Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • 25. apríl 2007 MIÐvikan 21 Pætur, komin til Gjáar, og hann var oldurabbi mín. Hann kom í Jákupsstovu og giftist við dóttur Heina bónda, sum var giftur við Marjuni Trondesen, sum var av Lækjuni í Syðrugøtu. Hon var seinna kona Heina, ið var einkjumaður. Tað er ein søga um, tá Jógvan kom norður í fríggjaraørindum. Heina bónda dámdi einki fríggj­ ararnar hjá døtrunum, og Jógvan var einki undantak. Aftan á varð Heini spurdur, hvussu honum dámdi biðilin. Svarið var: »Svartur sum ravnur. Nytrur glitra í vanga.« Hetta vóru lýs. Jógvan hevði sett fríggjarastavin út um. Tá børnini fóru at kanna stavin segði Heini: »Ikki røra, pulurin eigur.« Pulurin merkir fuglur, og kanska hevur Heini sipað til, at tað var ein skuri, sum átti stavin! Okkara felags uppruni úr Barbustovu merkir, at Jógvan Sofus er fermenningur mammu mína. Hetta merkir, at ein stórur partur av gjáarfólki er ættaður úr Barbustovu. Annars var Barba ættað av Blankskála og kom sum barn til Gøtu, tá pápi hennara doyði. Tá Barba gjørdist einkja, flutti hon til Gjáar at vera hjá dótrini Elspu Lenu, men tá hon gjørdist gomul, flutti hon aftur til Gøtu at doyggja. Komu til Gjáar at dansa Sjálvt um gjáarfólk vóru tilvitað um hetta, var ikki so nógv bein­leiðis samband millum ættarfólkið. Men tá ið tey komu á leiðirnar hjá hvør hjá øðrum, vitjaðu tey hvønn annan, sum greitt er frá, tá ið Jógvan beiggi konfirmeraðist í Gøtu. Naena hjá Poul Amaljari í Barbustovu minnist eisini, at tá skyldfólk frá Gjógv komu á leiðina, komu tey eisini inn á gólvið hjá ættini í Gøtu. Annars minnist eg sum smá­ genta, at gøtumenn plagdu at koma til Gjáar at dansa á jólum. Millum hesar minnist eg Óla Hans frá Gøtugjógv og beiggja hansara Hendrik. Serliga minnist eg hetta á jólum 1925, tá eg var 8 ár. Jógvan beiggi var 6 ár. Eg minnist, at Óla Hans gav Jógvani ein einkrónuseðil. Hetta var grúiliga nógv, ein heil króna! Tá hevði Óli Andrias, pápabeiggi, ført Langanes. Hetta vóru slíkir menn, sum høvdu verið við honum til skips. Hendrik hevði verið bestimaður hjá honum. Teir ferðaðust hús úr húsi og fingu bæði mat og drekka og harafturat upp í munnin. Pápi drakk ongantíð, men hann kundi smakka sær á. Eg minnist, at teir vóru inni í Stólpa, og konan í Stólpa, Jacobina, var dóttir Elspu Lenu og Klæmint. Maður hennara æt Jákup. Pápi og hann røktaðu í Gjáarlíð. Tey komu so nógv saman, og tað var væl millum húsini. Tá ið teir komu at dansa, plagdu teir at kom 2. jóladag seinnapart, og teir mundu vera einar tveir dagar. Teir høvdu føst hús at halda til í. Sjálvir plagdu gjáarmenn at fara til Víkar at dansa og eisini til Funnings. Tá mamma var ung, komu tey eisini úr Kollafirði til Gjáar at dansa. Hon mintist millum annað Samma-Jóannes. Dansistova var komin í 1907. Tá høvdu teir ungu dreingirnir í bygdini bygt dansistovuna. Eg var 14 ár, tá hon var niðurbrotin. Tá var hon blivin so ring. Tá fóru teir at dansa onkra aðrastaðni. Bíðaðu at giftast til pengar vóru í kassanum Vit giftust 3. desember 1937. Tá høvdu vit longu bygt, og húsini høvdu staðið klár í eitt ár. Vit kundu havt verið gift í 1936, men vit vóru framvegis so ung, 19 og 23 ára gomul. Men tá vóru vit liðug við pengarnar, sum vit høvdu havt tøkar. Vit høvdu goldið húsini kontant. Men at giftast og einki oyra at eiga niðurfyri, tað bar ikki til. So fór Jógvan til skips eitt ár afturat at forvinna pening til húsarhaldið, og tá giftust vit. Tá var eg 20 ár, og Jógvan var 24. Tá vóru vit ikki so grúiliga ung. Annars var