mikudagur 25. apríl 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 • 25. apríl 2007
MIÐvikan
22
Vit prenta fyrra part
av frásøgn, sum
hevur staðið í
Jólaboð
Í 1946 var eg tveir túrar við
Norðbúgvanum. Hans Pauli
Johannesen var skipari. Í mai
1947 kom Jóannes Patursson
á Havnina. Tað var p/f Uvak,
sum læt hann byggja í Beverly í
Onglandi. Hans Pauli bleiv skipari
á honum, og eg bleiv ein av
manningini.
Í november 1951 varð Jóannes
Patursson seldur til Klaksvíkar
til Kjølbro, og tann 21. november
fekk eg skipsboð. Vit fóru av
Klaksvík tann 27. november, og
leiðin gekk til Noregskystina á
ísfiskaveiði. Men har var lítið at
fiska, so vit fóru ikki til Grimsby
at selja, sum annars var ætlað,
men fóru inn í Vardø. Hans Pauli
var ein maður, sum fekk so mangt
at bera til, og tá ið vit høvdu
lagt at bryggjuni, fór hann í land.
Hann var skjótur umborð aftur
og gav boð um at fara at rigga til
at gera reint í lastini. Salt skuldi
koma umborð, og fiskurin skuldi
verða saltaður í aftasta kubba.
Ryggir og høvd skuldu ikki fyri
borð, fyrr enn vit vóru komnir út
um sjómarkið. So bleiv gjørt. Tvey
flekiborð, avhøvdingarkrakkar og
annað bleiv riggað til í lastini og
farið varð til arbeiðis. Tað varð
eitt øgiligt arbeiði, vit høvdu av
tí fiski, og sovorðnum fesji, sum
har var. Tílíkt havi eg ongantíð
upplivað, hvørki fyrr ella seinni.
Aftasti kubbi bleiv fullur, men um
vit fingu nakað serligt fyri stríðið,
fekk eg ongantíð at vita.
Vit lógu aftan fyri eitt norskt
verjuskip, og har gekk alla tíðina
ein vaktarmaður við riflu aftur
og fram á bryggjuni. Nú einaferð
fer ein maður frá okkum upp úr
lastini til eitt ella annað. Tá ið
hann kemur upp á dekkið, hoyrir
hann eitt bums. Hann hyggur fyri
borð og sær, at nú er tað maðurin
við rifluni, sum er gliðin og dottin
niðurímillum, – har var alt tann
beri ísur. Skjótt varð borið at, og
maðurin bleiv bjargaður.
Morgunin eftir fór verjuskipið
út, og tá stóð øll manningin
tvørtur við lúnningini og gjørdi
»honnør« fyri okkum, og teir
heilsaðu eisini við floytuni.
Tá ið vit vóru lidnir at reinsa,
varð útgerð keypt til nýggjan
túr, og so varð farið útaftur til
Noregskystina at fiska; men
fiskiskapurin var ikki góður. Á
midnátt átti eg frívakt. Eg hevði
koyggju í kahúttini og hevði
lagt meg, tá ið eg hoyrdi, at har
ruggaði ikki rætt á dekkinum. Eg
leypi úr koyggjuni, smoyggi meg
í buksur og stivlar – gevi mær
ikki stundir at fara í hosur – og
so fram á dekkið. Komin fram
á dekkið, síggi eg, at posin er
fullur, og at ein maður roynir at
binda posalínuna fyri. Hugsaði,
hvat har mundi vera, men sá tá
ígjøgnum meskarnar, at ein mina
var í posanum. Henni máttu vit
sleppa frá og tað beinanvegin.
Ein avkappari bleiv vavdur í
ein bátshaka, og posin varð
við bumminum hivaður út um
lúnningina. So bleiv bakkað við
fullari ferð og skorið á posan, so
hann skrædnaði.
