Jákupsstovu at
halda til hjá Osvaldi og Karolinu.
Tað kann verða nevnt her, at
Karolina var systir tann eldra
Knút skómakaran í Havn og fastir
»yngra Knút«. Hon var eisini
systir Fíu Egholm og Nellu, fyrru
konu »Keisaran«, sum eisini búðu
í Havn. Ein sonur Karolinu og
Osvald var Jóhannes skómakarin
í Fuglafirði, ið doyði fyri kortum,
og dóttirin Malla gjørdist 100 ár.
Karolina og omma í Jákups
stovu vóru trímenningar, og
Osvald var í ætt við abba á Rætt.
Mamma og pápi fóru yvir til Eiðis-
Siggu og Kristian, bóndan. Eiðis-
Sigga og pápi vóru trímenningar.
Men prestur kom onkuntíð
til Gjáar at bírætta tey, sum ikki
orkaðu til Funnings.
Eg minnist, at omma á Rætt lá
í seingini, og at prestur var uppi
á loftinum, og tað sama var við
øðrum gomlum í bygdini.
Tá ið fólk doyðu við Gjógv,
vórðu tey, um veður var til tess,
førd við báti til Funnings at
verða jarðað. Annars vóru tey
borin. Hetta minnist eg ikki, men
Jógvan Sofus minnist tað, tí hann
er fýra ár eldri. Tey síðstu fólkini
frá Gjógv, sum vórðu jarðað í
Funningi, doyðu í 1917.
Onnur var Marin Sofía, mamma
Drikku, sum gjørdist 105 ára
gomul. Hon doyði á Fløtti hjá
dóttrini. Hin var Súsanna Malena,
kona Stovu-Pól. Tær fóru til
gravar dag um dag.
Tá kom kirkjugarður við Gjógv
og var hetta fitt, áðrenn kirkjan
kom. Í 1918 doyði eingin við
Gjógv, og í 1919 varð fyrsta fólk
jarðað við Gjógv. Hetta var kona
Kristian pápabeiggja, Marin
Kristianna, ið var 39 ára gomul.
Jógvan minnist, tá ið abbi
hansara Jógvan og Poul Biskop
stø vóru jarðaðir. Hetta var í
1916. Jógvan er føddur á vári í
1913 og abbi hansara doyði á
heysti. Poul doyði á sumri. Pápi
bygdi í 1916. Avlop av húsaviði
num fingu tey til kistu. Hetta var
jú undir 1. heimskríggi, tá var so
ringt at fáa tilfar. Abbi á Rætt
og Jóhan í Nýggjustovu vóru
fastir kistusmiðir. Teir vóru eisini
húsasmiðir.
So vórðu líkini borin til Funn
ings, tá tey ikki kundu førast.
Bygdarfólkið, sum ikki fór við til
Funnings, plagdi at fylgja heim á
Heygarnar, einar 400 metrar frá
húsunum.
Hetta var sjálvsagt ein tung
byrða, so teir vóru tvey hold av
berarum, tilsamans 16 mans, sum
skiftust.
Barbustova
Tað komu tvær systrar úr Barbu
stovu í Syðrugøtu til Gjáar.
Omma Jógvan, Súsanna Frede
rikka, var onnur teirra, og hin æt
Elspu Lena.
Tann eldra var Súsanna
Frederikka, og man Elspa Lena
so vera komin til systur sína og
hevur so funnið drong. Tær vóru
døtur Barbu av Blankskála og
Pætur í Barbustovu.
Súsanna giftist við Jógvan
Joensen í Blásastovu, og tey
fingu 5 børn. Yngst av teimum var
Jóhan, pápi Jógvan Sofus.
Elsebeth Elena giftist við
Klæmint Joensen í Nýggjustovu.
Tey fingu fýra børn.
Undan teimum báðum var
Jógvan í Barbustovu, beiggi
Jógvan Sofus Ferjá sum smádrongur
Dinnafía og Jógvan Sofus sum ung
Barnaheimið hjá Dinnufíu
Húsini hjá Jógvan Sofus og Dinnufíu við turkiløgum
Jóhan í Blásastovu var pápi Jógvan
Sofus