Jógvan altíð til skips, og tá var hann við Stellu Mariu. Søgan um eina kúgv Vit høvdu ikki kúgv beinanvegin, tí vit áttu ikki sýru í vegg, sum tað verður sagt. At hava jørð var fortreytin fyri at kunna føða eina kúgv. Vit fingu ikki kúgv fyrr enn í 1949, tá ið vit keyptu tríggjar gyllin í jørð, sum gav okkum so mikið av hoyggi, at vit kundu føða kúnna um veturin. Henda jørðin kostaði 11.000 krónur, og hetta var nógv tá. Men okkum manglaði tó ikki mjólk, tí heima hjá foreldrunum hjá okkum báðum, høvdu tey neyt og nóg mikið av mjólk. Vit sóu í bløðunum, at ein kúgv í Nólsoy var til sølu, og so ringdi Jógvan Sofus til Nólsoyar. Tey søgdu, at kúgvin var seks ára gomul, og hon skuldi kosta 700 krónur. Hon mjólkaði 12 pottar, tá ið hon hevði kálvað. Vit keyptu so hesa góðu kúgv, men tá legðist hann við landsynnings tømingi. Tað var ikki farandi um fjørðin við henni. Men so ein seinnapart fáa vit boð av Oyri, at teir vóru komnir við kúnni, og at hon stóð í einum fjósi á Oyri. Teir høvdu ført hana við einum útróðrarbáti, sum æt Sævarenni. So segði Jógvan Sofus, at vit vildu gjalda meira fyri kúnna fyri henda ómakin, men tað vildu tey ikki hava. Vit fóru morgunin eftir til Oyrar eftir kúnni. Vit gingu yvir á Bakka og síðani í Eiðisbilin til Oyrar. Kúgvin mátti leiðast allan vegin til Gjáar. Vit fingu hana norður til Ljósá tann dagin. Vit gistu í Ljósá, og dagin eftir koma vit við kúnni til Gjáar. Vit fingu eina so sera góða kúgv. Fyrst mjólkaði hon 12 pottar, sum var tað vanliga hjá henni, men so góvu vit henni rugmjøl afturat hoynum, og tá kom hon upp á 17 pottar. Tað var so merkiligt, at hon kálvaði mest kvígukálvar, so eingin bleiv dripin. Ein kálv settu vit við. Undan seinnu kúnni fór ein kálvur til Svínoyar, Brattaberg í Vági fekk ein, ein varð við Gjógv, og ein fór til Tummas á Kjalnesi. Henda kúgvin royndist líka væl sum tann fyrra. Vit hava verið sera heppin í so máta. Men tað var ikki altíð, at tað eydnaðist so væl við neytum. Heima hjá Jógvani høvdu tey stórar trupulleikar við neytum. Tey høvdu eina kúgv, sum seyg seg sjálva, og so var hon óð. Jógvan Sofus: »So sigur djóra­ læknin, hvussu vit skuldu bera okkum at. Vit plagdu at biðja menn um at halda haftinum. Tað var ikki komandi fram at kúnni. Eg tosaði sum drongur við djóralæknan, Carl Johan Bech. Hann segði, at tað ráddi um at fáa aðra hondina um hornið og hina í nasagluggarnar, og eg skuldi boyggja so fast og so langt aftur, til kúgvin stóð still. Um hon hoykti seg niður, skuldi eg einki leggja í, eg skuldu bara halda henni. Soleiðis gekk tað fyri seg, meðan tey høvdu kúnna inni. So kom pápi aftur av skipi. Tá sigur mamma, at nú fara vit at drepa kúnna. Men hetta vildi pápin ikki ganga við til. Men tað var ein onnur kúgv ella kvíga hjá Kristjani á Rætt. Hon var so vøkur og hevði so vøkur horn eisini. Tað var ikki komandi fram at henni, tá ið hon hevði kálvað. Tey vistu, at eg hevði baksast við okkara kúgv, og eg gjørdi á sama hátt við hana, og hetta riggaði eisini.« Annars var tað soleiðis, at yvir­ høvur høvdu øll ivaleyst av mjólk. Men skuldi kúgvin hjá onkrum verið slept, so var einki sum æt at keypa mjólk. Tá fekst mjólk frá onkrum, sum hevði ivaleyst. Av avlopsmjólkini var tað eisini vanligt at kirna smør og gera ost. So slapst eisini frá at keypa tað í handlinum. Jógvan Sofus hevur verið á floti Jógvan Sofus er úr Blásastovu, sum er fremsta húsið miðskeiðis á myndini Kúgvin úr Nólsoy var so góð, at Jógvan Sofus og Dinnafía vildu varðveita minnið um hana. Hetta eru hornini av henni