Við hesi hendingini var tað
nakað líknandi, sum tað stendur
í Orminum Langa: »Hetta frætt
ist víða um land«. Tað hendi
jólanátt, og annan dag sigldu vit
til Grimsby at selja. Heima við
Gjógv dansaðu børn og vaksin
um jólatræ í dansistovuni 2.
jólakvøld, og meðan dansað
verður, kemur Karl Anton – pápi
Føroya biskup – og sigur við
konu mína, at hann hevur hoyrt,
at nú siglir Jóannes Patursson
til marknað, og at tað var til
Grimsby.
Úr Grimsby fóru vit beinleiðis
aftur til fiskiskap og ikki til
Føroya ímillum. Vit royndu um
somu leiðir sum frammanundan.
Túrurin bleiv hampiligur, og vit
seldu aftur í Grimsby. Síðan gekk
leiðin heim til Føroya. Vit komu
á Havnina um kvøldið 2. februar
1952. Motorur lá klárur at føra
okkum norður til Oyrar. Meg,
Mourits í Jógvansstovu og Issa,
ið vóru av Eiði.
Strævin túrur til húsa
Tá vit vóru komnir til Oyrar, var
bilurin, sum skuldi koma eftir
okkum, enn ikki komin, so eg rann
inn til Jógvan Christiansen, ið
er beiggi konu mína, og bað um
tvær breyðflísar. Tað var skjótt, at
kona hansara, Andrea, sum eisini
var ættað frá Gjógv, fekk tað í
lag, og skjót tonkt, sum hon var,
tók hon skaftið úr einum kusti og
gav mær tað til stav. Hetta kom
at verða mær til ómetaliga stóra
hjálp seinni. Bilurin kom so, og vit
fóru avstað.
Nakað norðan fyri Ljósá fór eg
úr bilinum. Nú kavaði illa, men eg
fór so til gongu. Tá í tíðini máttu
vit ganga til Gjáar, og ikki fyrr
enn nú byrjar søga mín rættiliga,
kunnu vit siga. Eg fór til gongu
um níggjutíðina. Eg hevði eitt
kuffert og ein svartan klædnasekk
at bera og hevði fatlað tað so
væl, sum eg dugdi. Hugsi, at
byrðan mundi viga millum 40 og
50 pund. Eg fór á botn við hvørt
spor, eg setti fótin til.
Tað er stutt frá vegnum niðan
á Svarthamar; men komin niðan,
er satt ódnarveður. Eg gangi, men
síggi at kalla ikki fram um nøsina.
Eg hevði eina runda lykt við fýra
nýggjum battaríum, men onga
peru eyka. Tá ið eg havi gingið
nakað, veit eg, at eg eri vilstur.
Eg gangi oman norðureftir. Hann
er landnyrðingur, og eg eigi at
fáa vindin á vinstra kjálka, men
nú liggur hann inn á høgra. Eg
vendi mær á og meti um so væl,
eg kann, og nú liggur hann inn
á vinstra aftur. Geri av við meg
sjálvan, at nú skal eg ganga, til
tað er meir enn mótbrekka. Tá
gangi eg móti Vaðhorni.
Nei, eg steðgi á aftur. Nú var
eg illa fyrikomin, kavin upp á hálv
lørini, einsamallur á fjøllunum
eina ódnarnátt á vetri. Hetta
er sunnunátt, náttin til triðja
februar, blásiusmessunátt. Eg
hugsi um at grava meg niður og
lata kustaskaftið stinga upp úr
kavanum, men geri tað ikki; tá
hevði eg ivaleyst stirnað í hel.
Gangi nakað afturat, men seint
gongur. Eg hevði hvørki vøttir ella
turriklæði, men eg hevði brølapu,
sum hon varð rópt á sjómansmáli,
og hon kom niður fyri oyruni og
hálsin. Og eg var í føroyskum
klæðum frá innast til ytst, so eg
var ikki kaldur.
Jógvan Sofus Ferjá:
Eg vann upp hús
Dekkið á Jóannes Patursson fult av fiski
Jógvan Sofus sigldi nógv ár við Jóannes Patursson, sum var roknað fyri at vera eitt tað fremsta skip í flotanum